býráðslimurin heldur, at ein betri loysn er at varðveita og menna verandi Bygdarhús. – Tórshavnar kommuna eigur at sleppa ætlanini um eitt borgarahús og gera eina enn betri ætlan. Ein ætlan, sum inniber at [...] at hetta verður tikið til viðgerðar í ár, at samráðingar verða tiknar upp, og at málið verður avgreitt, sigur Bergur Robert Dam Jensen. Bygdarhúsið hevur gjøgnum árini millum annað verið karmur um Flo [...] Bygdarhúsið í Kollafirði hevur í mong ár verið karmur um ein stóran part av sosiala og mentanarliga lívinum í bygdini. Húsið, sum Kollafjarðar Arbeiðarafelag eigur, stendur í Kálvakróki. Nú heldur Bergur
Skálavík, og tað er ikki so sjáldan á vetrardegi, tá hann er landnyrðingur ella lágur í ættini. - So tað, sum vit nú arbeiða við, er fyrra byggistig av tveimum, sigur Martin Karl Olsen. Tað er eingin loyna [...] Hann vísir á, at flestu eru ung fólk, onkur er um Nordjobb, eins og onkur er lesandi. Martin Karl Olsen væntar, at tey 14 kømrini, sum nú verða bygd, kunnu - um alt gongur væl - takast í nýtslu næsta summar [...] eisini er í stoypiskeiðini, er ein nýggjur bygningur, sum skal byggjast aftrat kafé’ini og soleiðis skamt niðanfyri tað, sum nú verður bygt. Her hava hjúnini á Mølini áður sagt, at ætlanin eitt nú er at hava
kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp og eru til staðar á tiltøkum kring landið. Stuðulin er við til at tryggja karmarnar um hetta arbeiðið, millum annað við útgerð og tilfari. Við Ársins fyrstuhjálpara og Ársins [...] og børn, sum hava framt serlig avrik innan fyrstuhjálp. Endamálið er samstundis at minna á týdningin av at duga fyrstuhjálp og eggja enn fleiri fólkum til at læra seg hana. Fyrstuhjálparundirvísingin fyri
greitt at hetta er varðveitingarverd náttúra og heita tey á Tórshavnar Kommunu og Súkklusambandið um at steðga á og kannað aðrar møguleikar. Yvirfriðingarnevndin og FNÚ mæla til, at heldur kannað um møguleiki [...] Føroyum. Økið við Vesturvarða er løtt atkomilig náttúra og eru hetta einastu óspiltu fjøllini, har havnarborgarar uttan at spyrja nakran bónda, enn hava frítt at fara. Hetta tí kommunan sjálv eigur hagan [...] at høvuðsborgin vildi ganga undan, í royndini at verja óspilt økir í haganum. Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon, arbeiðir miðvíst
larmurin er ólógligur. Kommunan hevur sjálv latið gera ljóðmátingar. Tær vísa, at larmurin er langt oman fyri loyvda markið. Kommunan hevur givið Blábar boð um at steðga harða tónleikinum um náttina. Kortini [...] virksemið sleppur at halda fram. Hvat er eitt kommunalt krav vert, um kommunan góðtekur, at tað verður ignorerað? Og larmurin er bara ein partur av trupulleikanum. Blábar er blivin ein ein náttklubbur, sum tykist [...] handilsrekandi sjálvir út at vaska og rudda uttan fyri sínar egnu dyr. Hetta er ikki tað, sum kallast ein livandi miðbýur. Ein livandi miðbýur er ikki ein býur í lógloysi. Vit eru ikki ímóti tónleiki, skeinkistøðum
tvífaldaður. Málskjútti var Marius Nielsen. Hetta var triðja ferðin í ár, at 21 ára gamli danski framrættaði spælarin var málskjútti. Næsti dysturin hjá AB verður um eina viku í Runavík. Næsti dysturin hjá [...] vann 2-0. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur hevur 20 stig, og at AB hevur 23 stig. EB/Streymur er á sjeynda plássi við 20 stigum. Tað eru fýra stig aftur til Skála ÍF og fimm stig aftur til B68. Hesi [...] var meiri á bóltinum, og EB/Streymur vann seg til fleiri góðar støður og upplagdar málmøguleikar, enn gestirnir gjørdu. Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki, og fýra minuttir eftir steðgin legði EB/Streymur
teimum báðum undir strikuni. HB hevur 34 stig og er við betri málmuni enn B36 á triðja plássi, og 07 Vestur er framvegis undir strikuni. Tað er málmunurin, sum er munurin millum 07 Vestur og Skála ÍF, sum í [...] Svangaskarði. Tað sigur ikki so lítið um dystargongdina, at HB vann 12 hornaspørk, meðan 07 Vestur vann tvey hornaspørk. Men tað var ikki so stórur munur, tá ið talan var um upplagdar málmøguleikar. 07 Vestur [...] Í dag var Sámal á Steig millum stólparnar hjá 07 Vestur, meðan Sebastian Wille sat á beinkinum. Hetta var onnur ferðin í ár, at 19 ára gamli Sámal á Steig var í 07 Vestur málinum. Fyrra ferðin var 6.
B68, sum av álvara er í vanda fyri at flyta niður. Um tað skal eydnast B68 at sleppa undan niðurflytingini, so skulu toftamenn í sjey teimum síðstu umførunum vinna fimm stig fleiri enn Skála ÍF, sum hevur [...] á útivølli ímóti B36 og AB og á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað er møguleiki fyri hjá toftamonnum at skava nøkur stig saman, men tað er eisini møguleiki fyri, at toftamenn ikki fara at vinna úrtøku, og [...] Tað endaði við 1-0 sigri til gestirnar, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av Skála ÍF. Hetta var annar sigur á rað hjá skálamonnum, sum hava vunnið fulla úrtøku, síðani teir skiftu venjara. Fyri einari viku
frá, at kongurin mátti verða verandi longri á sjúkrahúsinum enn upprunaliga ætlað, og í kvøld kom so fráboðanin um, at støðan var versnað um vikuskiftið. Innleggingin hevur eisini við sær broytingar í [...] norska uttanríkisráðharranum 3. september og leiða ríkisráðsfund dagin eftir. Hetta er aðru ferð í ár, at Harald kongur er innlagdur. Tríggjar dagar eftir 89 ára føðingardagin 21. februar varð hann lagdur
hvønn týsdag í heyst og í vetur frá klokkan 18-19, og hetta verður í høllini í Sørvágs skúla. Vága kommuna og Sørvágs kommuna fóru í 2023 undir samstarv um heilsufótbólt, og tilboðið varð sett á stovn eftir [...] 60+. - Øll, sum hava áhuga, verða eggjað til at melda seg í bólkin og skriva har, um tey ætla sær at møta. Tilboðið er fyri borgarar í bæði Vága kommunu og Sørvágs kommunu. [...] byrjan. Í Vága kommunu vísa tey á, at heilsufótbóltur verður spældur á smærri økjum og í minni bólkum enn vanligur fótbóltur. Dentur verður lagdur á rørslu, samveru og spæligleði, og tí kunnu øll vera við