Noreg letur 900 milliónir til ukrainska loftverju

- Russisku álopini halda fram við fullari megi, og Ukraina hevur tørv á meira loftverju fyri at verja sínar íbúgvar, sigur Jonas Gahr Støre

Á fundi í Norðurlandaráðnum, sum er í Íslandi í vikuni, hevur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, kunngjørt, at Noreg stuðlar Ukraina við 1,4 milliardum norskum krónum til patriot-loftverju.

 

1,4 norskar krónur svara til slakar 900 milliónir í okkara peningi. 

 

Fleiri lond, sum stuðla Ukraina í eirindaleysa russiska álopskrígnum, hava nevniliga tikið seg saman fyri at keypa ukrainum loftverju úr Rumenia, og hetta verður so norski parturin í hesum umfari.

 

Norski stuðulin verður soleiðis partur av Nansen-skránni, men tað er sambært tíðindastovuni NTB nýtt, at Noreg luttekur í hesum átaki at styrkja ukrainsku loftverjuna.

 

- Russisku álopini halda fram við fullari megi, og Ukraina hevur tørv á meira loftverju fyri at verja sínar íbúgvar. Tí er tað okkara raðfesting at stuðla Ukraina við loftverju. 

 

Jonas Gahr Støre sigur seg fegnast um, at Noreg kann vera við til at stuðla ukrainum við nýggjari patroit-loftverjuskipan.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at Noreg i fleiri umførum hevur verið við til at stuðla ukrainskari loftverju, bæði úr egnum goymslum og í samstarvi við onnur lond.

 

- Noreg hevur haraftrat latið Ukraina Nasams-loftverju, eins og norsk manning hevur verið við til at lært upp ukrainsk herfólk, leggur NTB aftrat.