skulu fáa meir pengar í pensjón. Í flokksskránni er tað tó eitt sindur óklárt hvat Carl I. Hagen vil gera við sjúkrahúsverkið í framtíðini. Út við útlendingum Carl I. Hagen hevur í umleið tjúgu ár verið [...] ár, um Carl I. Hagen sleppur framat stjórnarbygningunum í Oslo. Allir vegir í Noregi skulu bera seg sjálvar fíggjarliga, óansæð um teir liggja í Oslo ella á Finnmarksvíddini. Norski Framsóknarflokkurin [...] fáa ikki eitt klovið oyra í almennum stuðli um tey flyta til fjarskotnar víddir ella fjarðir. Norskar kommunur fáa í dag umleið helmingin av sínum inntøkum gjøgnum landskassan. Í samfelagnum hjá Hagen noyðast
Tá eg í 1946 í mai mánaða kom til Fuglafjarðar sum fyrsti kommunulækni her, var eg rættuliga spentur uppá, hvussu mær fór at gangast. Eg var bert 11 ára gamal, tá eg fór av Toftum í Realskúlan í Havn. [...] Akademis Skúla. Tá bar ikki til at fáa studentsprógv í Føroyum. Síðan fór eg til Keypmannahavnar. 1942 fekk eg læknaprógv, og arbeiddi sum lækni í Jútlandi, til kríggið var av. Arbeiddi sum hjálparlækni [...] mær. Eg gekk í stuttum gummistyvlum, sum fyltust við kava, sum bráðnaði. Eg læt meg skóleysan og læt meg í turrar føroyskar hosur, sum eg tíbetur hevði tikið við mær. Tá batnaði, og vit komu í øllum góðum
Spania hevur styrkt somikið um sína støðu í oddinum í bólki 6, at tá teir taka ímóti Føroyum, er møguleiki fyri, at teir bert hava eitt stig fyri at tryggja sítt pláss í Fraklandi næsta ár. Jugoslavia spældi [...] hvussu støðan í bólkinum er, tá Føroyar fara á vøllin í Spania, so er uppgávan øðilig, men tað er einki at ivast í, at spaniólar høvdu lagt ólíka nógv fyri, var treytin ein stórsigur móti Føroyum. Nú kunnu [...] stigum í tveimum teimum seinastu dystunum, og tað lættir um trýstið á spaniólum og kanska eisini føroyingum, um spaniólar í tí dystinum bert hava fyri neyðini at fáa javnleik. Norra í serflokki Í hvørjari
sum sagt verður í formælinum, verið at savna upplýsingar, knýta leystar endar í tekstinum og at fáa til vega myndir. Í formælinum verður eisini sagt: 16 sunnudagur eftir trinitatis í ár eru liðin 150 [...] Í morgin er 16. sunnudagur eftir trinitatis. Hesin sunnudagurin er ein serligur sunnudagur fyri fólkið í Porkeri, sum í morgin fer at hátíðarhalda 150 ára dagin fyri Porkeris kirkju. ? Hátíðarhaldið byrjar [...] trupulleikar. Hátalarar eru settir upp í kirkjuni, í forkirkjuni og eisini er hátalari, ið hann flytast útum, eitt nú til jarðarferðir, ella tá fólkið annars ikki rúmast í kirkjuni. Eisini hava tey fingið hoyritól
rumenska liðnum, og í dag og í morgin spæla liðini Europa-Cup dystir móti hvørjum øðrum. Bæði í dag og í morgin verða dystirnir klokkan 17.00. Atgongumerkjasøla er í Shell-Støðini í Vestmanna, og har lata [...] vestmenningar vant miðvíst fram móti stóru uppgávuni í dag. VÍF hevði í fjør besta liðið í Føroyum, og menninir, sum mannaðu tað liðið, eru allir við aftur í ár, og teir eru sera væl fyri nú. Seinasta vikuskiftið [...] Í gjár skuldi rumenska stórfelagið Dynamo Bukarest koma í Vágarnar við sínum hondbóltsliði. Veðrið var ikki av tí besta í gjár, men sum skilst, gekk flogferðslan sum vanligt. Tað er VÍF, sum fær vitjan
