eg føli, at tíðin røkkur ikki til – ella, at eg ikki veit, hvat eg skal keypa í allar gávurnar, eg ynski at geva. Hon heldur, at tað hevði verið stuttligt at roynt at hildið eini jól, har hon bara keypti [...] Hetta er altíð líka hugnaligt og stuttligt, og her verður eisini dansað um jólatræið. Eg kann fortelja, at tá sungið verður um træið “Nu er det jul igen” - ja, tá er tað vilt. Tit kunnu ætla, at tá 31 [...] inni í einari lítlari stovu er rættiligt lív í. Tey, sum nú eru yvir 70 ár, eru villast. Ja lívið er gott, heldur hon brosandi fyri. Jóhanna vísir á, at jóladag fara tey at eta nátturða saman við hennara
minnast at hava etið dunnu jólaaftan. Onkuntíð hevur ein gás eisini verið á borðinum, men eg haldi meg til dunnu, og tað er bara jólaaftan, at vit eta dunnu. Keypir tú jólagávur? - Eg má viðganga, at daman [...] mær keypir flestu gávurnar. Tað er hon, sum hevur stóra yvirblikkið og veit, hvør skal hava gávur, og hvørjar gávurnar helst skulu verða. Eg haldi tó, at eg eri raskur at pakka tær inn, sigur Magnus brosandi [...] Hvar heldur tú jól? - Vit plaga at skiftast um at halda jól hjá mínari familju og verfamiljuni annaðhvørt ár – ella, sum tað passar best. Jóladag og 2. jóladag er ymiskt, hvar vit eru, men oftast samlast
Ester Mohr vísir á, at á jólum koma eisini minnini frá barndómstíðini fram, tá ikki so nógvir pengar vóru. - Men, tað var fjálgt, hugni og nærvera, leggur hon aftrat. Hon sigur, at hon um jólini serliga [...] sum eisini er orsøkin til, at vit halda jól. Hevur tú eitt jólaynski? - Mítt ynski er, at vit mugu uppliva jólafriðin - hendan friðin, sum einglarnir sungu so vakurt um. Og Ester Mohr ynskir at enda við [...] við, at jólamenninir ganga runt og inn í hvørt hús, har teir býta pakkar út til børnini. Hetta ganga okkara barnabørn ógvuliga høgt uppí, og hetta er ein sera hugnaligur morgun. Ester Mohr sigur, at jól
takksemi á tíðina, sum er farin og samstundis njóta løtuna og hyggja frameftir. Sóllind vísir á, at hetta eisini er tíðin, har hon hugsar um, hví vit halda jól - at Jesus hevur lært okkum at vera góð við hvønn [...] kanska tí, at hetta ljóðaði pent, men nú er ynskið um frið størri enn nakrantíð. Jólaynskið hjá Sóllind á Sondum Olsen er annars, at teirra børn og makar, øll tey nærmastu og at eisini hon og maðurin skulu [...] G. Olsen, býr í Grønlandi. - Jóladag og 2. jóladag vænti eg, at vit fara at eta, hugna okkum og spæla spøl saman við vinum. Hon vísir á, at tey eta dunnu jólaaftan. Síðan verður tað helst reinsdjór jóladag
nakað, mær dámar so væl. Eg haldi, at pyntingin skal bíða til 1. sunnudag í advent. Hon heldur, at tá pyntingin er so tíðliga, sum vit ofta síggja, er líka sum glansurin farin av pyntingini á jólum, tí tá [...] vísir á, at tímiligu jólini eisini eru so hugnalig, har alt er so vakurt pyntað, og vit hoyra góðan jólatónleik. - Men, eg haldi, at pyntingin kemur fyrr og fyrr, sum árini ganga, og hetta er ikki nakað [...] hjá pápanum, sum altíð er sera hugnaligt. Eg eigi tvær gentur og eitt ommugull, og tey verða øll hjá familju norðanfjørðs jólaaftan, sigur Davia Nicolajsen. Hon leggur aftrat, at jólini 2025 verða øll aftur
heiminum kennir USA, at ognarrættur og ræði á Grønlandi er av sera stórum týdningi, skrivar hann á Truth Social. Trump skrivaði ikki svart og hvítt, at tað er amerikanska eftirlitið, sum er avgerandi. Hann [...] urin, Múte B. Egede, avsannar greitt, at Grønland er til sølu, eftir viðmerkingina hjá Donald Trump um "amerikanskan ognarskap og ræði á Grønlandi." - Grønland er okkara. Vit eru ikki til sølu og verða [...] heimin, serliga við grannar okkara. Av tí at alt samstarv og samhandil ikki kann fara ígjøgnum Danmark, heldur landsstýrisformaðurin fram. Í sambandi við, at komandi amerikanski forsetin í gjørkvøldið
og hetta er tann hátíðin, sum hevur mest at siga fyri meg. Tískil gleði eg meg minst líka so nógv til jólar sum vaksin, sum tá eg var barn. Hon heldur fyri, at munurin tó er, at desember er sera stokkutur [...] hugsast, at tíðarkarmurin møguliga verður øðrvísi í ár, leggur hon aftrat. Hvat eta tit á jólum? - Sum hjá helst flestum øðrum, verður alt ov nógv etið á jólum, sigur hon brosandi. Hon vísir á, at jólaaftan [...] jólaaftan er siðvenja at hava kókaðar ræstar ryggir og hálsar, og 1. jóladagur er við dunnu, sviskum og øllum tí sum hoyrir til. - Í heiminum hjá okkum í Skopun var vanligt at eta gás á jólum. At hava ræst kjøt
sum dámar væl at shoppa, so hon klárar tær flestu gávurnar. Hon heldur eisini skil á, at allar gávurnar eru komnar undir land. Hann sigur, at vanliga hevur hann bara ta einu jólagávuna at keypa, men hann [...] vit gjørt av at verða saman við mínari familju heima hjá foreldrunum. Vit eru so heppin, at øll verða saman í ár. So, vit verða 13 fólk, harav seks børn, ið gleða seg øgiliga nógv at sleppa at pakka upp heima [...] ferð, og har vit øll altíð eru on, er tað kanska ein tann truplasti boðskapurin eisini at taka ímóti sjálvur. Hevur tú eitt jólaynski? - Privat er ynski sjálvandi, at tað skal ganga familjuni væl, bæði
(gittar). Tað er forkunnugt fyri meg at skifta leiklut til eina konsert, frá einans at vera áhoyrari og luttakari, til eisini at vera eygleiðari. Eg hevði fyrireikað meg uppá, at hetta fór at skapa eina frástøðu [...] máttmiklum granntrøum skógin at skelva. Jasmin legði út við at siga til eina av sínum framførslum, at hon hevði valt at syngja ein sang hjá einari sangdrotning, Celine Dion. Ja, gamaní, er Celine ein drotning. [...] og nissupápi”, “Hygg, kavin hann er komin”, “Sleðurokk” og “Føgur er foldin”. Tað er ein framhaldandi vandi fyri, at hesi løgini vatnast út og ovbyrjast. Samstundis er eru bæði útsetingarnar og framførslurnar
ymiskum familjuspølum. Hon heldur, at tað týdningarmesta um jólini er, at børnini hava tað gott. Hevur tú eitt jólaynski? - Mítt ynski er, at øll eru glað og hava tað gott. Hon vísir á, at jólini eru ikki ein [...] jól? - Maður mín er sjómaður, og í ár er hann heima. Tí fara vit at halda jól hjá verforeldrunum í ár. Tað sigur Fríða Slyne. Hon vísir á, at tá verforeldrini eiga tey jólaaftan, sum hon tekur til, verður