innan í okkum. Eins og at vit gerast áskoðarar til lívið, og læra tilverunnar viðføri at kenna á ein nýggjan hátt, sigur Kristine Hestbech, sum eisini vísir á, at ein pílagrímsferð er ein reinsan, ella [...] tú ein langan túr saman við øðrum pílagrímum. Tit ganga allan dagin og hava mat og vatn við til ferðina. Um kvøldið verður etið og gist á einum herbergi, og morgunin eftir verður farið avstað aftur. Møðin [...] kropsligt sikti. Og hóast Kristine Hestbech er prestur, og leggur dent á kristna boðskapin og innihaldið, er tað ongin loyna, at ein pílagrímsferð eisini er ein ferð út úr gerandislívinum og inn í teg sjálva
Aftur í ár skipar Listafelagið fyri árligu ólavsøkuframsýningini, sum verður í hølunum hjá Lista¬ savninum, og í ár hevur Listafelagið heitt á Tormóð Djurhuus um at skipa fyri framsýningini [...] ljós á føroyska list. Ólavsøkuframsýningin er ein søluframsýning, sum merkir, at øll verkini, ið verða sýnd fram, eru til sølu. Á tann hátt er hetta ein frálíkur háttur hjálpa ungum og meira ókendum [...] teirra hugflog til at mynda teirra íkast til ólavsøkuframsýningina, sigur Tormóður Djurhuus. – Um eg kortini sjálvur skal seta orð á, hvat felagseyðkenni fyri framsýningina er, so eru nógv “grøn”
morðini til rættis. Men hann var prestur og slapp undan revsing, tí ein av nevningunum sýtti fyri at døma ein prest. Málið bleiv tí slept, men gjørdist kortini kent um allan heimin orsakað av filminum [...] filminum »Mississippi Burning«. Men nú er Edgar Ray Killen aftur í rættinum, og hesaferð er hann ákærdur fyri at hava givið boð um at myrða teir tríggjar borgararættindastríðsmenninar fyri 41 árum síðani. Tá hann [...] íðsmenninar Michael Schwerner, Andrew Goodman og Ben Chaney í 1964. Teir tríggir, tveir hvítir og ein svartur, vóru á ferð í Mississippi, har teir royndu at fáa tey svørtu at skráseta seg sum veljarar
ongantíð veik plássið, um so sólin var frammi Vit funnu skjótt saman og tað blívu til fimm ár við síðuna av hvørjum øðrum á skúlabonki. Eg minnist ikki heilt um vit kendust áðrenn, ørminnist um at vit hittust [...] ongin er vendur aftur, halda vit okkum til orðing Sheakspeares. Jógvan valdi at lesa gudfrøði. Eg veit ikki nær hetta uppskotið stakk upp á hann. Hann hevði ongar ætlanir um at gerast prestur í sætta og sjeynda [...] Strondum. Síðan gingu 2600 mánamorgnar, og nú er hann fimti, situr sum prestur á Gjaranesi innalaga á Strondum, er maður, pápi abbi og ein lívsroyndur strandingur. Okkara leiðir hava krossast tey seinastu 38
til sunnudag, tá sonurin fór til gravar. Foreldrini høvdu tosað um, at um tey fingu ein son, so skuldi hann eita Gunnar. Sonurin var navngivin, og foreldrini tóku myndir av honum, sum tey gjørdu stóra plakat [...] foreldur, tá slíkt hendir. Um foreldrini verða spurd, um tey skulu hava hjálp, men siga, at tað ikki er neyðugt, so skal ljósmóðurin t.d. ringja heim aftaná eina tíð, og spyrja aftur, tí foreldrini als ikki [...] skuldu hava barn aftur. Tey vóru ógvuliga fegin, tá Lív kom, og at alt var í lagi. - Eg hugsaði eisini nógv um Gunnar, bæði áðrenn eg átti og Lív og aftaná. Tá eg lá á song hugsaði eg um, at tað hevði verið
