nógv fólk, bæði vaksin og børn, nær og fjar, fóru ríkari heimaftur, eftir ein túr í góðveðrinum á Sandi fríggjakvøldið, leygardagin og sunnunáttina. Stóran týdning Brandur Sandoy ivast onga løtu í, at eitt [...] trivnaðin í bygdini og í Sandoynni sum heild. Leggjast kann aftrat, at børnini eisini høvdu ymiskt at fara til á seinsummardøgunum, og her vóru eitt nú stuttligar hoppiborgir og fiskikapping Úti í Støð. - [...] Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, er sera væl nøgdur við ta undirtøku, sum tiltakið - seinsummardagar – fekk millum bygdarfólkið og fólk í oynni sum heild. - Veðrið eydnaðist eisini so sera
eitt ár livað í fjarstøðu í tíð og ótíð. Vit eru ikki komin hvørjum øðrum við, eins og vit plaga, og hetta fer at merkjast í sálarheilsuni hjá okkum ungu. Vit mangla jú í roynd og veru eitt heilt ár av [...] ferðavinnuna fram um sálarheilsuna hjá ungum í Føroyum. Fólk, ið ferðast til Føroya, verða raðfest nógv hægri, enn egni ungdómur okkara. Hetta er ein trupulleiki í sjálvum sær og ein heilt absurd prioritering [...] yvir høvdið. Vit eru øll fødd í hendan heim við rættinum til hús og heim, og í løtuni eru føroysku bankarnir í gongd við at avtaka okkum hendan menniskjarætt. Við øllum hesum í huga, mugu landsins myndugleikar
Fantastiskt at hoyra tað. Hensley og hansara fólk fóru av pallinum, eftir eitt eykalag. ---- So var aftur okkurt á skránni á lítla palli. Jóhan í Kollafirði í ein mans showi, vælupplagdur, sang sínar landaplágur [...] fallskýggja klokkan trý seinnapartin var fagrasta summarveður aftur í býnum. Fólk hugnaðu sær við økið allan dagin, og fá mundu hava hug at fara heim. ---- Um fýra tíðina setti Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri [...] og einstaklingarnir, sum framførdu vóru so nógvir í tali, at tað er nærum vónleyst at fara at nevna hvønn. Men saman eiga tey øll æruna fyri, at fólk fingu eitt upplivilsi fyri lívið. Hjarnar, Frændur
. Tað er ein nýggj byrjan í tryggingar- og eftirlønarhøpi hjá Farmakonomforeningen, tí undanfarnu árini hevur avtalan verið við aðrar pensjónsveitarar í Danmark og í Føroyum. ”Som formand for Farmakon [...] på færøsk omkring færøske forhold”, sigur Christina Durinck forkvinna í Farmakonomforeningen. Í fyrstu atløgu eru tað á leið 80 fólk, sum verða fevnd av tryggingar- og pensjónsavtaluni. ”Vit fegnast um [...] viðskiftafólkum hjá LÍV til góðar” sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV. Í mai mánaði verður skipað fyri kunnandi fundum í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri. Tá fáa øll, sum gerast partur av nýggju avtaluni
hava ligið í at kalla fullkomnum ferðafólkaloysi í alt fjør, og í vár, eru vit við at basa koronu við koppseting, bæði í Føroyum, og í londunum rundan um okkum. Og tað er farið at síggjast aftur í ferðavinnuni [...] hendir einki við koronu, sum fær fólk at avlýsa bíleggingarnar í juli og august aftur, sær tað heilt gott út í summar, sigur hann. Heldur hendan gongdin sær, fer tað at bera til í summar, men tað, hann serliga [...] støðan at batna og tí er hann eisini bjartskygdur um, at tær bíleggingarnar, tey hava fingið, eisini fara at halda.
