er týdningarmikið, at vit klára at verja so væl. Eg haldi ikki, at VB kemur upp á tjúgu skot í seinna hálvleiki, sigur Jan Ottosen. Skulu í form Jan Ottosen hevur sett sær sum mál at røkka FM finalunum [...] Vit skulu arbeiða við forminum, tí tær duga at spæla hondbólt, men skulu eisini til at trúgva meiri upp á tað, sigur Jan Ottosen, sum byrjaði kappingarárið við at verða venjari hjá VÍF/Tjaldur og VÍF hjá [...] hjá monnum. «Fáa vit tey bæði tingini at ganga upp, so kunnu vit verða við í stríðnum um at vinna heiðursmerki. Kyndil er favorittur at røkka hinum FM finalu plássinum, men vit mugu bara stríðast tað vit
útbúgvingin trý ár, men av tí at talan er um fjarlestur, er lestrartíðin sett til at vera fimm ár. - Eg sá eina lýsing í bløðunum, um at nú bjóðaði Syddansk Universitet áhugaðum at taka bachelorútbúgvingina [...] fjarlestur, og eg valdi at taka av alt fyri eitt, fortelur Jákup Egil Jensen. Dagliga starvast hann hjá Atlantic Airways sum compliance auditor, har hansara uppgáva er at syrgja fyri, at allar lógir galdandi [...] haldi eg, at vit, sum sita og fylgja við fyrilestrinum á netinum, eru meira aktiv enn tey, sum eru fysiskt til staðar á universitetinum, sigur Jákup Egil Jensen. Umframt at vera til fyrilestur so at siga hvønn
tómum eygum. Hon fekk ikki luft, men hann var ov sterkur til at hon fekk hann at sleppa. Men í eini roynd at fáa hann at sleppa takinum, læt hon sum um hon gav upp og hevði mist vitið. Heldur ikki tað gjørdi [...] summar, er ein ung kvinna. Ein maður er ákærdur fyri at hava roynt at drepa fýra fólk í Norðdepli tann 14, juli í fjør og í rættinum í morgun kom fram, at tað var hendan unga kvinnan, sum var upprunaliga [...] um eitt lítið samfelag, so tað slepst ikki undan, at fólk hittast. Men hon hevði als einki yvirhøvur havt nakað sum helst við hann at gera, uttan at tey høvdu hitst av tilvild í ymsum høpum. Og tey høvdu
Maðurin hugdi at passinum, síðani at mær, áðrenn hann samanbar persónin við passinum við persónin í passinum. Aftaná nøkur sekund, lat úr manninum: “Jeg har hørt, at færinger ønsker at løserive sig fra [...] árið, men koma tíverri ikki samfelagnum til góðar. Tískil er at fegnast um, at løgmaður hevur boða frá, at landsstýrið arbeiðir við møguleikanum at yvirtaka loftrúmið. Janus Rein, løgtingslimur fyri Framsókn [...] hann metir, at Føroyar kunnu árliga fáa upp ímóti 100 mió. kr. við at yvirtaka loftrúmið, umframt at tredivu vitanartungstørv verða skapt í landinum. Hendingin í Kastrup vísir somuleiðis, at danir eru farnir
vælferðarsamfeløgunum eru nógv betri brynjaðar til at standa ímóti, tá heilsukreppa rakar. Júst tí at vit øll eru í somu skipan. Vit øll eru í sama báti. Og av tí at starvsfólkið gjøgnum áratíggju hava ment tænastur [...] aftaná ferð undir valstríðnum, at almenni geirin er ov stórur; at almenn starvsfólk skuldu sparast burtur. Tí skulu vit vera á varðhaldi, tá fíggjarmálaráðharrin roynir at steðga lønarvøkstrinum hjá ávísum [...] stuttleikar, at almenni geirin í vælferðarsamfeløgum er stórur. Tað er ikki til stuttleikar, at landið krevur skatt inn frá borgarunum. Øll vilja hava lægri skatt. Og øll vilja sjálvandi, at raksturin í
