ótta fyri, at verður maðurin ikki steðgaður, kann hann finna uppá at gera tað aftur. Seinasti tilburðurin, sum politiið veit um, var næstseinastu sunnunátt. Ein genta var á veg eftir gøtuni Hálsatjørn [...] Har var ein maður, sum bað hana læna sær telefonina. Hon ætlaði at hjálpa, men so feldi hann hana. Ein annar tilburður var nakrar dagar frammanundan aftan fyri gomlu politistøðina í Havn, og ein var eisini [...] framferðin var tann sama. Kvinnurnar hava lýst mannin soleiðis: Hann er umleið 175 cm høgur og sterkur, 20-25 ára gamal, ljósabrúnt hár. Næstseinasta sunnumorgun var hann í hvítari blusu, ikki í jakka.
sentimetrar longri enn besta lopið í fjør. Men tað var í trýstøkk, at hann vísti, hvør dugur er í honum. Har vann hann gullheiðursmerki í Íslandi og tað var um reppið, at hann eisini kláraði oyggjaleikakravið [...] aftur við tveimum gullheiðursmerkjum og einum silvurheiðursmerki. Hon vann kappingarnar í Íslandi í longdarlopi og í trýstøkk, umframt at hon fekk silvur í 60 m rimarenning. Í brotinum omanfyri sæst vinnandi [...] við. Í Malmø vann hann eisini gull, hóast lopið var eitt vet styttri enn í Íslandi. Lýdia Poula Simonsen vann ikki, men megnaði kortini at seta nýtt føroyskt met í kúluvarpi. Nýggja metið – tað gamla hevði
kanningar, sigur Steen Hansen frá donsku løgregluni. Hann vil ikki koma við fleiri upplýsingum, fyrr enn løgreglan er liðug at kanna málið. Tað var um hálvgum tvey tíðina sunnunáttina, at føroyska gentan vaknaði [...] herpes, kom ótti á mannin, og hann var skjótur at lata seg í klæðini aftur og rýmdi úr íbúðini. Stutt eftir at maðurin var farin úr íbúðini, ringdi gentan til løgregluna, og hon hevur verið til kanningar á Center [...] brotsmaðurin kvørkatak um gentuna. - Tú gert, sum eg sigi, hótti brotsmaðurin, sum síðani lat seg úr klæðunum og legði seg í songina hjá gentuni. Hann byrjaði at nerta við hana, men tá hon segði seg hava herpes
segði í dag, at kanningar vísa, at øll fimm børnini eru kvald, men hann vildi ikki siga meira um syrgiliga tilburðin. Tað var týsdagin, at børnini vórðu funnin deyð í íbúðini. Hin 27 ára gamla kvinnan læt [...] 11 ár, vera hjá ommuni. Eftir drápini fór hon út og royndi at taka sítt egna lív. Hon yvirlivdi, men fekk stóran skaða. Sum skilst á týsku løgregluni, er talan um tríggjar gentur, sum vóru hálvt annað, tvey [...] átta ára gamlir. Týska blaðið Bild skrivar, at tað var omman, sum ringdi til løgregluna og segði, at dóttirin hevði gjørt av við fimm av sínum børnum og var rýmd úr íbúðini við elsta barninum. Borgarstjórin
tey ofta hava sagt, at lógin var rúm, hon kundi og skuldi broytast, lagast til tíðina. Hóast alt var Heimastýrislógin gjørd fyri at sleppa okkum burtur úr amtstøðuni. Hon var stig fyri stig lógin móti sjálvstýri [...] eiga Føroyar. Hvør, ið hevur givið teimum landið, siga teir einki um. (Hvussu hava vit ikki kjakast alla øldina um, at danir løgdu líka í, um vit vóru republikk ella ei. Vit vóru jú bert ein útreiðsla hjá [...] sjálvstýri (fullveldi). Alt var upp til føroyingarnar, hvat teir vildu og kundu semjast um. Danir vildu als ikki blanda seg. Vit mugu skilja, at hesi fólkini hava ilt við at síggja hesar naknu sannleikar
