tú og eg, góðtaka, at tað fer at kosta. Ikki einans fíggjarliga, men eisini, hvussu vit liva okkara lív, og hvussu vit innrætta okkara gerandisdag. Um vit veruliga meina tað og vilja gera mun, mugu vit eisini [...] Tað er nú ella aldrin, at politikarar mugu vakna og hyggja út gjøgnum vindeygað úr torninum, teir hava sitið í alt ov leingi. Tá summi siga, at Føroyar eru so lítlar, at vit ongan mun kunnu gera, er tað [...] síggja longu náttúravanlukkur sum ongantíð áður. Vit eru har nú! Tí er tað eisini NÚ, at vit skulu hava eina veðurlagslóg! Laura Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.
Ung í dag hava trupulleikar við at flyta heimanífrá. Vit mugu hava fleiri lestrarbústaðir og ungdómsbústaðir til leigu, so tey ungu hava møguleika fyri at flyta heimanífrá, tá tey ynskja tað. Bæði teir [...] neyðugt at hava ein maka ella eitt vinfólk at flyta saman við, fyri at hava ráð til húsaleiguna. Tað verður arbeitt nógv við at fáa tey ungu at fara undir hægri lestur í Føroyum, men nógv hava ikki hug til [...] miðallønt hava ráð til at leiga og liva. Harumframt er neyðugt, at vit sum skjótast seta í verk eina leigubýlisstuðulsskipan. Tey sum ikki hava ráð til at keypa sær ein dýran bústað eiga hava atgongd til
uttan samband, og tað er simpulthen ikki gott nokk! Vit hava tørv á einum støðugum og álítandi sambandi til meginøkið, eins og flest onnur øki hava. Restin av landinum verður alsamt bundin meira saman, meðan [...] og er hann sandoyingum so sera væl untur! Í samband við allar fýra undirsjóvartunlarnar, hava røddir verið, ið hava skýrt teir at vera ørvitisprojektir, áðrenn byrjað var uppá teir. Í dag fegnast vit tó [...] heitt. Gongd má koma á arbeiðið við Suðuroyartunnlinum og tað ongantíð ov skjótt, skal Suðuroynni vera lív lagað. Jónleyg J. Bech valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið
hóast vit nú hava eina inntøku fyri hvønn íbúgva, sum er hægri enn tann danska. Við sama skattatrýsti sum í Danmark kunnu vit gjalda allar tær almennu útreiðslurnar í Føroyum. Vit kunnu hava størri útreiðslur [...] undir eftir fólkaatkvøðuna ár 1946. Teir flokkar, sum hava forðað øllum stigum á sjálvstýrisleið, eru vælkomnir saman við okkum at taka tey stig, teir hava forsømt at taka higartil. Alt bendir á, at rætti dagurin [...] siga sær sjálvum, hvussu nógv hann skuldi goldið í jarðarskatt til danska ríkiskassan nú í 2022. Vit hava tveir flokkar í Føroyum, sum siga seg vera samríkisflokkar. Teir siga ikki eitt orð um, hvussu nógvan
síggi tær avbjóðingar, nógvir av borgarunum hava, sum fáa lív og rættindi undir veingjabreiðinum hjá MEGD. MEGD ger eitt megnararbeiði fyri tey okkara sum hava serligar avbjóðingar. Og eg ivist onga løtu [...] Fá ímynda betur íbornu megina um at vera sjálvbjargin, enn tey sum av onkrum áðum hava skerdan førleika ella serligar avbjóðingar. Dreymurin og viljin um at gerast javnsettur borgari, er so sterk drívmegi
krónur árliga. So fá velja at koma til Føroyar at gera film. Fyri hvørja krónu í afturbering, mást tú hava lagt minst 4 krónur eftir teg í landinum. So, hetta loysir seg. Men eingin hækking var í eygsjón á [...] ir eru her. Eldhugin er her. Men veruleikin er, at vilt tú liva av at gera film, so velur tú eitt lív í nærum hungri. Tað ber so illa til her, at nógv gevast ella flyta av landinum, til lond, sum virðismeta [...] føroyskan film og filmsvinnu. Tí fari at framhaldandi at arbeiða fyri. Her eru tvey uppskot um film, vit hava lagt fyri Løgtingið hetta valskeið: Uppskot um menning av føroyskari filmsvinnu https://www.logting
skulu skapast til virðismikið lív. Útbúgvingin sum fysioterapeutur, hevur sjálvsagt ikki gjørt fatanarevnini um hesi menniskju verri. Og júst tað at skapa virðismikið lív, er kjarnan í at vera um tey, [...] Heilsuhjálparar. Hjálparfólk. Sjúkraflutningsfólk. Læknar. Fólk sum dag og dagliga bara hava sum uppgávu at skapa virðismikið lív í gerandisdegnum hjá øðrum. Vit eiga at vera serstakliga takksom, bæði sum næstar [...] tann fagrasti menniskjaeginleiki eitt fólk kann rúma, er at seta næstans tørv, fram um sín egna. Vit hava tíbetur eina rúgvu av hesum professionellu tænastuveitarunum í Føroyum í dag. Sjúkrarøktarfrøðingar
hjá børnum og ungum. Fyri okkum í Framsókn er tað avgerandi, at familjurnar hava tað gott, at tær hava rásarúm at skipa sítt lív og at fylgja sínum málum og dreymum. Tað fara vit framhaldandi at raðfesta [...] barnafamiljur sperdar í dag, ikki bara fíggjarliga. Ein bólkur, sum er serliga kroystur, eru familjur, sum hava børn við avbjóðingum, serliga sálarligum avbjóðingum. Vit hoyra um ørkymlað foreldur, sum bíða eftir [...] eru samansettir. Men samtíðis síggja vit dømi um, at har vit politiskt veruliga seta okkum mál og hava dirvi og viljan at fylgja teimum, har ger tað mun. Tað er púra greitt fyri okkum í Framsókn, at vit
Alt mítt vaksna lív havi eg verið fakfelagsmaður um ein háls, og verði eg valdur á ting, síggi eg tað sum eina av mínum fremstu uppgávum at tryggja, at vit í Tjóðveldi væl og virðiliga halda okkara lyfti [...] prosent. Minst til, at hetta er umframt ta lønarhækking, sum regluligu sáttmálasamráðingarnar vanliga hava við sær. Hækkingin av tímalønini, sum stendst av styttu arbeiðsvikuni, skal sjálvandi eisini ásetast
oktober fyri góðum ári síðan. Maðurin, sum læt lív í Ilulissat, var 24 ára gamli, Maassannguaq Dalager. - Eg vóni, at málið fer at ganga uttan trupulleikar. Nú hava vit reist ákæru, sum byggir á kanningararbeiðið [...] ákæruritinum er maðurin ákærdur fyri dráp og fyri at hava viðfarið líkið av hinum 24 ára gamla á ósømiligan hátt. Umframt, at ákæruvaldið vil hava hin ákærda dømdan í trygdarvarðhald, skal hann eftir [...] Í dag byrjaði eitt rættarmál í Qaasuitsoq Kredsret, har ein maður er ákærdur fyri at hava dripið og sundurlimað ein mann í grønlendska býnum, Ilulissat. Ákæruvaldið krevur, at hin ákærdi verður dømdur