um vísa, at besta amboðið til eina væleydnaða integrasjón er at menna málið, at fáa kunnleika til samfelagið, mentanina og teir siðir, ið eru í landinum, og tí er eisini áhugavert, at vit kjakast [...] útlendingum eigur at skipast í Føroyum í sambandi við yvirtøkuna av útlendingamálum. Í 2011 var álitið liðugt og handað landsstýrinum. Niðurstøðan var greið í álitinum, at tað er neyðugt at fáa skipað [...] iðini varð mettur at verða 6,2 mió í álitinum frá 2011. Havandi í huga, at tað longu eru 10 ár síðani, og tvífalt so nógvir útlendingar eru í Føroyum, má roknast við, at kostnaðurin eisini
til at líta á vind- sól- og vatnorku í sjálvum sær. Allar tríggjar orkukeldurnar eru tengdar at veðrinum, og veðrið skiftir sum kunnugt frá árstíð til árstíð og frá ári til árs. Neyðugt verður tí at byggja [...] netinum fer sostatt at liggja upp móti fýra og einari hálvari milliard krónur, sigur Hákun Djurhuus, sum kortini leggur aftrat, at mál og útreiðslur verða tikin til eftirmetingar so at siga hvørt ár. [...] Umframt málið hjá SEV at veita 100 prosent grøna el-orku í 2030, hevur felagið eisini ein visión um, øll orka á landi yvirhøvur verður grøn. – Málið hjá okkum er, at øll el-orka í 2030 skal vera grøn.
fyri sálarliga. Til tess krevst, at starvsfólk við neyðugum førleikum at handfara sálarligar bráðstøður og at veita telefonráðgeving, verða knýtt at Læknavaktini. Góð hjálp at heinta í Danmark Í Danmark eru [...] mai mánað í ár stóð ein grein at lesa í avísini, Politiken, har sjey fakfólk mæltu til at gera eina akuttlinju til sálarliga sjúku við telefonnummarinum 115 . Hugskotið er, at akuttlinjan skal virka á sama [...] Sinnisbati vísir á, at eitt slíkt tilboð kann knýtast at sálarskaðastovuni ella 112. - Fólk, ið brádliga fáa ógvusligt angist, tunglyndi, psykosu, sjálvmorðstankar o.a. hava tørv á einum staði at venda sær. Hesar
keyps í handlum kring landið nú. Hjá Taks er fyrsta svarið, at einki samskifti at finna. Næsta svarið er, at samskiftið ikki verður mett at verða fevnt av almennum innliti. Hjá Kringvarpinum verður tað [...] er púra greitt, at endamálið er at geva almenninginum rætt til innlit í skjøl, sum eru gjørd ella móttikin sum liður í fyrisitingarligari saksviðgerð. Lógardeildin á Taks sigur tó, at samskifti millum [...] báðir velja at samskifta á Facebook heldur enn at samskifta umvegis formellu teldupostadressur teirra. Sosialurin hevur verið í sambandi við fleiri løgfrøðingar. Teir eru á einum máli um, at um ein nýtir
2010. Tað vil siga, at hetta er sjeynda árið, og vit hava havt ta kensluna, at tá ið vit hava verið so leingi í hesi skipanini, so hava vit gjørt okkum nakrar royndir soleiðis, at vit við eini eftirmeting [...] broytast og dagførast, sigur Bjarni Djurholm við Skúlablaðið, sum skrivar at tí hildu tey, sum skipa fyri Námi X, at tað var skilagott, at kommunan tók henda táttin upp, og tí hava tey verið partur av eftirmetingini [...] avgerð fer at ávirka framtíðarviðurskiftini og eisini vánirnar hjá Námi X. So nú verður bíðað eftir, hvørja leið Tórshavnar Býráð velur. Fyri fáum árum síðan samtykti Løgtingið, at tað var heimilað at 10. flokkar