Løgreglan í Havn hevur havt úr at gera um vikuskiftið við at fáa hendur á trimum monnum, sum hava verið á eini innbrotsherferð í Havn leygardagin og sunnudagin. Tveir av teimum sita í klivanum á løgre [...] sum var á Strondum leygarkvøldið. Tá menninir komu aftur til Havnar av Strondum settu teir bilin frá sær á parkeringsøkinum við SMS. Bilurin var illa farin. Forrúturin var knústur, og bilurin hevði eisini [...] vóru rúsaðir, men eingi prógv eru fyri hesum, tí ongar blóðroyndir eru tiknar. Meðan tey flestu tóku sær av løttum sunnudagin, lógu teir tríggir menninir ikki á latu síðuni, men fóru aftur til verka. Tveir
hoyrt teg nevnt orðið tapara, men hvat skal ein vinnari gera, um ongin tapari er? Men her er talan um mannalív og lagnir sum fá kunnu ímynda sær. Hetta var títt lív í Lynggøtu og hetta verður helst eisini [...] nú tú leggur frá tær. Mær kemur í hug eina gamla søgu um eitt ljós ið skein bjart fyri øllum, uttan sær sjálvum, tí tað stóð í stakanum. Veitst tú av, at meginmálið við lívinum er ikki einaferð at blíva
hava meiri stongt enn foreldur hava feriu. Hvussu skal tað hanga saman? Foreldur eru noydd at keypa sær frí, skylda tímar o.a. fyri at passa børnini heima. Skiftast um at taka feriu = ongantíð feriu saman [...] men hava ikki opið sum barnagarðar. Men foreldur hava eitt arbeiði, hóast stovnar stongja og hvussu gera tey? Systkin passa síni systkin, ommur, abbar og foreldur skiftast um at taka feriu, fyri at passa [...] HAVA BRÚK FYRI FERIU. Men ikki 6-8 vikur, og slett ikki uppá bekostning av, at foreldur mugu keypa sær frí omaná. Lond rundan um okkum, hava opið nógv meiri enn vit í Føroyum, nøkur lond hava í so nógv
na, enn samgongan ætlar. Tað heldur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum. Samgongan hevur sett sær fyri at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, og tað skal gerast við lóg. Tað skal gerast við at [...] hjá samgonguni, helt formaðurin í Starvsfelagnum, at hetta er alt ov leingi og at tey eiga at seta sær størri mál enn so. Hetta er at vera øgiliga varin, heldur Súni Selfoss. Hann sigur, at endamálið eigur [...] at tey hava gjørt av at stytta arbeiðsvikuna í smáum fyri at sleppa undan trupulleikum, og fyri at gera tað lættari at laga arbeiðsmarknaðin til. Hinegin vísti Súni Selfoss á, at í Íslandi varð arbeiðsvikan
tað seg eisini um at tryggja sær pláss í europeiskari kapping næsta summar. Í landskappingini er HB í løtuni á fjórða plássi. Tað plássið ber bara luttøku í Europa við sær, um tað verður HB, sum fer at [...] Seinastu ferðirnar hevur tað als ikki hilnast soleiðis, sum tað oftast plagar at gera hjá HB. 3-3 á heimavølli ímóti B68 síðsta leygarkvøld var so mikið stórt vónbrot, at liðformaðurin Teitur Matras Gestsson
løgregluni. – Sjálvandi eru støður, har tað er neyðugt at boðsenda løgregluni, og tað skulu fólk sjálvandi gera. Men bara tey líka kanna fyrst, um tað er neyðugt, so hevði tað lætt nógv um hjá okkum, sigur vakthavandi [...] neyðug, og tí mælir hann fólki til fyrst at vita, um tað ber til at fáa viðkomandi á føtur og vissa sær, um neyðugt at ringja eftir hjálp. Løgreglan hevur havt tveir liggjandi gestir í nátt. Fyrst var tað [...] persónur var eisini ólátur móti løgregluni. Hann sló niður á løgreglubilin. Hann fær eisini eina bót við sær fyri brot á skilhaldsreglarnar.
matstovuna, sigur, at navnið verður ”Aroy”, og matstovan fer at venda sær til familjur og fólk, sum arbeiða í miðbýnum og ynskja sær okkurt spennandi til matna í døgurðasteðginum. Stigtakarin til matstovuna [...] men tú veitst ikki rættiliga, hvar tú kanst fara við teimum, tí tey larma, sum øll børn jú vanliga gera. Tí meta vit, at hetta tilboðið er júst nakað fyri barnafamiljur. Tað sigur Naraphorn Chairoek, sum
februar og juni 2024. (Fyri meiri enn einum ári síðani) Her sær tíverri út til, at fólk sita hendur í favn og bíða, til tingini koma av sær sjálvum. Soleiðis arbeiðir ein ikki, um kommunan skal vera í [...] minnast allar teir mongu føroyingar, ið hava vunnið Føroyum heiður á Oyggjaleikum. Tað er eitt at gera: Brettið upp um armar, leggið nógv fyri, bjóðið býin fram og latið Klaksvík eisini merkja brúsandi
Vøksturin í ferðavinnuni hevur havt við sær, at ein ørgrynna av nýggjum tilboðum, túrum og upplivingum eru ment kring alt landið. Talan er um fiskitúrar, síging, gongutúrar, heimablídni, kajakk-túrar, [...] hjá Visit Faroe Islands, men higartil hevur størsti parturin av kunningini verið á enskum og vent sær móti útlendskum ferðafólkum, sum ikki kenna landið. Nú hevur Visit Faroe Islands ment eina tilsvarandi [...] amboðskassar v.m. ##med2## “Innlendis ferðavinnan hevur stóran týdning og tað eru føroyingar, ið gera tað møguligt hjá nógvum ferðavinnufyritøkunum at virka. Føroyingar brúka stóran part av tilboðum alt
Runavíkar kommuna hevur hesi seinastu árini lagt seg eftir at hvessa sær grøna profilin á orkuøkinum. Í dag skrivaðu umboð fyri Leitisstein og borgarstjórin, fyri ávikavíst Pf. Leitisstein og Runavíkar [...] vøggustova og miðstøð hjá Taekwondo-ítróttini. Avtalan, sum partarnir hava undirritað í dag, ber við sær, at trý jarðhol skulu borast. Hartil kemur grevstur, tyrving og asfaltering. Niðurtøka og burturbeining [...] krónur árliga. Annars er bygningurin umvældur í stigum hesi seinastu árini, og enn er nakað eftir at gera, áðrenn komið er á mál. Viðvíkjandi grønum loysnum kann nevnast, at nú svimjihøllin verður tikin í