hevur steðgað tí. Málið við lítla Jørn, sum vit sóu í sendingini í SvF týskvøldið hevði endað á sama hátt í Føroyum. Munurin er bara, at í Føroyum gongur tað nógv seinni fyri seg at avgreiða eitt slíkt [...] fingraspíssarnar. Í Føroyum hava vit nógv ógvuliga dugnalig fólk í øllum liðum, men arbeiðið er ikki so væl skipað. Í slíkum málum er tað umráðandi at føla seg fram, tí einki verður loyst við at fara trampandi [...] at eygleiða hesi fólk. Eftir míni meting er Barnaheimið ikki egnað at vera familjustovnur, tí tað hevur so nógvar funksjónir í dag. Vit kunnu ikki koyra fólk, sum eru ógvuliga illa fyri í allar mátar á
tíðindafundi í morgun legði Finansiel Stabilitet fram eina tíðarætlan fyri, nær miðað verður eftir, nær Eik Banki skal vera avhendaður frá teimum. Allir oddafiskarnir í Finansiel Stabilitet eru í Føroyum um dagarnar [...] dagarnar, og í morgun nýtti setti stjórin í Eik Banka Føroyar, Jørn Astrup Hansen, høvið at kalla inn til tíðindafund at greiða frá tíðarætlanini. Við vóru Stjórin í Finansiel Stabilitet, Henrik Bjerre [...] var fyri føroyska partinum av Eik Banka, bæði í Føroyum og uttanlands, men hann helt tað vera meiri realistiskt, at tað gjørdust føroyskir keyparar, ið fara at yvirtaka bankan. Vísir tað seg, at eingirkeyparar
Kamarinum. Í samrøðu, sum Poul Niclasen hevði við hann í 1916, sigur Jákup soleiðis frá: Tað var ein merkisdagur í Havn, tá fyrsta nr. av "Færingetidende" fleyg út um býin. Bløð vóru forkunnug í Føroyum í teirri [...] skerdir, og tann skipan, sum tá valdaði - við einaveldi í Danmark og - hjá teimum fátæku - giftingarforboði í Føroyum - var í summum lutum lík henni, sum í dag eyðkennir nøkur muslimsk lond. Tá ið so ognirnar [...] gamli kom í tankar um at senda politistarnar eftir mær. Hvar eg kom, tyrptist fólk saman um meg fyri at frætta frá tí, ið stóð í blaðnum. Eg mátti brúka bæði bein og munn, og tá eg kom aftur í prentsmiðj-una
Ingeborg Vinther sigur, at eftir teirri nýggju eftirlønarskipanini, fara fólk við høgari lívsløn at fáa høga eftirløn og øvugt., -Sostatt skal stættarmunurin staðfestast líka í grøvina. Hetta er ikki ve [...] Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hon hevur alla tíðina mælt til at útbyggja samhaldsfasta eftirlønarskipanina í staðin. -Tað er ein skipan sum virka væl. Øll gjalda í hana eftir evnum, men [...] Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at avgerðin um at tvinga allar føroyingar til at 2% av lønini í ein eftirlønargrunn, vísir, hvussu lítið hald er í lyftunum frá okkara politikarum
aftur á pall í Sjónleikarhúsinum. Har fer veteranurin í føroyskum sjónleiki at spæla einmansleikin, "Seinasta bandið hjá Krapp, eftir Samuel Beckett, sum er óvanliga væl umtóktur í Føroyum, tí ongin r [...] Gamli Krapp situr hevur sitið í holu síni í 40 ár við einum gomlum spolabandupptakara, tekur seg sjálvan uppá band, og lurtar eftir gomlum upptøkum av sær sjálvum. Hann livir í eini ringrás um seg sjálvan [...] rithøvundur í nýggjari tíð, er spældur so ofta í Føroyum, sum hann. Kári Øster er ein av teimum, sum stovnaðu leikbólkin, Gríma fyri 35 árum síðani, men hevur ikki verið nógv at sæð á palli seinastu tíðina