Friðarrørslan verður stovnað við støði í friðartiltøkunum, sum seinasta árið hava verið fyriskipaði: Friðargonga, Friðarkonsert og Friðarráðstevna í sambandi við kríggini í Ukraina og Miðeystri. Føroyingar fyri [...] polarisering, sum eyðkennir okkara tíð. Í Føroyingum fyri friði er rúm fyri ymiskum sjónarmiðum við tí endamáli, saman at varpa ljós á týdningin, at fáa frið í lag í teimum londum, har kríggj og yvirgangur [...] aðalfund av áhugafelagnum “Føroyingar fyri friði” sunnudagin 5. oktober 2025 kl. 14:00 í MEGD húsinum, Íslandsvegur 10c í Tórshavn. Føroyingar fyri friði hava til endamáls, at virka fyri friði millum fólk
Facebook-vanganum hjá Miðstovugarðinum hevur í vikuni eisini verið lýst við, at tey regluliga selja á marknaðarplássinum í Vágsbotni og soleiðis hevur eisini verið longu í heyst, har tey hava havt við sær sandepli [...] grønlendskum rækjutrolara, og í sínari tíð gjørdist hann eisini kendur á skíggjanum sum føroyskur sjónvarpskokkur. - Í dag fara vit at eta nátungar, og tí valdi eg at steðga her í morgun og keypa bæði nýupptikin [...] sum veksur í moldini, er búgvið til upptøku, er ymiskt, hvussu leingi grøðin heldur sær sum frísk og góð. Ottar Hentze, sum rekur Uttastovugarð í Trøðum, sigur, at sumt kann standa leingi í moldini, meðan
jamen hví skulu vit ikki gera hatta? Í 54 ár hevur hann sitið í býráðnum, har av 16 ár í borgarstjórasessinum. – Tað er helst eingin í kongaríkinum, og heldur ikki í Svøríki og Norra, sum hevur verið á [...] umstøður í Føroyum, soleiðis at hondbóltslandliðini kunnu spæla sínar dystir í Føroyum. – Tað var tað sama, tá Tórsvøllur varð bygdur, tá sat eg í bygginevndini. Tað byrjaði aftan á sigurin í Landskrona [...] mær dámar. Eg havi summarhús í Leynum, sum eg sjálvur havi bygt. Tey skulu haldast við líka. Og hvønn dag eri eg úti í Havnardali. Í 35 ár hevur Heðin Mortensen havt leigutrøð í Havnardali. Á trøðni ganga
fyri eldraøkið í Tórshavnar kommunu. Eldradepilin í Kollafirði er tað seinasta av fleiri tilmælum í hesi útbyggingarætlanini. Hini tilmælini í útbyggingarætlanini eru gjørd ella eru í gerð. Urd og De [...] Tjarnargarði vóru liðug og lótu upp á sumri í 2021, og nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum er í gerð á Stórubrekku í Hoyvík. Eldradepilin í Kollafirði skal rúma allar tænastur á eldraøkinum [...] Torshavn.fo: Í kvøld verður tilmæli lagt fyri býráðið um at seta eina bygginevnd til eldradepilin, og at geva fyrisitingini heimild til at fara undir at gera eina byggiskrá. Í 2017 samtykti býráðið eina
Articon til almenna móttøku fríggjadagin 3. oktober klokkan 15-17 í hølum felagsins á Hjalla 20 í Hoyvík. Felagið skrivar í innbjóðing, at frá 1. oktober lata stovnararnir Jón Sigurdsson og Niclas Joensen ábyrgdina [...] prosent av felagnum, meðan nýggja leiðslan í felag eigur 10 prosent. Gamla leiðslan, Jón Sigurðsson og Niclas Joensen, eiga í felag 10 prosent av felagnum. Í sambandi við leiðsluskiftið bjóðar Articon [...] Tað var tann 20. januar í ár, at kunngjørt varð, at danska byggifyritøkan Per Aarsleff Holding A/S, ið er skrásett á danska keypsskálanum, saman við leiðslubólkinum í Articon hevði keypt P/F Articon. Danska
fleiri enn tá tú byrjaði fyri 40 árum síðan. Ja, bara í Hoyvík er fólkatalið vaksið úr 849 í 1985 til 4.719 fólk í dag. Tú hevur upplivað góðar tíðir í kommununi, og tú hevur upplivað krepputíðir. Men allar [...] borgarstjórum. Tá tú byrjaði í 1985 – tá Poul Michelsen var borgarstjóri – búðu 13.600 fólk í kommununi. Síðan tá er kommunan vaksin nógv, og í dag búgva umleið 23.600 fólk í Tórshavnar kommunu – 10.000 [...] 40 ár í starvi hjá kommununi. Elsa Berg segði millum annað: “Tú ger ikki so nógv burtur úr tær sjálvum, men letur onnur standa fremst á pallinum, meðan tú heldur teg í bakgrundini og arbeiðir í tí stilla
Startur og mál varð við Tjarnir í Hoyvík, og opnu bólkarnir hjá kvinnum og monnum súkklaðu 107 km við umleið 1500 hm. Tey koyrdu leiðina Tjarnir – Svínáir – Saksun – Tjarnir. Eldru bólkarnir hjá monnum [...] Og U19 bólkurin hjá monnum koyrdi 53 km. Okkara fremstu oyggjaleikaluttakarar eru enn væl fyri, og í opna bólkinum hjá monnum vann Pauli Poulsen, Troy, við tíðini 3:11:00 frammanfyri Kostas Garoflos, [...] 1:56:18 frammanfyri Mikkjal Heðin Rosen, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, sum hevði tíðina 1:57:29. Í eldru aldursbólkunum hjá monnum vóru íalt 7 luttakarar. Øll úrslitini eru at síggja niðanfyri og annars
venjari. Fyrsta royndin hjá nýggja venjaranum í bestu deildini var í dag í góðveðrinum á Eiði. Nú hevur Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslað fyri síðstu ferð í Hólmanum, og Fróði Benjaminsen og hinir toftamenninir [...] Nón tók sær av. Fríði í Túni Petersen plagar at vera vongverji hjá B68 í høgru. Í dag var hann leikbannaður, og avloysari var Hanus Højgaard, sum fyri stuttum spældi tvær ferðir í hesi ódnini á U-21 landsliðnum [...] er á sætta plássið við 24 stigum. Hetta er fyrsti sigurin hjá B68 ímóti EB/Streymi í ár. Fyrr í ár vann EB/Streymur 1-0 í Hólmanum, og á Svangaskarði endaði tað 2-2. Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis
sostatt STEYPAVINNARAR 2025 hjá U17. Álvur Haraldsen hevur tikið myndina: ##med2## Skála vann 4-0 á FC Hoyvík og er tí STEYPAVINNARI 2025 hjá U16 gentum. Jóhanna Thomsen, FSF hevur tikið myndina: ##med3## Víkingur
Hetta er vikuskiftið, tá ið tað eru steypafinalur í fótbóltinum. Fyrsta finalan var í kvøld. Hon var millum U-21 liðini hjá AB og B36. Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst. Tá ið teir fóru at [...] við høvdinum sendi bóltin í málið. Tá ið klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, varð trivaligi 3-0 B36 sigurin staðfestur. Málskjútti var Tobias Hansen. Í morgin vera fimm finalur: [...] omaná. Eftir fimm minuttir fekk B36 hol á. Málskjútti var Emil Hansen, sum við høvdinum setti bóltin í málið eftir horna úr vinstru. AB royndi at svara aftur, og tað vóru spentar støður frammanfyri bæði