norðanfyri og fær mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski og longu. - Báðir trolbátarnir koma inn at landa í vikuni, og lagt verður aftrat, at nú eru dagarnir hjá fleiri av trolbátunum á landleiðini við [...] um garnaskipini, at trý eru á svartkalvaveiði. - Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. [...] - Í løtuni fiska trý partrolapør upsa, og skipini fáa eisini nakað av toski, hýsu, longu og øðrum hvítfiski. Eitt par fiskar gullaks. Hetta vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Um djúpvatnstrolararnar
Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni er byrjað. Talan er aftur um fullsett skeið. 48 næmingar, allir føroyingar. Næmingarnir koma úr øllum landinum. Tað merkist í bygdamyndini í Vági, at Ítróttaháskúlin [...] næmingar í bygdamyndini, t.d. á súkklu, ella á Garðabrúgv, har eitt yndisírtív er at dyppa, ella kava, hoppa og sum heild spæla sær við ymsum brøgdnum, sum myndin omanfyri ber boð um. Myndin er tikin í góðveðrinum [...] góðveðrinum í gjár.
varðveita natúrliga smakkin Lívið í Føroyum hevur broytt arbeiðsháttin hjá Ray YeowZz. Serliga hevur hann lært at gera minni við rávørurnar og í staðin lata teirra egna smakk koma fram. – Føroyskar rávørur hava [...] arbeiði nú sum høvuðskokkur í Føroyum. Føroyska matmentanin og føroysku rávørurnar hava ávirkað mín matgerð, serliga virðingin fyri natúrligum smakki og einfaldleika, sigur hann. Í 2025 vann Ray YeowZz kappingina [...] kappingina um bestu gourmetpitsu í Danmark. Sigurin var ein serlig uppliving hjá kokkinum, sum hevur tikið bæði sína malaisisku bakgrund og føroysku matmentanina við sær inn í køkin. – Eg eri errin av at sameina
hvør hevur latið landinum hesar. Í einari CNN-samrøðu herfyri segði ukrainski forsetin, at landinum tørvar fimm prosent av amerikansku Patriot-goymslunum fyri at koma ígjøgnum veturin. ##med2## - Og okkum [...] niður allar tær russisku ballistisku rakettirnar. Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at í Ukraina henda framtøk í menningini av egnari verjuskipan móti ballitisku rakettunum úr Russlandi.
og gjørt stórar íløgur í áliti á galdandi reglur. Tí eigur at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað [...] kappingartreytirnar ikki reguleraðar í staðin? Hvussu verður rættartrygdin hjá fyritøkum vard, sum í nógv ár hava rikið lógligt gistingarvirksemi og gjørt íløgur í áliti á galdandi reglur? Góð regulering [...] vita, hvør trupulleikin er – og hvønn vit raka. Vita vit, hvønn vit raka? Í 2024 vóru góð 1.200 stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. Knøpp 660 vóru bert tøk av og á, og fastbúgvandi fólk vóru skrásett
ótrygt fyri børnini at ferðast á, verður staðfest í ferðslutrygdarætlanini. Flestu verða koyrd í skúla Sambært ætlanini verða flestu næmingarnir koyrdir í skúla. Nógv foreldur parkera beint framman fyri [...] tóku lut í eini skúlavegakanning á Sandi, hava gjørt vart við, at tey kenna seg ótrygg á økinum framman fyri Sands skúla. Tey hava eisini víst á, at økið er serliga myrkt um veturin. Hetta sæst í nýggju [...] nýggju ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu. Framman fyri skúlan eru merkt parkeringspláss, men bilførarar kunnu koyra inn og út á Heimasandsveg eftir einum umleið
Fólk úr psykiatriini komu regluliga í heimið í sambandi við sjúkuna hjá pápa mínum. Tá tey komu, tók mamma seg ofta burtur og goymdi seg inni í einum kamari. Tá pápi mín í desember 2024 varð heintaður heima [...] Í desember 2024 doyði pápi mín. Mamma og pápi mín búðu saman, og bæði vóru álvarsliga sálarliga sjúk. Mamma hevur í nógv ár livað sera avbyrgd og hevur tørv á hjálp til heilt vanlig viðurskifti í gera [...] tað? Tá eitt nei steðgar hjálpini. Eg havi verið í sambandi við bæði kommununa og Almannaverkið, og tey hava eisini verið í sambandi sínámillum. Men mitt í øllum hesum stendur sjálvsavgerðarrætturin. Hann
Skrúvugudstænasturnar byrja í september Mikukvøldið 30. september klokkan 17.30 verður fyrsta skrúvugudstænastan í heyst. Skrúvugudstænasturnar verða síðani hildnar síðsta mikudag í hvørjum mánaði. Tá savnast [...] gudstænastu og eina góða máltíð. Í Hoyvíkar kirkju gleða tey seg til eitt nýtt hálvár við lívi og samveru og til at taka ímóti bæði teimum, sum plaga at koma, og teimum, sum koma fyrstu ferð. [...] in er av á hesum sinni, og nú verður aftur farið undir fleiri av føstu tiltøkunum í Hoyvíkar kirkju, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi. Fyrsta tiltakið verður mánadagin 31. august klokkan 17, tá fundur verður
gjørt neyðugu tillagingarnar og so vónandi kunna flyta hetta til fleiri eindir í Nánd. Vit vænta, at fleiri eldraøkir koma við í skipanina seinni. [...] Ein orsøk er, at demografisku avbjóðingarnar við, at tað lutfalsliga fækkast við fólkum í arbeiðsførum aldri í mun til vaksandi talið av eldri borgarum, ger tað alsamt truplari at manna eldraøkið. Okkara [...] búfólk kann tað kennast øðrvísi og gott, um borgarar koma meira inn, og kann hetta styrkja sambandið millum fólk á bústovni og nærsamfelagið. Royndir í øðrum londum vísa, at besti máti at fáa fólk til sjálvboðið
fingið innlit í, kann Meta koma at rinda upp í 16,7 milliardir dollarar. Tað svarar til umleið 107 milliardir danskar krónur. Semjan skal tó góðkennast av rættinum, áðrenn hon kann koma í gildi. Kalifornia [...] ovasti stjóri í Instagram, greiddi týsdagin frá í rættinum. Har noktaði hann fyri at hava biðið starvsfólk halda negativar upplýsingar um pallin frá almenninginum. Eisini var væntað, at stjórin í Meta, Mark [...] Kalifornia, sum er fólkaríkasti staturin í USA, fær sambært Reuters 2,2 milliardir dollarar. Ákært fyri at gera børn bundin at pallunum Í málinum hava 29 amerikanskir statir ákært Meta fyri tilvitað at hava