Jóladag og 2. jóladag er ymiskt, hvar vit eru, men oftast samlast familjan til ein góðan døgurða hjá onkrum av teimum, vit ikki vóru saman við jólaaftan. Tað sigur Magnus Mørk Hjelm. Hvat eta tit á jólum? - [...] borðinum, men eg haldi meg til dunnu, og tað er bara jólaaftan, at vit eta dunnu. Keypir tú jólagávur? - Eg má viðganga, at daman hjá mær keypir flestu gávurnar. Tað er hon, sum hevur stóra yvirblikkið og veit [...] jólini fyri teg? - Jólini hava stóran týdning fyri meg og familjuna. Eitt sindur av rokan og fyrireiking er upp til 23. desember, men sjálvir jóladagarnir og dagarnir fram til nýggjárs eru øðrvísi enn restin
yvir øllum gávum, sum varð givin okkum við Jesusi, og sum eisini er orsøkin til, at vit halda jól. Hevur tú eitt jólaynski? - Mítt ynski er, at vit mugu uppliva jólafriðin - hendan friðin, sum einglarnir [...] hús, har teir býta pakkar út til børnini. Hetta ganga okkara barnabørn ógvuliga høgt uppí, og hetta er ein sera hugnaligur morgun. Ester Mohr sigur, at jólaaftanskvøld verða tey á Velbastað saman við Henry [...] jóladag gongur leiðin til Skopunar til Kitty, og her samlast øll familjan saman aftur, sigur hon. Hvat eta tit á jólum? - Jólaaftan eta vit dunnu og alt, sum har til hoyrir, omaná verður rísalamandé og
steðga á, hugna okkum og hyggja við takksemi á tíðina, sum er farin og samstundis njóta løtuna og hyggja frameftir. Sóllind vísir á, at hetta eisini er tíðin, har hon hugsar um, hví vit halda jól - at Jesus [...] “venindubøkur”, har ein spurningur var, hvat okkara hægsta ynskið var. Nógvar skrivaðu “friður á jørð” í bókina. Vit skrivaðu tað kanska tí, at hetta ljóðaði pent, men nú er ynskið um frið størri enn nakrantíð [...] nakrantíð. Jólaynskið hjá Sóllind á Sondum Olsen er annars, at teirra børn og makar, øll tey nærmastu og at eisini hon og maðurin skulu hava eina bjarta framtíð. Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr
árini er matskráin tó skift út við annan borðskera. Hann vísir á, at jóladag er altíð nátturði hjá eini pápasystir, og 2. jóladagsmorgun verður gingið rund Ryskivatn. - At ganga runt Ryskivatn er nakað [...] konuni. - 2. jóladag verða vit helst aftur í Vági, sigur hann. Hvat eta tit á jólum? - Vit hava altíð etið gás ella dunnu jólaaftan. Jóladag er tað sum oftast føroyskt, turt kjøt ella fekst kjøt í ovnin. [...] ár, og tá møta tey til gongutúrin, sum halda seg verða før fyri at taka túrin. Arni sigur, at í ár er ætlanin tó ein heilt onnur, tí í ár skulu tey halda jólaaftan í Havn saman við eldru systrini hjá konuni
Annfinnur Garðalíð. Hvat eta tit um jólini? - Tað verður uttan iva dunna við fyllu, eplum, sós, reyðkáli og øllum tilhoyri. Keypir tú jólagávur? - Hasin spurningurin er í fleirital, so svarið er nei. Eg keypi [...] sum nakrantíð er givin. Hevur tú eitt jólaynski? - Ja, sjálvandi. Eg haldi, at vit í fyrsta lagi skulu hugsavna okkum um, hví vit halda jól, og annars er tað mítt jólaynski, at tað er friður, semja og [...] møguliga eina jólagávu, um dóttirin ikki keypir hana fyri meg. Annfinnur Garðalíð dylur ikki fyri, at tað er konan, sum keypir allar jólagávurnar. Hvønn týdning hava jól fyri teg? - Eg haldi, at jólini eru ein
