skúlagongd á skránni. Tað verður tó lagdur stórur dentur á, at tú skal passa tíni skúlating. Annars sleppur tú ikki at spæla. Frá 8. flokki til 10. flokk gongur illa í støðfrøði. Alex hevur fast pláss á vinstra [...] komu fram, vóru føturnar hjá mær hovnar, og eg visti ikki hví, sigur Alex og vísur á fótinum, hvar hann var hovin. Teir vóru ikki meir enn komnir fram, so var venjing á skránni. Tíbetur, so hevði venjarin [...] okkum á ein slíkan bil, sum tey plaga at koyra gomul fólk við. Hon drønaði avstað og floytaði allan vegin til tokið, sum var á veg avstað, tá vit koma fram. So ýldi hon eftir føraranum, sum at enda steðgaði
merkist so væl á honum, hvussu góður hann var við tær. Tær vóru hanasara eitt og alt. Saknur verður nú at hyggja út ígjøgnum vindeygað á skrivstovuni her heima. Vitandi at hann ikki verður at síggja meira [...] haru aftrat, tí so høvdu líka nógvar at bera. Vit gingu á veg heim aftur og vóru komnir aftur á gøtuna í urðini. So sigur pápi, at nú seta tit tykkum báðir aftanfyri ein stóran stein og bíða. Pápi fór avstað [...] sum ikki vóru so nógv í tali í okkara aldri, fylgdust sera nógv. Serliga vóru Dávid og eg sjálvur, so at siga altíð saman. Frá smádrongi av og upp til ungdóms árini. Hann fór til skips eftir lokna skúlagongd
venjari? Vóru Chelsea viðhaldsfólkini veruliga so ónøgd við støðuna í felagnum, so stoð tað heldur »Roman out« á skeltinum. At gera arbeiðsumstøðurnar hjá Rafael Benitez verri, er nakað sum at skjóta seg [...] fjeppara bólk vísti á, at Rafael Bentiez eina ferð hevði sagt ymiskt minni gott um Chelsea. Hetta mást tú ikki gera, tí Chelsea áskoðarar gloyma ikki, var boðskapurin. Tað skal so líka sigast, at hetta var í [...] Mourinho tveitti við svadum eftir øllum øðrum feløgunum. Tað var nú løgið, at Chelsea áskoðarar nú skulu verða so fíntfølandi. Sunnudagin varð Rafael Benitez so fyrst ferð á bonkinum, tá Chelsea og M
hann var so sera veikur seinastu vikuna – so mikið veikur, at hann nóg illa megnaði at sita í songini - so skrivaði hann náttina til hósdagin sang við 12 ørindum til mammu. Í sanginum lýsir hann so gott hvussu [...] børnini vóru í sama høli frá yngst til elst; soleiðis var tá. Tað var ikki óvanligt um góðveðursdagar vóru, at børnini fóru tíðliga upp saman við teim vaksnu at hjálpa til at breiða fisk út á fiskastykkinum [...] bygdum. Virkið á Glyvrum fór av knóranum. Eftir at vinnuvirksemið varð steðgað á Bakka, fór Johan Hendrik abbi, at byggja hús fyri fólk. Hann hevði arbeitt sum húsasmiður, hevði m.a. verið við at bygt kirkjuna
stormur og regn, so vit vóru illa komnir á holdi av kulda í okkara rennvátu klæðum. Eisini vóru vit illa tuskaðir frammanundan av at pumpa uttan steðg fleiri samdøgur. Einki skjól var at finna á oynni. Móti [...] petroleum til at kyka við, var svarað, at tað var ovmikið brandfarligt fyri okkum at hava um hendi! Tá tríggir dagar vóru gingnir var greitt, at her mátti gerast nakað. Vit royndu so at fáa fútan at fáa Hvidbjørnen [...] steðgaður. Dagin eftir var ódnarveður við stormi og kavaælingi, og nú øktist lekin brádliga so tað bert við at pumpa við lív og deyð eydnaðist at halda skipinum flótandi. Allir vóru samsintur um at søkja fyrstu
