íslendsku fyritøkuna Keracis, sum setti fyrsta fólk í starv í 2009 og sum á sumri í 2023 varð seld fyri 8-9 mia. Kr.!). - Collab, ein av vælumtóktu drykkunum í Íslandi, sum er grundaður á kollagen úr toskaskræðu [...] eftir møguleikum í føroysku fiskivinnuni. Í grannalondunum okkara hava tey í 10-15 ár framleitt hávirðisvørur burturúr hesum “burturkastinum”. Hetta hevur ført við sær munandi økingar í virðinum av fiskinum [...] gevur stórt avkast. Í Føroyum hava okur í lítlan mun atgongd til hesa rávøruna, tí hon verður roknað sum burturkast og fer í havið. Hjá einum parti av flotanum fara høvdini eisini aftur í havið saman við
tað í onkrum føri fór at eydnast at fara í skjótt mótálop. Undan hesum kappingarárinum vóru tað góð tíðindi í Fuglafirði, at Uros Stojanov nú aftur fór at eiga heimavøll í Fløtugerði. Tá ið hann í síni [...] tað verið langt millum málini, og í løtuni sær tað ikki út til, at Uros verður fongurin, sum tað í Fuglafirði varð vónað, at hann fór at vera. Uros var ikki á ÍF liðnum í dag og ikki á listanum, og tað var [...] framrættaður í høgru, bóltin inn um strikuna, eftir at Áki D. Samuelsen flatt legði bóltin úr vinstru og til handara stólpa. Leikgongdin var tann sama eftir steðgin, og tá eydnaðist tað HB í 10 minuttir
ú fara vit aftur at halda Samkirkjudagar í Føroyum, hesaferð verða dagarnir hildnir í Sandoyar prestagjaldi í døgunum frá 09. mai, sum er Kristi Himmalsferðardagur til og við sunnudagin 12.mai, skrivar [...] ljós á kristindómin í landinum. Yvirskriftin til dagarnar er “Komið og síggið”, hvat vit hava at bjóða! Spurningar sum, hvat hava vit at bjóða í 2024, er kristindómurin viðkomandi í 2024, og hví er hann [...] Saksum og av Eiði og líka til dyrnar har tú ætlar tær í Sandoynni. Oyggin er vøkur, fólkini blíð og fyrikomandi, og tilboðini nógv og góð. Tíðindi og skrá verða løgd á heimasíðuna www.samkirkjudagar.fo
umdystinum í dag. Hann vann bæði talvini móti Høgna, og móti Rógva vann hann annað og telvaði hitt javnt. Bæði í avgerandi talvinum móti Høgna í gjár og aftur í umdystinum í dag telvaði Luitjen sum ein brandur [...] og rokna væl í fløktum støðum, sást nú eisini ein fastleiki og tryggleiki í spælinum hjá honum, sum gjørdi munin. Tað hevur verið bíðað eftir hesum í nøkur ár. Longu í 2020 var Luitjen í FM-umdysti - bara [...] miðskeiðis í 70-unum - Luitjen Apol. Men nú er tað ein annar Luitjen. 18 ára gamli abbasonur gamla føroyameistaran - sonur Katrina og Aksel V. Johannesen - ber nú arvin víðari. Luitjen var flúgvandi í umdystinum
ferð. Tey giftust í 1971. Nakað eftir at hon var liðug á universitetinum í Oslo, fekk Astri starv sum granskari á universitetinum í Tróndheim. Har starvaðist hon í eina tíð. Fyrst í 1970’unum byrjaði Astri [...] men hevur búð meira enn hálva øld í Føroyum. Hon snøggar kantar á motivi á málningi, sum skal sýnast fram í Danmark í apríl. Onnur verk standa upp ímóti veggjunum í atelierinum. Eingin ivi er um, at Astri [...] goyggj at sníkja seg inn í onkran av málningunum. ##med4## Fakta Astri Luihn er 75 ára gomul og ættað úr Oslo. Hon hevur síðan tíðliga í 1970’unum búð í Havn. Hon tók útbúgving í tónleikavísindi og etnologi
