Jonas Gahr Støre var millum tey fyrstu uttan fyri kongshúsið, sum fingu boðini um, at Haraldur kongur var deyður. Hann sigur seg hava tikið ímóti boðunum við djúpari sorg. – Ein heil tjóð syrgir og stendur [...] fólkinum, og norðmenn minnast hann við takksemi og djúpari virðing. – Virki hansara var merkt av nærleika til fólkið. Í sorgini bera vit eisini við okkum takksemi og djúpa virðing fyri tann savnandi háttin, sum [...] Gharahkhani hevur tosað við nýggja kongin. – Hansara hátign Haakon kongur VIII skal nú gera kongsembætið til sítt egna. Nýggi kongur okkara skal vita, at Stórtingið og øll tjóðin standa saman við tær, sigur
Føroyar fingu eins tveir teir undanfarnu dystirnar ein ringa byrjan uppá dystin. Støðan var 4-8 eftir 10 minuttir. Italsku dómararnir løgdu ein sera harða linju og góvu 4 útvísingar, tvær til hvørt liðið [...] liðið, longu fyrstu 7 minuttirnar. Ein av hesum var eitt reytt kort til Hugin Halgirson, ein døming, ið viðmerkjarar eru samdir um, var púra skeiv. Føroyska álopið kom spakuliga ígongd, men gekk spælið nógv [...] 18-13 í hálvleikinum. Føroyar byrjaðu við 7 móti 6 í álopinumí seinna hálvleiki og gekk betri at koma til kjansir. Tað gekk serliga væl um miðjan hálvleik, har okkara hálaðu 7 mál inn og komu uppá javnt, 26-26
fíggjarlig trygd, meðan málið verður viðgjørt. Tað merkir ikki, at Hvalur hf. hevur fingið ognarrættin til skipið. Bandero liggur nú í Akranesi. Fann ongar feilir Íslendska kringvarpið RÚV hevur verið umborð [...] einki brotsverk varð framt undir átakinum. Hann heldur, at endamálið varð rokkið, tí hendingarnar fingu altjóða fjølmiðlar at varpa ljós á íslendska hvalaveiðu. Íslendska løgreglan kannar framvegis hendingarnar
stig fram til Víking, og tað eru trý stig fram til B36, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn hini toppliðini. Sunnudagin fer NSÍ at spæla á heimavølli ímóti Skála ÍF, og mánadagin fer HB til Klaksvíkar [...] dystur hjá HB verður mánakvøldið. Meðan teir í HB nú fara at fyrireika seg at fara til Klaksvíkar, so fer KÍ í morgin til Póllands, har dystur í UEFA Europa League verður hóskvøldið. [...] fóru at vinna nærdystir, teir syrgdu fyri, at tað var nógv ferð á, og miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu teir løn fyri stríðið, tá ið Ári Mohr Jónsson, sum var framrættaður í vinstru, var heilt leysur í
gott saman líka síðani vit møttust til upptøkuroyndirnar. Umfatandi upptøkuroyndir Tað komu heili 5000 umsøkjarar til sendingina í ár, og tað er metnógv. Anna Røskva var til upptøkuroynd í fleiri umførum, [...] badedyst. Hon plagdi at hyggja saman við mammu síni. Einaferð og segði Anna Røskva til stuttleika, at hon átti at meldað seg til sendingina. - Mamma svaraði, ja hví ikki, tú dugir væl, og skal fylgja dreyminum [...] fleiri ting í senn, tað havi eg nokk lært sum sjúkrarøktarfrøðingur og komandi ljósmóðir. Tey fingu eina uppskrift til hvørja sending at vita frammanundan, og kundu fyrireika seg, restin var ókent, og tí vistu
Tíðindaskriv: Men dagurin gevur eisini høvi til at seta ein størri spurning: Hvussu væl gagnnýta vit fysioterapi sum part av okkara heilsuverki? Hjarta- og æðrasjúkur eru størsta deyðsorsøk í heiminum [...] førleika og sjálvbjargni. Spurningurin er tí ikki, um vit hava ráð til at raðfesta fysioterapi. Vit eiga heldur at spyrja, um vit hava ráð til at lata vera. Tá eitt barn fær betri fortreytir fyri rørslu og [...] gjøgnum alt lívið. Tørvur er á fysioterapeutum fleiri staðni í samfelagnum, bæði til at fyribyrgja, viðgera og endurvenja – og til at hjálpa fólki at varðveita tað, tey enn megna. Annika Osvaldsdóttir Sørensen
eftir uppskotinum longd til 1. oktober. Uppskotssetararnir vænta, at millum 400 og 500 húski fara at fáa rætt til hækkaða orkuískoytið. Meirútreiðslan hjá landskassanum er mett til 3,8 milliónir krónur. [...] orkuískoyti, inntøkumørk og ognarmørk. Tølini fevna bara um tey, sum formliga hava søkt. Fólk, sum ringja til Almannaverkið, fáa vegleiðing og síðani velja ikki at søkja, verða ikki skrásett. Tað veruliga talið [...] talið á húskjum, sum hava kannað møguleikan, men ikki fingið stuðul, kann tí vera hægri. Í 2024 fingu 486 húski orkuískoyti og 285 noktandi svar. Í 2025 vóru 427 játtanir og 185 noktandi svar. Úr 5.000 upp
heyst verða fýra almenn tiltøk í Danmark, Finnlandi, Føroyum og Álandi, har til ber at hitta nøkur av teimum, sum eru í uppskoti til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Felags fyri tey tilnevndu er [...] verkstaðið snýr seg um mat, smakk og matoyðsl. Luttakararnir fáa hugskot til, hvussu matur kann verða gagnnýttur betur, og høvi verður eisini at smakka tað, sum verður gjørt. Tiltakið er ætlað børnum og [...] brúka glúp og kanna lívið undir vatnskorpuni. ##med5## Átta uppskot til virðislønina Tilsamans átta átøk úr Norðurlondum eru í uppskoti til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026: Astra Masseeksperiment
tá tað kom til at seta ting í verk, hóast tú uppá nógvar mátar var ein smæðin maður, ið treivst best millum vinir, familju og arbeiðsfólk títt. Her vart tú tann skemtingarsami, og til føðingardagar [...] var sloppin við til Havnar at syngja við teimum, vart tú ikki blíður. Mann sigur, at ein skal grulva, áðrenn ein kann ganga. Hvussu hetta var fyri teg, veit eg ikki. Men tú fekst til seinast ikki gingið [...] skrædnað. Eisini á hendan hátt vísti tú, at framdriftin altíð kemur fyrst, tað er hon, viljin til at gera mun, til at vera nakað fyri onnur, ið lá tær fremst í huga. Tú spardi teg ikki. Tá lívið spurdi: Hvør
Tórshavnar kommuna skal rinda 2 milliónir til eina fjallasúkklubreyt til Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon. Samlaða verkætlanin var upprunaliga mett til beint undir 10 milliónir, so helst kemur okkurt [...] Triatlon (SST), skal gera til Oyggjaleikir, er meira umráðandi, enn trygdin hjá reiðfólkum, ið hava verið í økinum í eitt mannaminni. Eisini er breytin meira umráðandi enn atlit til náttúru. Bæði Yvirfrið [...] ikki saman og at vit frámæla ætlani. Á fyrsta fundinum fingu vit at vita – hetta stendur eisini í fundarfrágreiðingini – at um vit ikki kundu koma til sættis um staðseting við Vesturvarða, so skuldi fjal