fjølmiðlar at varpa ljós á íslendska hvalaveiðu. Íslendska løgreglan kannar framvegis hendingarnar. Manningin er millum annað løgd undir at hava borið seg vandamikið at á sjónum og at hava roynt at órógva [...] fingið sýslumannin í Vesturlandi at leggja bann við, at skipið fer úr havn. Skipið verður hildið aftur sum fíggjarlig trygd, meðan málið verður viðgjørt. Tað merkir ikki, at Hvalur hf. hevur fingið ognarrættin [...] skjølini, sum hann bað um at síggja. Skiparin segði, at myndugleikarnir høvdu tikið tey, men Samferðslustovnurin noktar, at stovnurin hevur tikið nøkur skjøl. Løgfrøðingur finst at myndugleikunum Bjarni Már
ætlanir um at taka hetta upptøkukravið burtur. Hon vísir á, at landsstýrismaðurin áður hevur sagt, at ætlanin er, at týskt skal verða kravd lærugrein í 7. flokki og síðani vallærugrein í 8. og 9. flokki [...] um í fólkaskúlanum. Harumframt vil hon hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at gera týskt til kravda lærugrein í 7. flokki, áðrenn næmingarnir í 8. og 9. flokki kunnu velja týskt. Bakgrundin er millum [...] Týskt er í dag vallærugrein í 8. og 9. flokki í fólkaskúlanum. Men broytingar í upptøkukrøvunum til miðnám kunnu fáa avleiðingar fyri, hvussu nógvir næmingar velja týskt. Tað heldur Astrið Breckmann, løgt
íløgur í høvuðsbygningin í fyrra hálvári 2026, og er tað við til at betra um grundraksturin. Kapitalur og gjaldføri Sparikassin hevur dyggan kapital og gott gjaldføri. Kjarnukapitalurin fyrra hálvár var [...] ðuni hjá kundunum og tað hevur við sær, at áður gjørdar niðurskrivingar eru afturførdar. Harumframt eru avskrivingar av bygningum á lægri støði í mun til árið frammanundan. Nevnd og leiðsla eru nøgd við [...] tilsamans 3.104 mió. kr. Hetta er ein vøkstur á 4,1 %. Grundrakstur Tá sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin ein grundrakstur á 18,7 mió. kr. samanborið við 18,2 mió. kr. árið
sangkappingum og sungið almenn í Klaipéda og heimlandi sínum Litava, har hon býr og gongur í skúla. Men í Føroyum og aðrastaðni við, kenna mong ta vøkru og fittu røddina frá sanginum og videolagnum What [...] stóran og góðan leiklut. Kór og røddir syngja William Niclassen og systir hansara Klara. Tað er Mikkjal Hvannastein, ið hevur innspælt ljóðførini og saman við Steintór lagt sangin til rættis og ljóðblandað [...] Fyrr í summar eru sangirnir og videoløgini Eg tími ikki í skúla og Gott at vera barn í Føroyum givnir út av sama sanghøvunda. Næstu løgini í røðini eru Mister Áttabein og Tú ert hon.
