kunnu staðfesta, at framgongdin frá 1996 heldur fram. Nettosølan fyrra hálvár 1997 vaks við 9% úr 67,5% kr. uppí 73,9 mió. kr. samanborið við fyrra hálvár 1996. Størsti vøksturin hevur verið innan fiskiøkini [...] i, vørusølu, rokningsarbeiðir og Internet. Úrslitið fyrra hálvár 1997 gjørdist 13,3 mió. kr. ímóti 9,7 mió. kr. fyrra hálvár 1996. Virksemið sum heild vaks nógv. Stórt arbeiði hevur verið í samband við
fiskað 95.093 undir Føroyum í fjør Átta teir fyrstu mánaðirnar í ár fiskaðu føroysk skip tilsamans 67.551 tons undir Føroyum. Tað eru nøkur fá tons fleiri enn átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tá ið [...] mánaðirnar á fjør, niður í 12.771 tons sama tíðarskeið í ár. Talan er um eina minking uppá 1.307 tons, ella 9%. Mest er fiskiskapurin øktur eftir hýsu, heili 59%, úr 4.734 tonsum átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør
árliga. Arbeiðsloysið minkar. Í 1993 var tað eini 20-25%, í fjør 11,6%, og seinastu upplýsingarnar siga 9% í ár. Skattatrýstið er minkað uppaftur meira í ár. Harafturat er grundlønin hjá pensjónistum nú skattafrí [...] givin á nýggjárinum. Skattahámarkið varð lækkað úr 52% niður í 50% og marginalskattatrýstið lækkaði úr 67% niður í 60%. Tilboð um skattalætta aftur fyri lønarafturhald verður lagt fyri arbeiðsmarknaðin, bæði
upptrekk - rættuliga gott av einum diesel at vera. Um brennievnisnýtsluna verður upplýst, at bilurin nýtir 9,5 l av dieselolju fyri hvørjar 100 km koyrt verður. 2,5 l motorurin hevur 115 hestakreftir - við turbo [...] Av útgerðini kann annars nevnast, at bilurin hevur sentrallás, el-rútar og el-spegl. Bilurin er 4,67 m langur (sum vanligur persónbilur), hann hevur 16,5 cm fríhædd, tá hann er fulllessaður og er sera