sum legði merki til, at Ísbú misnýtti framleiðaranummarið hjá Vestsalmon í sínum fiskaútflutningi, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár. Og at tað er av stórum týdningi at hava eftirlit við okkara útflutningi [...] Vestsalmon heldur, at tað er ov lætt at fáa góðkenning til fiskavirki í Føroyum. Hann vísir á, at tað eru alt ov nógv virki, sum virka fisk í landinum. »Tað sær út sum, at hvør kjallari verður løggildaður.« [...] farin at virka. Í løtuni verður biðað eftir, at Vinnumála- og Fiskimálastýrini hava býtt økini, verður sagt. Hóast roynt hevur verið at fingið viðmerking frá umboðsmanninum hjá Ísbú í Føroyum, hevur tað ikki
Útnorðuri. Kjell Magne Bondevik vitjaði í Føroyum í vár, eftir innbjóðing frá løgtingsliminum Jørgen Niclasen. Bondevik er formaður í nevndini fyri norðurlendsk mál í Norðurlanda Ráðnum, har Jørgen Niclasen [...] viðgjørdur í Tingmannaráðnum, og eg veit eisini at ein enn ikki er samdur um norðmenn eiga vera við í hesum ráðnum. Eg eri ikki vísur í at norskir tingmenn eiga at fáa sess í Tingmannaráðnum, og í øllum førum [...] norsku oljufeløgini og onnur norsk feløg í størri mun fara at virka í Føroyum, so er tað ein sjálvfylgja at norska stjórnin og norskir myndugleikar fara at vísa Føroyum og føroyingum størri ans. Tað sigur seg
Christchurch í New Zealandi. Í fjør gjørdi Ingeborg av at fara í farloyvi, í eitt ár aftaná 11 ár á sama arbeiðsplássi. - Vit vóru eins og tey flestu í okkara aldursbólki, tá vit vóru ung, bert upptikin av [...] íbúð í Christchurch í New Zealandi, vóru tey skjót at taka av. Hann starvast í norskum reiðaríi, og hevur seinastu trý árini verið útsendur og hevur siglt við russiskum fiskiskipum, við heimstaði í Christchurch [...] parkir, og fólkið gongur hægri upp í urtagarðar enn í húsini. - Aftur her er tað veðurlagið sum spælir inn. Sethúsini har høvdu ikki yvirlivað fleiri vetrar í Føroyum, men har siga tey sum so, at vit eru
fyrstu viðgerðir av ríkislógartilmælum at seta í gildi fyri Føroyar - tað fyrra um broytingar í lógini um bankar og sparikassar, og hitt seinna um at seta í gildi lóg um danskan eksporttrygdargrunn. Kristian [...] svara einum fyrispurningi frá Jenisi av Rana, sum setir nakrar spurningar um fosturtøku í Føroyum. Fíggjarnevndin hevði í gjár eisini fund. Har vóru nakrar eykajáttanarlógir til viðgerðar, m. a. ein um at játta
professionellum framtíðarmetingum megna at sannføra fólk um, at livast kann í Føroyum uttan núverandi sambandið við Danmark í núverandi líki, so hevur hendan framgongd tjóðveldisfloksins lítið uppá seg [...] tað sum nú skal til er kjøt uppá breyðið. Tað kann vera, at onkrir romantikarar, sum sita í »studerikømrum« í Havn, kringsettir av tungum innbundnum bókum, halda, at hugleiðingarnar, sangirnir og prok [...] Útvarpið bar í kvøld tey tíðindi, at tjóðveldisflokkurin, smb. eini veljarakanning sum lesandi á Fróðskaparsetrinum høvdu gjørt, hevði eina trivaliga framgongd, og nú er vorðin næstan líka stórur sum størsti