verið áður ella komu at verða seinni. Skipið, sum stóð á tveimum rivinum, meðan brotasjógvarnir løgdu yvir tað og mastrar og segl flutu uttan um tað, var briggin Daphne frá Gøteborg. Skipari umborð var A.F [...] á vrakinum, sum hvørja løtu varð hótt við at fara í sor av stóru brotunum, sum alla tíðina løgdust yvir skipið. Men nú var vorðið ov myrkt til at róð kundi verða út aftur. Einki kundi gerast, fyrr enn mánin [...] at best mundi vera, at hann fór út við sínum monnum. Hesir menn róðu so út á hitt dunandi, uppøsta havið, og stutt eftir sást báturin í vetrarins mánalýsi at seta kós móti vrakinum, har lúgvaðu sjómenninir