felag bjóðar upp á meg, so taki eg av, sigur Símun víðari. Tað er ikki bara tí at Símun vil sleppa uttanlands aftur at spæla, at hann heldur hurðini á glopp. Tað er eisini ein máti at motivera seg sjálvan [...] fær hann at vita, at omman í Vági er deyð. Beiggi Símun, Jón, og mammubeiggin, Petur, standa og bíða eftir honum, tá hann kemur av vøllinum. Símun fer at heilsa upp á, og teir greiða frá, at hon doyði [...] reglugerðin. Símun hyggur upp á klokkuna og sær, at hetta fer at knípa. Hann pakkar í ein fart og drønar á flogvøllin. Hann lendir í Olso stutt eftir klokkan 23, og skal verða á Ullevaal leikvøllinum áðrenn
skýmingini tók Pride bátin upp á sleip fyri so at siga at koma upp á pláss aftur. Tá var tað, at báturin skrædnaði. Tað eydnaðist sundamanninum, sum var í bátinum, at sleppa upp á Pride aftur, meðan hinir fýra [...] ímillum, at vit eru á sjónum. Tað var annars sjógvurin, sum bant bygdir og oyggjar saman. Ólíka lagaligari var tað ofta at seta seg í bátin og verða fergaður upp á pláss í staðin fyri at leggja á fjøllini [...] og ættum onkran, sum er farin á sjónum. Tí kennist tað so viðkomandi og bærligt, at vit alla halgannadag á hvørjum ári steðga á og minnast teir, sum fóru og ikki bóru boð í bý. J. Símun Hansen tekur soleiðis
sótu so illa um sátt, at teir lógu hvørjum øðrum eftir lívinum. Ein dagin, teir vóru burtur í haga, kom so snøgliga eitt myrkur niður yvir teir, og teir gjørdust so ræddir, at teir lovaðu olmussu at vera [...] bókin so væl skipað og frágreiðingarnar so pedagogiskar, at øll, sum væl og virðiliga duga at lesa í bók og eru nóg forvitin, fáa stóra gleði av at lesa hana, og fara at venda aftur til hana at fáa greiðu [...] nevndur tann fyrsti vísindamaðurin, av tí at hann altíð royndi at finna svar á spurningar á vísindaligan hátt, í staðin fyri sum vanligt hevði verið at víst á gudar ella aðrar metafysiskar frágreiðingar
Tað tekur tveir tímar bara at koma á opið hav. Tað byrjar so smátt at ganga upp fyri teimum, at hetta vist nokk ikki var eitt serliga gott hugskot. – Tá aldurnar vóru upp á tað hægsta sóu vit ikki land [...] havi stundir at steðga á at hugsa um tingini, sigur Jákup. Hann vísur somuleiðis á, at hann má tveitast í kjallarin tá Manchester United spælir, tí hann er so íðin. – Tað er næstan ótrúligt, at eg ikki skal [...] metið. – Mentalt eri eg klárur at spæla fleiri ár afturat, so um beinini vilja tað, so ætli eg mær at taka metið, sigur Jákup á Borg at enda. Prince liggur og snorkar á sofuni. Kaffe er blivið kalt og
Bretlands, fær Dollin boð um, at kanningar hava víst, at ákærurnar móti honum vóru falskar ella í minsta lagi alt ov nógv avgjørdar, og tí var heimkallingin afturkallað. Nú er tað, at henda søgan veruliga [...] patrónir. Tí vóru so nógv fólk, har onnur hondin var kvett av. Dollin ger bart í Bretlandi Dollin kemur aftur til Bretlands um 10. oktober 1903, og hann brennir eftir at fara í holt við at kunna bretar [...] er fram, eftir at bókin kom út. Tað er skrivað av Ruth Slade í bók um leiklutin hjá bretskum missiónsfeløgum í Congomálinum. Hon skrivar beinleiðis, at umrøddi Morel royndi at fáa Dollan at ávirka