við til sínar liðfelagar. Úr Vestmanna verður sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - Sum tøkk fyri túrin fingu bát [...] Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum. Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. - Veðrið
ítøkilig. Luttakararnir fáa høvi at uppliva, hvussu tað kennist at standa mitt í einum netálopi, frá fyrstu teknum um, at óviðkomandi hava fingið atgongd til skipanirnar, til tær avgerandi avgerðirnar, [...] eitt týdningarmikið amboð til at styrkja samfelagsliga mótstøðuførið. “Føroyar venja” skal geva føroyskum luttakarum høvi at royna seg í tryggum umstøðum og nýta royndirnar til at styrkja tilbúgvingina [...] Tíðindaskriv: Venjingin gevur føroyskum virkjum og stovnum eitt ítøkiligt og ókeypis høvi at royna, hvussu væl tey eru fyrireikað til at handfara eitt netálop, áðrenn tað veruliga rakar. Føroyar eru í ár fyri fyrstu
luttaka sum øll onnur í tí, sum Norðurlandaráðið og norðurlendska samstarvið fevna um. Vit eru eisini til reiðar at taka á okkum ábyrgdina, sum fylgir við, segði løgmaður. Grønland hevur áður víst sína ónøgd [...] aráðnum, eftir at Føroyar, Grønland og Áland ikki vórðu boðin við á ein toppfund. Við ársskiftið fingu tey trý sjálvstýrandi londini fasta umboðan í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, sum er ovasta politiska
tjóðarsambond fingu í juli bræv frá FIFA um ætlanina. Sambært Ritzau fingu sambondini freist til 19. september at boða frá, um tey stuðlaðu verkætlanini. Stuðlaðu tey uppskotinum, vóru útlit til fleiri íløgupengar [...] Enterprise, FFE. Ætlanin var at selja privatum íleggjarum part í kappingunum hjá FIFA. Hetta elvdi til stóra ónøgd, serliga í Evropa. Infantino tók seinni uppskotið aftur, men tað hevur ikki kyrrað mótstøðuna [...] íløgupengar frá FIFA. Eftir fund millum limalondini boðaði UEFA frá, at sambandið var til reiðar at boykotta HM og aðrar FIFA-kappingar í mótmæli móti ætlanunum.
Tá ið Jenis av Rana á sinni varð landsstýrismaður í mentamálum, nýtti hann høvi til at taka pressufrælsið frá privatu miðlunum. Hann setti nevniliga eina nevnd við einum løgfrøðingi á odda at gera av, [...] miðlar eru settir í verðina til. Nú Fólkaflokkurin fekk landsstýrismannin í mentamálum, vónaðu vit, at hendan høpisleysa skipanin varð avtikin beinanvegin. Men tað sær tað ikki út til - hóast hvør einasti politikari [...] hetta er ein vánalig skipan. Vit hava roynt at koma at tal við Bárð á Lakjuni, men tað sær ikki út til, at hann hevur áhuga at tosa við okkum. Í øllum førum eru boðini, at verandi skipan verður ikki broytt
Tíðindaskriv: Men dagurin gevur eisini høvi til at seta ein størri spurning: Hvussu væl gagnnýta vit fysioterapi sum part av okkara heilsuverki? Hjarta- og æðrasjúkur eru størsta deyðsorsøk í heiminum [...] førleika og sjálvbjargni. Spurningurin er tí ikki, um vit hava ráð til at raðfesta fysioterapi. Vit eiga heldur at spyrja, um vit hava ráð til at lata vera. Tá eitt barn fær betri fortreytir fyri rørslu og [...] gjøgnum alt lívið. Tørvur er á fysioterapeutum fleiri staðni í samfelagnum, bæði til at fyribyrgja, viðgera og endurvenja – og til at hjálpa fólki at varðveita tað, tey enn megna. Annika Osvaldsdóttir Sørensen
umsitur nýggju endurgjaldsskipanina fyri tær kvinnur, sum uttan samtykki fingu snyril ella aðra fyribyrging í tíðarskeiðnum frá 1960 til 1991. Higartil hava 353 kvinnur søkt um endurgjald. – Vit eru fegin um [...] greiða frá, at tær fingu fyribyrging uttan samtykki, og gera tað sannlíkt við at lýsa hendingina. Skipanin fevnir ikki bara um snyril. Hon fevnir eisini um kvinnur, sum uttan samtykki fingu hormonstav lagdan [...] snyrilsmálið. – Um tað ber til at seta punktum fyri eina so langa og ógvusliga søgu, er helst ov tíðliga at siga, sigur hon við KNR. Hon vónar eisini, at gongdin kann vera við til at skapa størri sátt millum
skránni. Sama dag fyllir Þórarinn Eldjárn 77 ár, Sprotin skrivar, at hetta er eitt hóskandi høvi at heilsa honum til lukku við degnum og við øllum bókunum - við eini føroyskari útgávu av Jarðfestum norðlýsi [...] skaldsøgur, 16 yrkingasøvn og 12 yrkingasøvn við barnarímum. Hann hevur týtt hópin av meistaraverkum til íslendskt, eitt nú kunnu nevnast verk eftir Lewis Carroll, Julia Donaldsson, William Shakespeare, August
n kom at hyggja til Katrinu á føðideildini, og tað var gott at hava eitt líðandi skifti frá sjúkrahúsinum, til farið var heim. Heilsufrøðingurin fylgdi menningini hjá Katrinu, líka til hon fór at ganga [...] Túrurin gekk væl, og tað var gott at koma heim til eldru genturnar. Bæði Johanna og Guðrun blivu innlagdar við døtrunum á føðideildini, tá tær komu heim til Føroya. Skiftið ímillum sjúkrahúsini var avbjóðandi [...] januar bleiv hon innløgd við nógvari pínu í livrini. - Tey staðfestu at eg var sera sjúk, og bleiv send til Danmarkar alt fyri eitt. Hetta var tann dagin eg fylti 35 ár. Guðrun Gripsheygg hevði præeklampsi,
fótbóltsdeildini í dag, og í báðum førum gjørdist talan um sigrar. Árni Nóa Atlason (myndin) og Ári Olsen fingu báðir fulla spælitíð, tá lið teirra, Vendsyssel FF á útivølli vann 2-0 á Esbjerg. Harald Tangen legði [...] eitt lítið korter var leikt av seinna hálvleiki økti tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn Pedersen til 2-0. Hetta var annar sigurin á rað hjá Vendsyssel FF, ið er nummar seks í deildini við átta stigum