ólavsøkuni, og hava vitjað tá. Tað gera tey neyvan í kvøld, nú tað er kommunuval, men tað verður enn spennandi. Hetta er fyrstu ferð, at vit vísa kommunuvalið her, sigur leiðarin. Sum Sissal Kampmann leggur [...] hon metur, at føroyingarnir í Danmark ganga høgt uppí: – Eg meti, at tey ungu serliga eru áhugað í bústaðarmøguleikum og vilja tí hoyra, hvat politikararnir ætla at gera á økinum. Tað sama er galdandi fyri [...] kommunuvalið í kvøld skipar Føroyahúsið fyri valkvøldi, soleiðis at føroyskir útisetar kunnu savnast fyri at fylgja við. – Vit leggja stóran dent á at varpa ljós á ymisk viðurskifti í føroyska samfelagnum, og
skÍrdur fyri at renna ørindi fyri at verja verandi arbeiðspláss á Tvøroyri. Tað tykist at koma frá bæði uppstillaðum og øðrum fólkum við. Harumframt siga hesi, at ein atkvøða fyri mær, er ein atkvøða fyri [...] halda áfram, er eingin loyna. Jeg fari ikki at stuðla upp undir at størsta arbeiðsplássið í oynni ikki sleppur at menna seg. Hetta til frama fyri okkum øll, sum búgva her. Tað fari jeg ongantíð, at taka undir [...] ivi vera um, at jeg havi altíð verið tvøramaður við stóra T og tvøramaður fari jeg altíð at vera. At jeg ikki eri samdur við teimum, sum ikki ynskja fleiri útbyggingar á havnalagnum soleiðis at góða gongdin
Ongantíð áður hevur veljarin havt so góðan møguleika at finna ta røttu kvinnuna at umboða seg. Vit eru so nær við at røkka málinum, at eingin orsøk er til, at vit ikki megna fulla javnstøðu. So hví ikki velja [...] og menn eru at velja í. Eftir er, at veljarin finnur sær ta røttu kvinnuna at umboða seg komandi fýra árini. Amboðið, sum munar Søguliga hava kvinnulistar verið eitt munagott amboð fyri at bøta um kvi [...] um kring landið eru 337 menn og 219 kvinnur. Hetta vil siga, at kvinnur umboða 39,4 prosent av øllum valevnunum í sambandi við kommunuvalið 2024. Hetta er ikki meira enn eina tonn uttan fyri minstamarkið
rokkið teimum 100 árunum. Ikki hissini at náa so høgum aldri. Og eg má siga, at tað er mær ein sera stórur heiður, og eg gleðist um at fáa høvið at vera við til at hátíðardagin føðingardagin saman við tygum [...] sjálvandi kunnu vit siga at tað var heppið, tí fá vóru tey útvaldu. Men her hugsi eg, at tygum longu tá vístu rætta áræði. At taka av stóru uppliving at sleppa við Tjaldrinum, at fara og fáa innivist [...] men úr tí, sum mær er sagt um føðingardagsbarnið, so er nógv gott at siga frá. Ein sermerkt kvinna, har áræði, vilji og styrki hava mynda tygum á lívsleiðini. Tað var í Syðrugøta at vøggan stóð, tygum
ikki viðmerkja málið, tí tað er ikki viðgjørt í flokkinum enn. Hann væntar, at tey fara at viðgera tað í vikuni, og so skal hann siga, hvørja støðu hann hevur. – Hetta er ikki nakað vit taka undir við [...] til hjá teimum at arbeiða. Uppskotið hjá Sambandsflokkinum er, at arbeiðsinntøka ikki skal mótroknast í pensjónini. – Vit hava sagt tað, at um vit skulu vera við til at gera nakað við at hækka pensjónsaldurin [...] víðari. Tað er tað ikki, sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum. Hann sigur, at tey enn eru í samráðingum um tað. Hann veit eisini, at Búskaparráðið hevur trýst á fyri at fáa tað at ganga skjótari
