og kyniskur sum handils- og uttanríkispolitikkur er, so skulu vit ikki halda, at grannar okkara taka um endan og kompensera fyri missin. Tað er nú ikki so drúgv tíð gingin síðan ES (við Danmark) setti [...] rættindi at virka innanfyri sítt sjómark. Hetta var okkara fyrsta fet í uttanríkispolitikki. Eitt fólk má tryggja sær eitt støðugt og viðvarandi spísikamar – og eitt búskaparøki. Greitt er, at júst hesi [...] um. Hvussu hótt eru vit ? Um vit meta, at ávís russisk skip eru ein hóttan fyri okkara trygd, so skulu vit sjálvandi taka støðu til tað. Vit kunnu t.d. heita á Vørn, ella danska hervald okkara, um at kanna
Zoo - heitir nú á fólk, ið hava húsdjór, sum skulu avlívast, um at lata djórini til garðin. Hetta sigur Aalborg Zoo í einum uppslagi á Facebook, og endamálið er, at rovdjórini á garðinum skulu fáa húsdjórini [...] føðslu og trivnað. Dentur verður lagdur á, at tey bert kunnu taka ímóti frískum húsdjórum, sum kortini skulu avlívast. Sum skilst, hevur uppslagið hjá Aalborg Zoo fingið nógva umrøðu í fleiri ymiskum miðlum
umboðar einasta frælsa parlament í Miðeystri. Har sita dugnalig og dámlig fólk. Har sita eisini – eftir mínum tykki – sera ódámlig fólk frá ytsta høgravonginum. Har sita eisini arabiskir / muslimskir flokkar [...] eitt spjaldur um hálsin á sær sjálvum. Hvat stendur á tí spjaldrinum, kunnu fólk hugsa seg fram til. Men ikki er tað pent. Tá fólk ikki bara kritisera tað, Israel ger, men demonisera sjálvt ísraelska flaggið [...] Kommunistarnir Kári skrivar, at eins og fólk sum stuðlaðu nazistunum undir krígnum seinni máttu ígjøgnum eina tilgongd við miðvísari “de-nazifisering”, so mugu fólk – eisini føroyingar! – fara undir eina
hava kunnað arbeitt sum góð fimtitúsund fólk – men við skipanum, útbúgvingum, rættindum og sømdum, sum eru bygd upp og skipað til eini fimm-seks milliónir fólk í danska ríkinum. Teirra stórrakstarfyrimunur [...] vit ikki líka nógv eiga at spyrja um hetta ætlaða yvirskot og bruttotjóðaryvirskot skulu fara í meirkostnað á, eitt nú, Landssjúkrahúsinum, tunlinum til Fámjins, Glasir, byggigølur og byggifeilir, feilíløgur [...] er hetta taktikkur og orðaspæl fyri at bloyta upp millum partarnar, veruleikan og fyri at lumpað fólk til fatið ella loysingina? Tjóðveldi er eisini farið at tosa beinleiðis við Mette Frederiksen um WTO
fáa sær eina aðra hitaskipan. Skulu fólk keypa meira føroyskt, so tað skal eisini vera bíligari enn útlendska alternativið. Og skulu fólk keypa í sínum nærumhvørvi, so skulu prísirnir eisini vera kappingarførir [...] Hvørki í matvøruhandlinum ella aðrastaðni. Skulu fólk við vanligari inntøku eta øðrvísi, so má tað eisini vera bíligari at keypa frukt og grønmeti. Skulu fólk vera grønari, so má tað eisini bera til fíggjarliga [...] ikki fáa fatur í. Eg hugsi um innkeypskurvina. Vit brúka hana øll. Fólk úr ymiskum samfelagsløgum. Fólk við ymsari keypiorku. Og fólk við sera ymiskum útgangsstøði, tá ið vit taka í kurvina. Tann kurvin
