sløkkilið á Taiwan at siga í morgun. Tað er serliga á eysturstrondini á Taiwan, at harðast hevur leikað á, siga lokalir veðurfrøðingar. - Flogvallir eru stongdir, og fólk eru biðin um at halda seg við hús [...] melduródn, rópt Kong-rey, hevur rakt Taiwan. Sagt verður, at hetta er ógvusligasta melduródn, sum hevur rakt oynna seinastu 30 árini. Higartil er frætt um, at eitt fólk hevur latið lív, og í minsta lagi 73 hava [...] hús, vita fleiri útlendskir miðlar at siga í morgun.
Avtala er gjørd við tríggjar sera dugnaligar læknar um skiftivís at røkja læknaviðtaluna í Sandoyar sýslu, har læknaviðtalan er staðsett á Sandi. Hetta vita kommunurnar í Sandoyar sýslu at siga í dag. [...] - Mett verður, at avtalan er tað besta av tí besta, og at henda skipan kemur at verða til stórt gagn fyri fólkið í sýsluni. Kommunustýrini í sýsluni eiga stórt rós uppiborið fyri, at avtalan kundi gerast [...] eigur læknatoymið saman við læknaskrivaranum stórt rós og tøkk fyri tað megnar arbeiði, sum er gjørt fyri, at avtalan gjørdist veruleiki. ##med2##
staðfest deyð í Valencia-regiónini, eftir at serliga landnyrðingsparturin av Spania er raktur av ógvusligum regni, toruveðri og floymi. Úr Spania verður sagt, at hetta er ógvusligasti floymurin í hesum partinum [...] Pedro Sánchez, sigur, at Spania fer at gera alt, sum til ber til tess at hjálpa teimum raktu í ógvusliga floyminum. - Eg vil heita á fólk um framvegis at vera árvakin, tí floymurin er ikki av enn, sigur Pedro [...] av landinum í fleiri áratíggjur. - Hetta er ein hending uttan síðustykki, segði spanski verjumálaráðharrin, Margarita Robles, við CNN í morgun. Hon legði aftrat, at umleið 1000 hjálparfólk úr hernaðarligu
til so mong løstað. - Hetta vísir, hvussu trupult tað er norðuri í Gazageiranum yvirhøvur at veita nakra heilsuhjálp, sigur Tarik Jasarevic. Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at í minsta lagi 93 fólk [...] íbúðarblokkur í býnum, Beit Lahiya í norðara parti av Gazageiranum, er sambært Reuters bumbaður í einum ísraelskum álopi. Sagt verður, at blokkurin er í fýra hæddum og fleiri tíggjutals fólk, sum vóru flóttar í [...] Ouaida, sum var vitni til álopið og hevur hjálpt til við at leita eftir fólki í leivdunum. Ísraelska verjan (IDF) sigur sambært AFP, at tey fara at kanna átakið ímóti bygninginum. Sambært talsmanni hjá
raðfesting at stuðla Ukraina við loftverju. Jonas Gahr Støre sigur seg fegnast um, at Noreg kann vera við til at stuðla ukrainum við nýggjari patroit-loftverjuskipan. Tíðindastovan NTB veit at siga, at Noreg [...] nýtt, at Noreg luttekur í hesum átaki at styrkja ukrainsku loftverjuna. - Russisku álopini halda fram við fullari megi, og Ukraina hevur tørv á meira loftverju fyri at verja sínar íbúgvar. Tí er tað okkara [...] tikið seg saman fyri at keypa ukrainum loftverju úr Rumenia, og hetta verður so norski parturin í hesum umfari. Norski stuðulin verður soleiðis partur av Nansen-skránni, men tað er sambært tíðindastovuni
í ár, hevur ítróttartoymið hjá FM1 valt at gera eina roynd við tilnevningum hjá monnunum fyri at gera tað lættari at atkvøða. Hetta er fyrstu ferð vit royna hetta. Hjá kvinnunum verður atkvøtt eins og farnu [...] vøllinum? Tað hevur fyrr verið ein avbjóðing at skilja millum, hvør er miðvallari, og hvør er áleypari. Eisini hevur tað verið ein avbjóðing hjá teimum, ið atkvøða at seta leikarar á rætta pláss á vøllinum, [...] fleiri leikarar hava spælt á fleiri plássum í kappingarárinum. Hetta er millum annað ein av orsøkunum til, at ítróttartoymið hjá FM1 hevur valt at royna tilnevningar hjá monnunum í ár, sigur Durita Adela, stjóri
ar. Men, hetta er ikki uttan kostnað fyri russisku deildirnar - tó, at hetta ikki sær út til at órógva Vladimir Putin, forseta. Herfyri visti Institute for the Study of War (ISW) at siga, at russar higartil [...] AFP-tíðindastovuni, sum hevur hugt eftir frágreiðingunum hjá ISW, skulu vit heilt aftur til mars 2022 fyri at síggja størri russiska framgongd á hermótinum í Ukraina. Í august fingu russisku deildirnar eftirlitið [...] higartil hava mist eini 600.000 herfólk í Ukraina , og tá er talan um bæði deyð og løstað.
útlendskir miðlar at siga í dag. Tríggir aðrir menn eru frammanundan dømdir til deyða og avrættaðir fyri álopið, sum bólkurin Tondar sambært iranum skal hava staðið aftanfyri. Hetta er ein bólkur, sum stríðist [...] í morgun. Tað er rættarskipanin í Iran, sum sambært útlendskum miðlum kunnar um framda deyðadómin á sínari heimasíðu. Tað var í februar í 2023, at Jamshid Sharmahd varð funnin sekur í at hava staðið aftanfyri [...] rættarsókn í Iran. Um hetta mundið var hann búsitandi í USA. Fleiri týskir politikarar við uttanríkisráðharranum, Annalenu Baerbock á odda, hava umrøtt deyðadómin, og tey halda ikki, at Jamshid Sharmahd fekk
fleiri áhugabólkum at sloppið fram at í senn. Eg ivist heldur ikki í, at hesin stásiligi bygningur dregur til sín fólk, og at hesar fyrsta floks umstøður kunnu vera við til, at fólk fáa hug at flyta til bygdina [...] um. Tí endamálið við húsinum er, at bygdarfólkið innan hesar karmar kunnu hava so nógvar og fjøltáttaðar virkismøguleikar sum gjørligt – bæði til sálar og kropp. Hetta er ætlað tykkum øllum her í Kaldbak [...] varða av, um ein kann siga so. Tí kann koma fyri, at tey ikki altíð eru tøk ella hóska ikki til endamálið. Men nú hava vit eitt borgarahús, sum hevur so nógvar fjølbroyttar møguleikar, at tað til einahvørja
stendur liðugur, er hetta meiri átrokandi enn nakrantíð. Sum nú er, er bara inn- og útkoyring beinleiðis úr høvuðsæðrini, har útsýnið er sera avmarkað, og tí er vandi á ferð hvønn dag - so at siga, sigur tingkvinnan [...] skúlanum, og ferðslan er økt nógv - og tí eru ferðsluvandarnir eisini vorðnir størri, sigur hon. – Tað eru fleiri ár síðani, at mann í kommununi gjørdi ætlanir saman við Landsverki um at gera eina rundkoyring [...] og ferðavinnan stendur í støðugum vøkstri, so tað er alneyðugt við einari loysn nú. Tað er brúk fyri, at mann tekur avbjóðingarnar í Vága kommunu í álvara og skipar ferðsluna á landsvegnum væl og trygt