tingini í samband við vøruteljingina, sum er millum jól og nýggjár. Hann sigur, at tey síðan plaga at hava nátturða, meðan fylgt verður við kvøldarskránni í KvF. Hvat eta tit á jólum? - Vit eta føroyska gás [...] heldur, at jólini laga seg nógv eftir ymisku siðvenjunum, men í adventini og serliga á jólum er tað familjan, sum er í fokus. - Jólini hava altíð havt stóran týdning fyri meg - heilt frá lítla smádreinginum [...] tíðin undir korona lærdi okkum meira enn nakað annað, hvat einsemi kann gera við okkum menniskju. - Á jólum gleða vit onnur, og vit gerast glað. Tað er ikki minst hetta, sum jólini snúgva seg um. Tað fer
stór byrðan verður, valdast hvussu væl eindirnar eru fyri frammanundan, hvat nettrygd viðvíkir. Ongin beinleiðis kostnaðarmeting er gjørd fyri Føroyar. Ein meting hjá frontier economics frá juli 2023 metir [...] nettrygdarlógini er einki tílíkt støddarmark, tí mett verður, at tað hóskar ikki til viðurskiftini í Føroyum, her eindir, hóast týðandi, mangar hava lutfalsliga fá starvsfólk. Ein annar munur er, at sambært [...] inniheldur 20 átøk, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2024-2026. Tað mest grundleggjandi av hesum málum er at fyrireika og leggja fyri løgtingið uppskot til nettrygdarlóg, ið skal fevna um allar geirar, og
tey farnu. Seinni um dagin eru vit til jólahald á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum er fyri starvsfólkum og teirra familjum. Síðan er hugni restina av degnum. Søren Bruhn vísir á, at jóladag eru tey heima, har [...] jólatónleiki. - 2. jóladag savnast øll familjan hjá vermammuni, og er alt sjófólkið heima, kunnu vit lættliga blíva út við 30 fólk. Hvat eta tit á jólum? - Jólaaftan eta vit dunnu, hvít og brúnkaði eplir [...] og søta, sum hoyrir jólunum til. Keypir tú jólagávur? - Her er tíverri ikki javnstøða á tí økinum, og eg keypi bara ta einu jólagávuna. Síðan er tað konan, sum tekur sær av øllum gávunum. Hvønn týdning hava
Høgni Tausen. Hvat eta tit á jólum? - Vit eru rættliga siðbundin, tá tað kemur til jól. Á middegi jólaaftan eta vit ræstan fisk og garnatálg, fyltan saltaðan sperðil og kókað spik. Omaná er rísingreytur [...] 2. jóladag er øll familjan – eini 32 fólk í tali – heima hjá foreldrunum hjá honum. - Her eta vit ræst kjøt við sós og reyðkáli, og aftaná verður eisini rísingreytur við mandlu. Um kvøldið er ymiskur hugni [...] Jólini hava stóran týdning fyri meg og familjuna. Hetta er ein deilig tíð við nógvum familjuhugna. Hevur tú eitt jólaynski? - Mítt jólaynski er, at øll hava eini gleðilig jól, sigur Høgni Tausen. Lesið
sama er við einari jólakaku, sum henni vitandi eingin annar etur. Jólakakan minnir um ensku jólakøkuna, men hendan hevur smørkrem innan og er alkoholfrí. - Eg kann ikki síggja stokta gás. Gás er góður [...] og hetta er tann hátíðin, sum hevur mest at siga fyri meg. Tískil gleði eg meg minst líka so nógv til jólar sum vaksin, sum tá eg var barn. Hon heldur fyri, at munurin tó er, at desember er sera stokkutur [...] øðrvísi í ár, leggur hon aftrat. Hvat eta tit á jólum? - Sum hjá helst flestum øðrum, verður alt ov nógv etið á jólum, sigur hon brosandi. Hon vísir á, at jólaaftan er siðvenja at hava kókaðar ræstar ryggir