Social saman við einum teksti. Tað er gjørt við vitlíki og vísir tað, sum líkist einum oljureinsiverki og einum skipi, ið verða sprongd í luftina. Álopið sæst úr erva, sum varð tað tikið upp úr einum flogfari [...] hann mánanáttina almannakunngjørdi eitt sjónband av einum íspunnum bumbuálopi á iransku oynna Kharg. Tað sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sambært tíðindastovuni Reuters. – Forsetanum dámar væl [...] oynna kann tí fáa álvarsligar avleiðingar fyri iranska oljuútflutningin og harvið iranska búskapin. Tað hevði tó ikki verið fyrstu ferð, at USA leyp á oynna. Í mars framdi amerikanski herurin eitt umfatandi
Frágreiðingin er, at systir konu hansara giftist sama kvøld, sum finalan varð leikt. – Um tað verður sæð sum at misrøkja sítt embæti, so kann eg heilsa og siga teimum í Stjórnini, at eg hevði gjørt tað sama umaftur [...] handast farna vikuskiftið. Og ta raðfestingina angrar hann ikki. Tað ger hann greitt í einum uppslagi við yvirskriftini „Hevði gjørt tað umaftur“. Sambært løgmanni varð spurnartekin í seinastu sending av [...] umaftur, skrivar hann. Løgmaður sigur, at tað sjálvsagt er í lagi, at hann verður viðgjørdur í sendingini. Men hann vil eisini hava rúm fyri familjuni. – Eg taki mítt starv í fullum álvara, men eg ynski
Trygd á sjónum er alneyðug fyri okkara samfelag. Tí mugu vit vera fyrireikað og hava loysnir til støður, ið kunnu seta trygdina í vanda. Tað er sera álvarsamt, at hvørki Tjaldrið ella Brimil sigla í løtuni [...] sum t.d. Jákup Sverri og donsku verjuskipini. Men høvuðstrupulleikin er, at okkum tørvar nýggj vaktarskip – og tey kosta. Men talan er um eina neyðuga íløgu. Verjusemjan Danmark hevur formligu ábyrgdina [...] verjusemjuni. Talan er ikki um biddaragongd, men ein staðfesting av, hvørja ábyrgd Danmark hevur av trygd okkara, umframt ein viðurkenning av stóru útreiðslunum, sum trygd og verja kosta. Hetta er ikki ein spurningur
spældu í dag dyst á heimavølli í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan. Á LF Arena eydnaðist tað Piteå frammanfyri 805 áskoðarum at vinna 2-0 á Växjö. Í 26. minutti átti Ásla uppleggið, tá Sharon [...] góðan bólt inn í brotsteigin, har liðfelagin tók av. 14 minuttir seinni økti Ásla til 2-0. Tá var tað Sharon Esinam Sampson, ið spældi Áslu leysa. Við einum væl plasseraðum skoti sendi Ásla bóltin í netið [...] ber til frá heimasíðuni hjá Damallsvenskan at síggja hæddarpunktini frá 2-0 sigrinum hjá Piteå. Piteå er nummar átta í deildini við 22 stigum. Sunnudagin 13. september hevur Piteå aftur dyst á heimavølli
mál til støðurnar 3-1 og 3-2. Samlaði málmunurin millum Mjällby og Sirius er í hesum kappingarárinum: 8-7 til Mjällby. Hjá Sirius er ikki talan um so stóran skaða. Teir eru langt fremst í deildini við 42 [...] liðfelagarnir vóru aftanfyri 0-3 móti oddaliðnum Sirius úr Uppsala í steðginum í dystinum í Hällevik, og tað sá svart út. Men í seinna hálvleiki vendi Mjällby øllum á høvdið. Olle Lindberg minkaði um munin til [...] spælitíð til Martin Agnarsson í dag. Fyri sítt góða avrik fær Áki karakterin: 8,6 (av 10 møguligum), og er sambært Soccerstand besti leikarin á vøllinum. Frá Sofascore fær Áki karakterin: 7,7. Sofascore gevur
vist verður á Tórsvølli leygarkvøldið er Símun Petur Justinussen. Fyrr í vikuni fekk FSF varpið orðið á fyrrverandi málslúkin hjá GÍ, sum væntar ein góðan dyst, har tað eru klaksvíkingar, sum eru favorittar
uppibornan sigur. Strømsgodset er fjórðfremst í deildini við 35 stigum. Teir hava tvey stig upp til oddaliðið, Haugesund, og bert eitt stig upp til Stabæk og Kongsvinger. So talan er um eitt hart uppflytingarstríð [...] dyst á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini móti gamla liðnum hjá Áka D. Samuelsen, Ranheim. Tað eydnaðist Strømsgodset at vinna dystin 3-1 og fáa trý stig við sær til Drammen. Í steðginum var St [...] Strømsgodset á odda 1-0. Herman Stengel syrgdi fyri tveimum teimum fyrstu málunum hjá Strømsgodset. Tað fyrra var við einum brotssparki. Heimaliðið fekk spenning í uppgerðina aftur í 70. minutti. Men fáar
i. Tað eydnaðist Ried, ið bert hevði eitt stig undan dystinum í kvøld at vinna 1-0 á Grazer AK. Niama Pape Sissoko skoraði sigursmálið upp á eitt brotsspark í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Ried er nummar [...] karakterin: 7,1 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Frá Soccerstand fær Samuel karakterin: 6,4. Samuel er fyrsti føroyski fótbóltsleikarin, ið vinnur ein sigur í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini, ið eisini [...] eisini eitur: Bundesligan. Sunnudagin 30. august hevur SV Ried dyst á útivølli móti Hartberg, ið er aftast í deildini við ongum stigi. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum SV Ried-Grazer AK
minuttir fekk Odd tillutað eitt brotsspark, har bólturin rakti hondina hjá Ole Enersen hjá Strømsgodset. Tað var um reppið, at Mattias bjargaði brotssparkinum, men skotið hjá Kasper Nygaard Andersen sníkti seg [...] málið. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Hæddarpunktini síggjast niðast. Strømsgodset er fjórðfremst í deildini við 42 stigum. Kongsvinger og Haugesund eru fremst við 46 stigum hvør. Týskvøldið
Aluminij er nú næstfremst í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Celje og Bravo hava eisini átta stig, men Aluminij hevur best málmun. NK Maribor er fremst í deildini við níggju stigum, so talan er um [...] hart oddastríð. Komandi fríggjakvøld klokkan 19.15 skal Hanus saman við liðfeløgunum royna at gera tað sama sum NSÍ gjørdi fyri stuttum, nevnliga at vinna á FC Koper á útivølli. HER ber til at síggja ein