útbjóðing. -Vit eru í gongd við kanningarnar, sum enn ikki eru lidnar. Úrslitið av teimum og tí teimum reglum og treytum, sum føroyingar fara at seta oljufeløgunum, verða so avgerandi fyri, um vit fara at [...] Nú tað nærkast einum útbjóðingarumfari á føroyskum øki royna oljufeløgini at finna sær teir røttu partnararnar fyri harvið at standa seg betur í eini útbjóðing. Fleiri samtøk eru longu, sum virka á føroyskum [...] felagnum í fjør. Nú er so tað amerikanska felagið Amoco komið við í samtakið og hevur eisini yvirtikið operatørleiklutin, sum Fina hevði. George Chisholm, kanningarstjóri hjá Amoco sigur, at teir eru sera nøgdir
Krisjan væl. Ófatiliga tol hansara kundi sjálvandi eisini hava sína slagsíðu. Vit onnur, sum eru í so ótolin til og sum eru fangað í meldrinum av deadlinum alla tíðina, kundu vera ørg og øvundsjúk um somu [...] víðari. Fyri okkum, sum skulu gera eitt nýtt blað hvønn dag, eru ikki altíð stundir til at hugsa um teg Krisjan. Men gloymt hava vit teg ikki, og vit fara tað neyvan heldur aldrin. Tað er nevniliga ein ómø [...] geva tí nýggja innihaldsliga inspiratión. Eg ímyndaði mær, at vit kanska kundu sleppa at gera brúk av framúr góðu eygleiðaraevnum tínum, sum nú høvdu ligið í dvala í alt ov langa tíð. Men so skuldi ikki blíva
gingið, sum vit roknaðu við. Vit arbeiða alla tíðina fyri at fáa javnvág í ætlanina fyri 1998, og eftir lutakastið leygardagin mugu vit bara staðfesta, at har fingu vit ikki tað hjálpina, sum vit kundu havt [...] Føroyar í 1990 fóru uppí altjóða kappingarnar: ? Síggja vit tað frá fíggjarliga sjónarhorninum, so mugu vit ásanna, at higartil eru vit bara eina ferð komin í ein bólk, sum hevur borið stórar møguleikar fyri [...] tílíkar avtalur. Vit fingu trygd fyri inntøkum, men um vit høvdu verið hepnir í hesum lutakastinum, so kann tað hugsast, at vit høvdu havt møguleikar fyri uppaftur størri inntøkum, um vit nú sjálvir høvdu
mugu vit leggja til síðis í fyrstu atløgu. Eg kundi havt hugsað mær ein litfagrari bólk enn tann, sum vit eru endaðir í, men eg dugi væl at síggja, at vit hava møguleikar fyri fleiri stigum, enn vit hava [...] hava fingið higartil, og tað eiga vit at gleða okkum um, tí tað er fyrst og fremst stig og sigrar, sum vit eru áhugaði fyri. Javnasti bólkurin Ivan Moskalenko telist millum størstu altjóða fótbóltsserfrøðingarnar [...] venjari, og hann megnar sera væl at fáa burturúr tilfarinum, men tað er ein veikleiki, at tað nú eru so fáir skotskir landsliðsspælarar í ensku kappingini. Kekkia Ivan Moskalenko veit at siga, at teir
Johannesen, sum í 1996 og 1997 spældi við B36, nú er farin aftur til barndómsfelagið TB. Hjá GÍ slapp danski álopsspælarin Allan Birk at royna seg. Hann er nú farin aftur til Danmarkar, meðan GÍ skal avgera [...] avgera, um hann skal spæla við teimum í ár. Annars er Kristian Høgni Jacobsen úr NSÍ nú komin til GÍ, og tað frættist eisini, at Bárður á Lakjuni skal spæla við gøtumonnum í ár. Og á liðnum hjá HB sást Súni [...] síggja nýggjar spælarar. Bæði í fjør og í ár vóru nýggj andlit at síggja, eins og summi gomul andlit eru farin í nýggjan búna. Ingi Hansen, sum hevur spælt við EB/Streymi, spælir í ár við B68. Í Atlantic