man ræður, og fólk ofta verða mett eftir einstøkum úrslitum, er hetta ein áminning um, at hjúklast allatíðina má um felagsskapin. Ongantíð hevur verið so umráðandi at standa saman sum nú. Spenta heimsstøðan [...] vit eru sum fólk. Við treysti, samanhaldi og trúgv á egin evnir kunnu vit byggja einar frælsar og sjálvbjargnar Føroyar – fyri okkum og næstu ættarliðini. Tí tað eru næstu ættarliðini, ið skulu bera Merkið [...] Turið Arge Samuelsen: Góðu fólk í Føroyum, góðu ólavsøkugestir og góðu ítróttafólk og reiðfólk! Á ólavsøku fyri 80 árum síðan varð tjóðarhátíð okkara hildin í brennandi sól, og ein riðil av fólki stevndi
heila oddagrein um hana. Og nú lovar løgmaður, í sjeyndu løgmansrøðu sínari, at landsstýrið í heyst vil koma í løgtingið við uppritið um, at lønarsamráðingar frameftir skulu fremjast á hendan hátt. Tað [...] løgmans. Sigur hon nei, so verður tað nei- soleiðis hevur skilið verið í samgonguni higartil, og hví skulu vit vænta at nakað er broytt yvir summarið? Lat meg í hesum sambandi nevna, fyri at taka dømir, at [...] málrættaðari røðu bygda á visiónir og haldbar lyfti. Eina røðu, sum ikki bert tingfólk, men alt føroya fólk, kundi glett seg til at hoyrt- eina røðu, sum kundi fest røtur, nælt, vaksið og borið ávøkst. Harra
Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni í dag. – Tað er eitt nú neyðugt, skulu vit tryggja vinnuni kappingarføra marknaðaratgongd. – Samstarvið við donsku stjórnina er gott, og vit vilja [...] løgmaður. – Í 2023 segði danski forsætisráðharrin í setanarrøðu síni, at vit skulu hava eitt javnbjóðis samstarv millum trý fólk, trý lond og tríggjar tjóðir. – Í 2012 segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður [...] tú eitt talvfólk, skal tað flytast. Í fluttum týdningi hava báðir partar – bæði Føroyar og Danmark – nú nortið fólkið. Tíðin er búgvin til at flyta leikin. Men tað krevur, at vit í Føroyum standa saman,
støðuna í gjár og í nátt. Tað hava verið sera nógv fólk í býnum, og nógv drukkin fólk, sum løgreglan hevur verið noydd at tikið sær av. – Vit hava borið nógv fólk og koyrt fleiri tilhús, reist onnur uppaftur [...] morgun. Tó so er okkurt mál, har tey skulu finna út av, um tað skal loysast við við bót ella ein skuldseting um harðskap. Vaktleiðarin sigur, at ræðuliga nógv fólk hava verið í býnum, og okkurt skiftið [...] við fartelefonsambandinum, tí so nógv nýttu telefon á sama stað í senn, at netið varð overvað. Og fólk hava verið í býnum í alla nátt. Vaktleiðarin sigur, at hann hevur ikki tal á, hvussu nógvar uppringingar
Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni, nú tingið varð sett klokkan 13. – Eldri fólk skulu kunna flyta úr stórum húsum í íbúð, meðan barnafamiljur kunnu flyta í sethús. Soleiðis fáa bæði ættarliðini fyrimun [...] – Tey, sum tó hava tað tyngst á bústaðarmarknaðinum, eru tey, sum einki eiga og mugu leiga. Hesi skulu fáa leigustuðul, ið verður knýttur at inntøkuni. Hetta fer at bøta um sosialu javnvágina á bústað [...] onnur avbjóðing er, at hús og íbúðir verða keypt við tí eina endamáli at leiga út til ferðafólk – eitt nú á airbnb. Komandi vár fara vit at leggja uppskot fyri tingið um at skipa karmarnar um stutttíðarútleigu