Italia hevur í fleiri ár havt niðurgongd í fólkatalinum, og í 2023 var talið á nýføddum børnum tað lægsta, síðani skrásetingin byrjaði í 1800-talinum.
Tað vísa tal frá italsku hagstovuni, sum tíðindastovan dpa endurgevur.
Fyrstu uppgerðirnar fyri 2023 vísa, at 379.000 børn vóru fødd í Italia. Hetta er 11. árið á rað, at talið minkar. Í 2022 fór talið fyri fyrstu ferð undir 400.000 nýfødd, og í fjør minkaði tað enn meira. Í 2008 vóru 557.000 børn fødd í Italia.
Italska hagstovan hevur gjørt upp, at í 2023 vóru seks børn fødd fyri hvørji ellivu fólk, sum doyðu.
Fólkatalið í Italia er nú 59 milliónir fólk. Miðalaldurin hækkar, hann er nú 46,6 ár, og ongantíð áður hava so nógv fólk yvir hundrað ár verið í landinum, tey eru í løtuni 22.500 í tali.