men um at gera farleiðina so skynsama sum tilber. Á Facebook-vanganum verður vísit á, at tað eru tvey uppskot um vegaføring í samband við ein Suðuroyartunnil. - Annað er vestanfyri Sandsvatn. Hitt er eystanfyri [...] vegaføring gjøgnum sandsbygd - uttan, at fólkið á Sandi er komið til orðanna. Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu í dag. - Vit seta sum krav, at myndugleikarnir lurta og laga seg eftir [...] einki annað verður góðtikið. Sagt verður, at ein av fyrstu døgunum fer Sands kommuna at skipa fyri borgarafundi um vegaføring gjøgnum bygdina á Sandi. - Hetta snýr seg ikki um illvilja móti komandi farleið
Post segði seg í gjár vita at siga, at teir báðir høvdu tosað saman hósdagin - ella dagin eftir, at Donald Trump vann amerikanska forsetavalið. Sagt hevur verið, at teir báðir í samrøðuni tosaðu um kríggið [...] kríggið í Ukraina. - Hetta er reint uppspinn. Putin hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at tosa við Trump, sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta, Dimitrij Peskov, sambært Reuters. Talsmaðurin [...] Talsmaðurin sigur eisini, at Russland hevur lagt til merkis, at fólk í Evropa eru órógvað av, at Donald Trump vann amerikanska forsetavalið. Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/trump-vid-greidum-bodum
Tað siga eygnavitni við tíðindastovuna Reuters. Herurin í landinum og Dtek, størsta privata orkufelagið í Ukraina, siga samstundis, at tey hava tikið stig til "fyribyrgjandi streymslit". Hetta er galdandi [...] Reuters. Enn er ikki greitt, um Kiev veruliga er rakt. Álopini í Ukraina henda eftir at Russland, sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyi, sendi 145 dronur móti Ukraina sunnunáttina. Talan er um meira [...] Donetsk, sigur Dtek á Telegram. Hetta kemst av vandanum fyri russiskum rakettálopum. Eisini eru luftávaringar um alt landið virknar. - Loftávaringin er í sambandi við, at rakettir frá bumbuflogførum av
orðaskifti fyri at trygd fæst fyri at tað veruliga er besta uppskotið sum vinnur. Síðan skulu royndarboringar gerast og arbeiðstekningar fyri at fáa prísin at vita. Einki er at ivast í, at áhugin fer at vera ovurstórur [...] Talan er um eina stóra verkætlan, og tá er vanligt fyrst at hava eina hugskotskapping fyri at finna bestu loysnina. Hendan tekur umleið eitt ár, men so mikið síggja okkara stjórnmálamenn, at hetta er lítið [...] Hetta er eitt megnarstig fyri okkum øll. Teinurin úr Tórshavn til Tvøroyri verður nakað sum millum Havnina og Vestmanna, og tað er ikki nakað at himprast fyri. Spurningurin er bara hvussu hetta skal gerast
Grógv. 16 ára gomul fór hon at tæna hjá Øregaard í Norðragøtu – hetta var táið Jákup Frederik og Helga búðu inni í dalinum. Táið hon var 18 ára gomul, fór hon til Klaksvíkar at tæna hjá Ewaldi og Gerdu Kjølbro [...] var hon í hálvt sætta ár. Hon lærdi eisini at seyma har norðuri. Tað var í Klaksvík at hon og eiðismaðurin Alfred hittust og gjørdust góð við hvørt annað. Hetta var í 1949. Alfred var í smiðjulæru á Bedingini [...] Bedingini. Eftir sveinastykkið fór Alfred til Keypmannahavnar at læra til maskinmeistara. Andrea fór við honum, og fitt í hondunum sum hon er, fór hon at seyma á seymistovu á Gamle Kongevej. Tey bæði giftust í