Steinbjørn B. Jacobsen
Ja, so verður alt gott. Alt verður, sum tað hevur verið. So verður friður í Føroyum.
Vit, ein landslutur í Danmark, fara at útbyggja vælferðarsamfelagið, pensjónir og almennu lønirnar skulu hækka, meðan danir sita við fótaspenni og skera somu lønir og veitingar niður. Vælferðarsamfelagið taka teir ikki upp á tunguna longur.
Nei-politikkarnir verða sjálvandi lagaligir móti danska ynskinum um at fáa burtur av møguligum oljupengum, og hvat er rímuligari enn, at danir so við og við yvirtaka ræði á hesum øki. Sjálvir hvørki tíma ella vilja vit ráða yvir tí.
Nei í mai sampakkar so væl við tað danska neiið til Føroyar. Nú siga teir opið og erligt, allir sum ein, at teir eiga og vilja eiga Føroyar. Hvør, ið hevur givið teimum landið, siga teir einki um. (Hvussu hava vit ikki kjakast alla øldina um, at danir løgdu líka í, um vit vóru republikk ella ei. Vit vóru jú bert ein útreiðsla hjá teimum. Teir góvu okkum allar pengarnar, tí teir vóru so góðir og tað var so synd í okkum).
Nei í mei er eitt ja til at vera ævigir húskallar í egnum húsi.
Nei í mai, má tann lítli bólkur siga, sum altíð hevur kvept seg við at vera føroyingur. Vildu so fegin, at vit vóru danir í hold og huga, men hetta er eitt av teimum fáu vónleygu ynskjunum, meðan tað als ikki er vónleyst at vilja vera føroyingur.
Nei í mai, vildu øll, sum hava trúð upp á heimastýrislógina alt sít tlív, so fegin kunnað sagt, men viðhvørt kemur fram fyri tey, at tey ofta hava sagt, at lógin var rúm, hon kundi og skuldi broytast, lagast til tíðina. Hóast alt var Heimastýrislógin gjørd fyri at sleppa okkum burtur úr amtstøðuni. Hon var stig fyri stig lógin móti sjálvstýri (fullveldi). Alt var upp til føroyingarnar, hvat teir vildu og kundu semjast um. Danir vildu als ikki blanda seg.
Vit mugu skilja, at hesi fólkini hava ilt við at síggja hesar naknu sannleikar, henda óreingiliga veruleikan í eyguni, og tíans heldur at svølgja teir.
Vit skulu siga nei í mai til donsku stjórnina og allar fólkatingslimirnar (vónandi minus tann eina) og ikki eitt nei til okkum sjálvi, sum stríðir móti allari natúr. Mai er ein jaligur mánaður.
Einki í at velja
Lat okkum taka ein harðan róður
Koma okkum um Tangan
Her er ikki liggjandi.
Í sínari tíð søgdu vit nei til at vera eitt danskt amt, nú siga vit ja til fullveldisgongdina.
1946
Í 1946 vunnu vit og taptu
Hann náði okkum
um vit ikki vunnu í 1946.