Italia hevur í fleiri ár havt niðurgongd í fólkatalinum, og í 2023 var talið á nýføddum børnum tað lægsta, síðani skrásetingin byrjaði í 1800-talinum. Tað vísa tal frá italsku hagstovuni, sum tíðindastovan [...] uppgerðirnar fyri 2023 vísa, at 379.000 børn vóru fødd í Italia. Hetta er 11. árið á rað, at talið minkar. Í 2022 fór talið fyri fyrstu ferð undir 400.000 nýfødd, og í fjør minkaði tað enn meira. Í 2008 vóru 557 [...] 557.000 børn fødd í Italia. Italska hagstovan hevur gjørt upp, at í 2023 vóru seks børn fødd fyri hvørji ellivu fólk, sum doyðu. Fólkatalið í Italia er nú 59 milliónir fólk. Miðalaldurin hækkar, hann er
til, at tøkni frá Huawei ikki varð brúkt í útbyggingini av 5G farnetinum í Europa. Í Føroyum var ætlanin at brúka Huawei tøkni í 5G útbygging, men hetta varð slept. [...] Huawei hevði eitt gott ár í fjør, hóast fleiri vesturlendsk lond mæltu til at boykotta tøkni frá fyritøkuni. Ritzau skrivar, at Huawei seldi fyri umleið 675 milliardir krónur í 2023, og tað var tíggju prosent [...] var umleið 83 milliardir krónur, og tað var tvífalt so stórt sum í 2023. Miðilin CNBC skrivar, at serliga sølan av snildfonin Mate 60 Pro í Kina hevur stuðlað upp undir góða úrslitið. – Hóast nógvar avbjóðingar
Køge, ið endar aftast í deildini við bert seks stigum, og má tí taka eitt kappingarár í triðbestu deildini í 2024-2025. Í Aarhus tóku Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken móti Paula [...] Berg Hansen, HØJ. HØJ vann í dag á heimavølli, uttan Paula og Róa, ið eru uttanfyri við skaðum stórsigur 40-28 á Juliani J. Kragesteen og liðfeløgunum í Køge á heimavølli. Í steðginum var HØJ á odda 20-10 [...] tungu leiðina niður í triðbestu deildina. Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í Aarhus HC endaðu kappingarárið við einum teprum 31-29 sigri á gamla liðnum hjá Teis, Tønder. Í steðginum var støðan
Fýra fólk sita í nevndini í Filmsfelagnum, sum hvørt mikukvøld hevur sýningar í Havnar Bio. Tað var í tí biografinum, at Filmsfelagið varð stovnað í 1962. Í dag er hetta einasti biografur í landinum. Tey [...] mynda Filmsfelagið í dag, eru Birgir Kruse, formaður, Ole Wich, nevndarlimur, Rannvá Jónsdóttir, kassameistari, og Jana Mortensen, sum umboðar felagið í Geytadómsnevndini. Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar [...] Cage í høvuðsleiklutinum. 38 ára gamli Kristoffer Borgli hevur bæði skrivað og leikstjórnað gerandisligu søguna um anonyma læraran Paul Matthews (Nicolas Cage), sum fólk bráddliga fara at síggja í dreymi
kvinna í fíggjarmálnum í svari til Una Holm Johannesen, sum hevur sett henni fyrispurning um málið. Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin spurdi landsstýriskvinnuna soleiðis í einum grein [...] tað við haldførið í búskapinum? 2. Hvørjar hava árligu inntøkurnar av at forskatta pensjónir verið seinastu 10 árini? Í svarinum sigur Ruth Vang eisni, at roknað verður við 520 mió. kr. í 2024. – Fíggjarmálaráðið [...] Inntøkurnar av at forskatta pensjónir síðstu árini eru vístar í talvuni niðanfyri í mió. kr.: ##med3## Fíggingarmyndilin viðvíkjandi eldraøkinum í sambandi við, at kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá 1. januar