Hvar heldur tú jól?
- Eg haldi altíð jól í Skopun, og jólini í ár verða einki undantak. Vit verða fimm niðri hjá pápanum, sum altíð er sera hugnaligt. Eg eigi tvær gentur og eitt ommugull, og tey verða øll hjá familju norðanfjørðs jólaaftan, sigur Davia Nicolajsen.
Hon leggur aftrat, at jólini 2025 verða øll aftur samlað hjá henni.
- Jóladag eri eg boðin til døgurða, og 2. jóladag koma øll her til mín at eta døgurða. Tað gleði eg meg serliga nógv til.
Davia vísir á, at jólaaftan eta tey altíð stokt ræst kjøt, og tey plaga eisini at hava okkurt turt, kanska ein lítlan bógv ella so.
- Eg plagi at gera eina góða heita eplasalat afturvið og so annars røtur, gularøtur og eplir. Omaná eta við rísalamande, kirsuberjasós og karamellusós.
Hon sigur, at jóladag verður tað dunna, brúnkað epli, hvít epli, waldorfsalat og reyðkál.
- Hetta er eitt av hæddarpunktunum um jólini, tí okkum dámar so sera væl dunnu. Jóladag eta vit eisini rísalamande, smákøkur og karamellur.
Davia Nicolajsen sigur, at 2. jóladag er ikki nøkur føst menu, men í ár verður tað helst feskt lambskjøt og alt tað, sum her hoyrir til.
- Dessertin verður ísur, smákøkur og karamellur, sigur hon.
Keypir tú jólagávur?
- Ja, eg keypi jólagávur, men ikki so nógvar, sum tá genturnar vóru smáar. Tá vóru sjálvsagt fleiri. Eg haldi, tað er hugnaligt at ganga og mala og hyggja í handlar og kanska steðga á onkustaðni at fáa sær ein drekkamun ella ein kopp av kaffi.
Hon sigur, at enn eru ikki allar jólagávurnar komnar í hús, men nú vanta ikki nógvar.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg, bæði andaliga og tímiliga. Andaliga, tí eg veit, hví vit halda jól - at tað var Jesus, sum varð føddur. Hann sum skal bjarga okkum frá syndini. Og so er tað eisini hann, eg kann venda mær til, tá alt kanska ikki gongur so væl. Men, eg takki eisini Jesusi, tá tað gongur væl.
Davia Nicolajsen vísir á, at tímiligu jólini eisini eru so hugnalig, har alt er so vakurt pyntað, og vit hoyra góðan jólatónleik.
- Men, eg haldi, at pyntingin kemur fyrr og fyrr, sum árini ganga, og hetta er ikki nakað, mær dámar so væl. Eg haldi, at pyntingin skal bíða til 1. sunnudag í advent.
Hon heldur, at tá pyntingin er so tíðliga, sum vit ofta síggja, er líka sum glansurin farin av pyntingini á jólum, tí tá hevur jólapyntið longu hingið uppi so leingi.
Hon vísir á, at hennara jólatræ verður ikki pyntað fyrr enn 23. desember, tollaksmessudag.
- Tá jólatræið er komið upp, og angin av granninum breiðir seg um stovuna – ja, tá byrja jólini.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Mítt jólaynski er, at øll í Føroyum skulu hava tað gott, og her hugsi eg ikki minst um børnini, og eg vil enda við at ynskja øllum eini gleðilig jól, sigur Davia Nicolajsen.
Lesið eisini -
* - https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum
* - https://www.in.fo/news-detail/ein-deiligur-fridur-a-jolum
* - https://www.in.fo/news-detail/halda-jol-i-nyggjum-heimi-i-fuglafirdi
* - https://www.in.fo/news-detail/soleidis-halda-tey-jol-a-skarvanesi