ella Tjaldrið eru tøk sum vaktar- og bjargingarskip í løtuni. Hann vil eisini hava at vita, hvussu leingi landsstýrismaðurin væntar, at henda støðan fer at vara, og um landsstýrismaðurin metir hana vera [...] skip eigur at koma í staðin. Samstundis hevur Brimil í størri mun verið álitið hjá Vørn. Eirikur í Jákupsstovu vísir á, at tað í eina tíð hevur verið greitt, at Brimil ikki fór at vera tøkur partar av hesum [...] í uttanríkis- og fiskivinnumálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning um støðuna hjá føroysku vaktar- og bjargingarskipunum. Eirikur í Jákupsstovu spyr beinleiðis, um tað er rætt skilt, at hvørki Brimil ella
áðrenn landskappingin byrjar og fevnir um U8, U10, U12 og U14. Tað serliga er, at børnini ikki spæla fyri sítt egna felag. Leikararnir verða blandaðir tvørtur um feløgini og býttir á nýggj lið. Ein leikari [...] einfalt: At geva børnum og ungum møguleika at læra hvønn annan at kenna, áðrenn tey møtast sum mótstøðuleikarar í landskappingini. Umframt hondbóltin verður eisini felagsdøgurði, konsertir og goodiebags [...] feløgum. Børn og ung, sum vanliga møtast sum mótstøðuleikarar, skulu hesa ferð spæla, samstarva og vinna saman. Hendan dagin eru tey liðfelagar. Eitt vikuskifti fyri allan føroyskan barna- og ungdómshondbólt
ikki bara at menna tøknina, men eisini at fáa robotarnar út í veruligt arbeiði í verksmiðjum, goymslum, handlum og seinni eisini heimum. Tað er júst tann avbjóðingin, sum fyritøkurnar nú royna at loysa. Robotar [...] Robotar hava leingi dugað at dansa, renna og gera imponerandi framførslur, men nógv torførari er at fáa ein robot at loysa ymiskar gerandisuppgávur trygt og sjálvstøðugt. Stjórin í kinesiska robotfram [...] Wang Xingxing, sigur, at robotídnaðurin nærkast einum møguligum »ChatGPT-løtu« – einum tøkniligum gjøgnumbroti, sum kann fáa menningina at taka dik á seg. Samstundis metir hann, at tað framvegis kunnu ganga
vár og heyst í ár fyri at menna verandi undirvísarar og útbúgva nýggjar, og ætlanin er eisini at bjóða út útbúgving í føroyskum sum annaðmál í 2027. Harumframt verður møguligt hjá læraralesandi at taka [...] vaksin. Á Kambsdali verða sjey hold, á Glasi átta og í Suðuroy fimm. Skeiðini á Glasi eru fult teknað, meðan nøkur pláss framvegis eru á Kambsdali og í Suðuroy. Landsstýrismaðurin sigur, at um talið av umsóknum [...] Skeiðini verða boðin út tvær ferðir um árið, í januar og august, og øll, sum tekna seg innan freistina, fáa tilboð um skeið. Bara seks hava fulla FSA-útbúgving 17 undirvísarar eru knýttir at FSA-skeiðunum
skilja sonin. Tað var sterkt og hjartanemandi. Og hóast Egor og Pilou manna høvuðsleiklutirnar, so er tað Sofía, ið er hin veruligi høvuðsleikluturin, tí av øllum er hon tann, ið mennist og broytir seg mest [...] Heede, at leita eftir brúkiligum tilfari í donskum bókmentum, ið kundi verða til ein film við queer sum evni. "Manor" var heilt vist besta boðið, sum eisini rópti til himmals í filmiskari styrki - og hey [...] hugsað og staðsett langt burturi frá meginlandsmentanini, á sama hátt sum Bram Stoker pallsetti Dracula í Transsylvania. Føroyar, henda frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin hjá eini móðir, at skilja
Truth Social, at hann fer at seta í verk "tey mest oyðileggjandi búskaparligu átøkini" nakrantíð móti Iran. Ógreiða er tó um, júst hvørji tiltøk forsetin hugsar um. - Vit heita á partarnar um at taka ábyrgd [...] Kina sigur í dag, at nýggj revsitiltøk og fíggjarligt trýst móti Iran er eingin loysn á stríðnum í Miðeystri. Tað er eitt talsfólk fyri kinesiska uttanríkisráðið, Lin Jian, sum eigur orðini. Í gjár skrivaði [...] ábyrgd og loysa trupulleikarnar við politiskum og diplomatiskum samrøðum, sigur talsfólkið í kinesiska uttanríkisráðnum. Tað er heimasíðan - www.tv2.no - sum endurgevur talsfólkið, Lin Jian.