Tað er ikki gerandiskostur hjá teimum eldru íbúgvunum á Sandi at fáa so fína vitjan, sum tey fingu fyrrapartin týsdagin. Talan var um eldri fólk, sum til dagligt búgva á ellisheiminum á Sandi, sum liggur [...] alsamt meiri týðuligur, fór hon niður á knæ, soleiðis at tað var lættari hjá teimum gomlu at práta við hana og síggja í eyguni á henni. At Krúnprinsessan hevði hugtikið tey gomlu, var einki at ivast í. Eftir [...] Eftir at kongaliga fylgi var farið innar í kommunuhølini, søgdu fleiri av teimum gomlu, at hatta var ein fantastisk krúnprinsessa: - Hon er so almindilig og er einki hóvasták burtur úr sær sjálvari, søgdu
ið hann stevndi inn um Saltnesgrynnuna, at hann var fullur undir lúkurnar. Teir landaðu veiðina til Fiskavirking í Saltangará, og hon vá ikki minni enn 150.000 pund. Meginparturin var upsi, einir 100 kassar [...] Jaspis. Fyrr í vikuni var Vesturskin eisini í Saltangará. Teir høvdu umleið 225.000 pund tilsamans. Av hesum var 170.000 pund upsi, sum virkið í Saltangará keypti. Restin av veiðini var toskur og kongafiskur [...] Stór vika Tá ið hendan vikan byrjaði, hevði Fiskavirking í Saltangará væl av fiski niðurfyri, sum var komin í vikuni undan hesari. - Tí hevur hetta verið ein av teimum stóru vikunum hjá okkum, sigur Jason
fisk í og vupti jackpot! Ikki eitt orð um ovurstóran váða, ovurstórar, ja, yvirnormalt ónormalar íløgur. Íløgur sum hava verið størri, enn avlopini hava verið. Ikki eitt orð um ovurhonds stórt og umfatandi [...] – og ikki minst tey ungu, sum sleppa at royna seg á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn leiðin kanska gongur víðari til hægri lesnað ella annað. Ikki eitt orð um eina rúgvu av vitanartungum størvum. Um gransking [...] vit tjena so ikki uppá hetta her, sjálvt um at vit øll eiga hesar firðirnar. Vit eiga øll, also, Føroya land, ha?” Nú skal man varða seg fyri at taka setningar úr samanhangi, men eg hugsi ikki, at tað bilar
og aftur, sigur hon. Hetta sigur hon sum viðmerking til tað, sum Richard Grimsdale segði í blaðnum um gjár um støðið á føroysku camping-plássunum. Eftir hansara meting var støðið als ikki nøktandi til limirnar [...] sum ein kann tjakast um. Tað veldst um krøvini, ið sett verða. Ingigerð veit sjálv um camping-pláss í Onglandi sum eru nógv verri enn okkara. Men her hjá okkum tykist tað sum um tey ferðandi eru nøgd [...] síggja og uppliva hjá limum hansara. Men tað var kortini eitt sum kundi forða hesum: Tá talan er um gisting við camping-bilum og húsvognum, vildi hann líkasum ikki taka ábyrgd fyri tí. Hetta máttu fólkini
tey taka barnið úr skúlanum um hon ikki fer frá, tá er tað rættiliga álvarsamt, sigur Sigmund Poulsen at enda. Foreldur í Skopun eru stevnd Foreldur í Skopun hava fingið boð um at møta í rættinum. Hetta [...] Stríðið um fyrsta læraran í Skopun er ikki endað enn. Fyri nøkrum mánaðum síðani tók stríð seg upp í Skopun um fyrsta læraran, Ingun Simonsen, tí foreldur savnaðu saman undirskriftir, har tey kravdu at [...] sum best fyri teirra børn, og tað var tað, sum vit skrivaðu undir. Men sakførarin hjá Ingun Simonsen, Sigmund Poulsen, sigur, at foreldrini hava sagt, at um Ingun ikki fór frá sum fyrsti lærari, so tóku