landi, vit sum skulu stýra landinum í fram-tíðini. Hetta skal Sambandsflokkurin ikki forða okkum í, og um teir ikki eru fúsir til at fáa eina loysn, so at vit kunnu fáa eitt gott prógv, mugu vit heldur [...] hetta ikki verður gjørt, eru vit vís í, at Sambandsflokkurin ikki verður størsti flokkur her í Føroyum næsta valskeið. Upprunaliga var stríðið um sparingar á 400.000 kr., men nú lærararnir hava verið í [...] gagnar Føroya landi. Hetta kunnu vit ikki góðtaka. Tosað hevur verið nógv um at fáa fiskimenninar heim aftur til Føroya, og teir skulu her fáa betri livikor. Løgið er, at vit næmingar ikki eisini kunnu fáa
avgreiðsla. Uppgávan hjá Johan Djurhuus var stutt sagt at skipa føroyska fyrisiting og seta hana í verk, nú vit høvdu nýggja stýrisskipan. Hetta er í einum tíðarskeiði, tá føroyskt lógarsmíð varð brotið upp úr [...] og avgjørt so mangt í føroysku umsitingini ? 1. apríl eru 50 ár síðan heimastýrisskipanin varð sett í verk ? var hóast alt hin sami persónurin. Vit lýsa frið yvir minnið um heiðursmannin Johan F. Djurhuus [...] løgmaður Føroya 1950?59. 13. januar andaðist Johan Frits Djurhuus. Í hjúnalagnum hjá Esther og Johan eru børnini Helena, Kristian, Høgni og Elin. Við Johan Djurhuus er ein teirra farin, sum longst var við
løgmanni tað í oyrað. Vit skulu handla við danir, sjálvandi. Somuleiðis at koyra Sámal P., áðrenn hann sjálvur kom til Føroya. Men vit mugu lata alt hetta um okkum ganga, tí vit fáa so nógvar pengar úr [...] 18.1.98 Steinbjørn B. Jacobsen P.S. Annars er nú komin drúgv bók: Hugo Gaarden: Ansvaret der blev væk. Skandalerne i erhvervsliv og politik 314 síður. Her eru nógvar sakir. Hafnia, Den Danske Bank osfr. [...] skyldaðu føroyingar 3,8 milliardir, aftan á teirra hjálp var skuldin komin upp á 6,4 milliardir til eina av heimsins hægstu rentum. Nú verður skjótt val í Danmark, og teir tríggir stóru flokkarnir har kappast
uttanumtosi, hvørki frá Peri ella Póli.Vit vilja hava greið beskeð, og tey hava vit nú fingið frá Føroya Javnaðarflokki. Beskeð, sum flokkurin ikki kann leypa undan, tí tey eru søgd av evsta myndugleika floksins [...] av tí arbeiði, ið longu varð byrjað fyri 10 árum síðan. Tað kann sláast fast, at í hinum flokkunum eru sterkar kreftir, sum síggja fasta sambandið sum eina forðing fyri flogvølli á Glyvursnesi. Og tá hetta [...] so gera tey alt fyri at útseta eina samanbinding av Vágum og Streymoy, sjálvt um tey innast inni eru fullvís um, at tað er besta loysnin fyri allar partar. Grunnatátan Sjálvsagt høvdu javnaðarfólk í Vágum
setir Føroyabólkurin treytir, sum eru so harðar, at danir ongantíð aftur missa takið á føroyingum. Tað er skjalprógvað.« Hetta endaði so við bankasamanleggingini, sum vit nú kenna. Men alla hesa tíðina, hava [...] Framtíðin Tað, sum nú er eftir, er at draga hasi tingini fram og leggja tey aftur at frágreiðingini hjá Grønborg. So hava vit grundarlag fyri at fara at tosa um framtíðina. Tá vit tosa um framtíðina, [...] av, er neyðugt, at føroyingar fáa somu heimildir, sum danir, í eitt nú fíggjarmálum. Vit mugu fáa rætt til at yvirtaka øll mál. Og vit noyðast eisini at fáa okkara egna eftirlit, sigur Atli Dam og sipar