neyðlending í Noregi. Hetta hendi á einum vølli í Vestvågøy í Nordland. Tvey fólk vóru í flogfarinum, og tey sluppu óskalað frá hendingini. Flogfarið, sum endaði á takinum, fekk materiellar skaðar. Tað [...] løgreglan, sum hevur tikið viðheftu mynd, og tað er eisini løgreglan, sum hevur fjalt bókstavirnar á flogfarinum. - Hendingin verður kannað, sigur átakaleiðarin hjá norsku løgregluni, May Wenche Hansen
Mýruhjalla á Skála tók heimaliðið móti KÍ. KÍ vann stórsigur 6-1. Durita Hummeland skoraði fýra tey fyrstu málini hjá KÍ. Skála ÍF megnaði at javna til 1-1, men eftir tí var tað KÍ sum hevði tamarhald á dystinum [...] Sevdal (66.) 1-6 Helga Mikkelsen (88.) Kelda: dystir.fo HB er fremst við 39 stigum. KÍ hevur 34 stig á øðrum plássinum. Víkingur hevur 24 stig. Skála ÍF er aftast við 10 stigum.
Tey fýra høvdu leigað sær eina smáttu við sjóvarmálan í Lofoten. Tá kvøldið kom, og tey høvdu lagt seg, tók ein hvirla bæði smáttu og ferðafólk upp av fundamentinum og til havs. Til alla lukku læt eingin [...] fyri at hava bygt smáttuna - uttan, at hon varð nóg væl ankrað í lendinum. Málið um endurgjald til tey fýra fronsku ferðafólkini koyrir framvegis í norsku rættarskipanini. Norska kringvarpið - NRK - hevur [...] skift orð við. Øll søgan um ógvusligu hendingina og rættarmálini, sum stóðust av hesum, kann lesast á leinkjuni her niðanfyri: https://www.nrk.no/nordland/franske-turister-inngikk-forlik-etter-turistul
summarið nærkast, mugu tey úr bústaðnum, tí hann skal leigast út til ferðafólk. Hetta er als ikki í lagi. Tað elvir til ótryggleika, tí hvar skulu fólk búgva í teir mánaðirnar, ið tey mugu úr bústaðnum? Skipanin [...] Skipanin við stutttíðarleigu er vorðin óburðardygg, og tørvur er á heimild til kommunurnar at skipa økið betur. Løgtingið má eisini gera leigulógina strangari, so fólk ikki verða koyrd út úr bústaði sínum
an Scanlon Associates eru stevndar. Vísa til eldri dómar Flogskipararnir byggja millum annað málið á ein dóm í bretska kærurættinum í fjør. Har varð staðfest, at Ryanair-flogskiparin Jason Lutz var at [...] aðrastaðni í Evropa. Í januar í ár kom ein týskur dómstólur til ta niðurstøðu, at Ryanair-flogskiparar á týskum støðum vóru starvsfólk og tí fevndir av reglunum um sosial tryggingargjøld. Ein spanskur dómstólur [...] hægstirættur staðfesti, at Uber-bilførarar vóru arbeiðstakarar og ikki sjálvstøðugir kontrakttakarar. Tey 262 flogskipararnir vilja nú hava sama prinsipp at galda fyri flogskiparar, sum eru útvegaðir flogfeløgum
samband við fyireikingarnar til Ljósfest. - Vit heita á bileigarar um at flyta bilarnar av økinum seinast týsmorgunin klokkan 8. Í Vága kommunu vænta tey, at parkeringsøkið helst verður stongt til týsdagin
klokkan 10. Síðani vóru Barnabati, Sosialráðgevarafelagið og Samtak á skránni. Klokkan 13 skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á fund við nevndina, og klokkan 13.30 er landsstýriskvinnan í almanna- [...] fer sambært uppskotinum at kosta landskassanum 3,8 milliónir krónur í 2026. Uppskotssetararnir vísa á, at serliga lesandi, fólka- og fyritíðarpensjónistar og stakir uppihaldarar, sum arbeiða niðursetta [...] uppskotið er hækkandi oljuprísurin. Sambært viðmerkingunum raka hækkandi orkuprísir serliga meint tey, sum hava lágar inntøkur og minni fíggjarligt rásarúm. Hesi hava eisini verri møguleikar at gera íløgur
. Nú fáa vit høvi at byggja víðari á hesa framgongdina, sigur Alistair Carmichael. Hann leggur dent á, at átakið framvegis skal verða rikið av fólkunum, sum búgva á oyggjunum og hava beinleiðis áhuga í [...] Eg eri sera áhugaður í fíggingarleistinum, sum tey brúka í Føroyum. Eg má kanna hann nærri og finna út av, hvussu tey megna at fremja slíkar verkætlanir á ein fíggjarliga burðardyggan hátt, og um tað kann [...] hann við skotska blaðið The National . Fundirnir um tunnilsætlanina verða hildnir á Unst, Fetlar, Yell, Whalsay, Bressay og á hetlendska meginlandinum frá 17. til 21. august. Kelda: Shetland News
uppskot - ella ikki at velja nakað av teimum. Tey, sum áður hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu, eru: 2025 Gudrun Joensen 2024 Niels Petersen 2023 Magnus á Stongum 2022 Stakkurin 2021 Sofus Debes Johannesen [...] september. - Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2026, siga tey í kommununi í dag. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat [...] hetta er til gagns fyri borgarnar í kommununi. - Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan á middegi hósdagin 27. august, og uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Tað verður trivnaðarnevndin í
kvøldið verður kunngjørd á facebook vangamyndini "Søgufrøi". Søgufrøi-verkætlanin er stuðlað av Runavíkar kommunu, Mentanargrunni Landsins og Mentamálaráðnum. Atgongumerki á 295 kr á loksholl.fo [...] sleppa inn í serstøku húsini í Kinn, Víkahúsini, Ansastovu, Húsini á Breyt og gamla skúlan, har húsaveggirnir eisini siga sínar søgur. Tey, ið fara at siga frá hesaferð eru Bárður Árnason, Ingolf Joensen [...] og Høgni H. Debes fara at framføra nakrar av fólkakæru sangunum hjá Regini. Síðani verður farið upp á gólv í hugnaliga gamla skúlanum, og tað er Kári Sverrisson, ið skipar dansin. Í bygdasalinum í skúlanum