verður soleiðis, at bara ein listi er – ella í øllum førum ein stórur listi, sum ræður, eitt nú í Runavík og Sunda kommunu. Her er einki fótarbeiði áðrenn, eingin planlegging um uppstilling, so sum [...] Føroyum ikki er góð, tí kvinnuumboðanin er ov lítil. Hon vísir eisini á, at valið hesaferð í so máta var ein afturgongd, tí kvinnuumboðanin í føroyskum kommunustýrum fór úr 31 niður í 28 prosent [...] dugað hetta út av lagi illa. Bakslátturin – ella backlash ' – sum Beinta í Jákupsstovu tosar um, er serliga galdandi á plássum, har fólkið stillar upp á »almennum listum«. Her síggja vit nógvastaðni
lisið um – er áralang. – Væntað hevur eisini verið, at frælsissólin rættvísa vildi rísa her eystan landa og gylla hendan lítla oyggjarflokk í gløðandi morgunroða. Men sum dagar og ár fóru aftur um bak, so [...] kur, eins og arbeiðarar um allan heimin, eru nú so langt áleiðis komnir í hugsunnarhátti viðvíkjandi teirra støðu á almennum viðurskiftum og politikki, at tað hereftirdags merkist, at tað er ein serstakur [...] javnan er frammi á tingi, so heldur ein meiriluti á Føroya Løgtingi enn, at tað er í lagi, at Kringvarp Føroya á órættvísum grundarlag kappast við privatar miðlar um høvuðsgrundarlagið undir privatum m
Tí kann Kyndil skapa sær best hugsandi fortreytirnar, um teir bara syrgja fyri at gera sítt arbeiði. Og nú StÍF er lagt aftur um bak, er talan her um tríggjar dystir á Hálsi. Nevnliga heima móti H71 og KÍF [...] eitt stig frá Neistanum. Gaman í við einum dysti fleiri, men verður hugsað um, at liðinum vantar seinasta innanhýsis dystin, eins og Neistin enn eigur útidystin á Skála á, so tykist finaluluttøkan liggja [...] finalutapið í fimm ár. Og úrslitið var ein dystur, har intensiteturin og spenningurin vóru væl betri enn hondbóltsspælið. Og har málverjarnir helst vóru betur nøgdir um sítt avrik, enn útispælararnir vóru
helst verður júst hesin dysturin eisini ein verulig ábending um, hvat av teimum báðum oddaliðunum fer at vera betri fyri, tá seinasti dysturin er lagdur aftur um bak. Dysturin í tølum H71-Neistin 24-38 (10-18) [...] løtuna var tað fram um nakran annan Zeljko Jotic í neistamálinum, sum gjørdi munin á liðunum, men eitt spurnartekin eigur tó at setast við, um tað »bert« var stinna málverjaspælið, ella um tað ikki eisini [...] long tíð farin av dystinum í høllini á Hálsi, áðrenn tað stóð greitt, at her fór talan ikki at gerast um tann stóra spenningin. Hóast spælbýtið kanska var so hampuliga javnt fyrsta korterið ella so, so stóð
farið var aftur í tiðina og litið at, hvussu gongdin hevur verið hesa øldina, Heimamissiónin hevur verið í Føroyum. Sverri Steinhólm, prestur, talaði á møtinum, eins og eisini varð hugt aftur á søguna við [...] Heimamissiónin hevur ongan limalista at fara ígjøgnum, tá heitast skal á fólk um at taka eina hond í. Talan er ikki um ein felagsskap, men eina rørslu, har fólk sjálvboðin halda seg til, tá soleiðis er [...] sum komu til Nesvíkar fríggjakvøldið, fingu nátturða. Seinni um kvøldið var kaffi til øll, sum komin vóru. Tey flestu fóru heim aftur um kvøldið, men onkur varð verandi. Tey skulu so hava morgunmat l