Grækarisson úr Kvívík, Dánjal Martin Jacobsen úr Sandvík, Olivar Debes frá Gjógv og Hans Dánjal Joensen úr Miðvági. Teir fóru yvir við einum avgomlum dampara sum æt Rask. Kári minnist væl tann rustklumpin [...] meg og fór útum beinanvegin. Eg møtti Mikkjali á Stykkinum, sum var við mær. Eg sigi við hann: ”Mikkjal, kom niður í lastina við mær”. Vit koma niður, og nú stendur tann blái fossur í bæði borð. Tað vísir
Sjey av teimum vóru úr Vestmanna, meðan tann áttandi var úr Hvalvík. Hetta var Haldor Olaf Edvard Joensen, systkinabarn mammu. Hann var beiggi konu Sámal. Her kann vera nevnt, at Hans Jacobsen, sum fórst [...] Vit vóru bert ein mánaða um tann fyrsta túrin. Vit fóru til Vágs at landa til J.A. Godtfred, har Mikkjal Godtfred var stjóri. Lastin var full, men fiskurin var ikki umrivin, sum vanligt er við saltfiski