Heyst hevur undanfarin ár verið í viku 39, men í ár verður Virkið Heyst í viku 41, sum er í døgunum 6. oktober til 12. oktober. Tvey onnur tiltøk verða knýtt í Virkið Heyst í hesum umfari. Talan er um Fj [...] fjølmentanarvikan í høvuðsheitum er eitt átak, sum hevur til endamáls at viðurkenna, fevna og fagna teimum ymisku mentanunum, sum eru í Føroyum. - Tí fara fleiri tiltøk eisini at bera brá av hesum. Í Klaksvíkar [...] Fjølmentanarvikuna og Heystglóð. Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. - Hesa vikuna í oktober verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum eitt nú skulu eggja borgarum at vera virkin saman
Lindenskov hevur verið ein virkin fotografur í Føroyum, síðan hann fór í læru hjá Bambusi (Svend Poulsen) í 1962. Hann byrjaði at taka myndir til tíðindabløð í 1968. Hann hevur arbeitt sum fríyrkisfotografur [...] ðina ”Føroyar í myndum”. Myndir hansara hava eisini verið prentaðar í altjóða tíðarritum sum t.d. National Geographic og nýttar í føroyskum og útlendskum bókaútgávum. Kalmar Lindenskov Í 2023 fekk Tjóðsavnið [...] fegið ímóti myndum, sum lýsa livihátt og virki í Føroyum gjøgnum tíðirnar, so tær kunnu verða varðveittar til eftirtíðina og lýsa søgu okkara á landi, sjógvi og í luftini. Um tú hevur myndir, ið tú vilt lata
Skrá Teldugjørt rák í Djúpunum, Kalsoyarfirði og Leirvíksfirði Knud Simonsen, Veðurstova Føroya Grøna orkuskiftið á sjónum, eisini í Føroyum? Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan Hjartað í fiskinum, sum tú setur [...] Vísindavøkan er á ferð kring landið. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september. Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum
læra av okkara mistøkum og tryggja at vit í framtíðini geva okkara børnum og ungu ein tryggan og góðan uppvøkstur í Føroyum. Tí havi eg sett landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe [...] Í 50 ár hava vit havt ábyrgd av barnaverndarøkinum. Umsitingin av barnaforsorgini kom á føroyskar hendur í 1975, og í 2006 var málsøkið yvirtikið og vit fingu føroyska lóggávu á økinum. Hóast umsiting [...] av landinum, tí vit siga okkum ikki megna at taka okkum av teimum. Í løtuni er trý børn á stovni í Danmark. Hetta er ein myrkur blettur í okkara søgu, sum sjóneykan eigur at verða sett á. Vit mugu hava dirvið
Father? kannar faðirskap í Føroyum við støði í empiriskari gransking av samrøðum við føroyskar menn í fimtiárunum, sum vóru giftir og áttu børn. Tvinnir spurningar verða viðgjørdir. Í tí fyrra vórðu menninir [...] ella tillagaðar hugburðir um familjuna í tveimum ættarliðum í tveimum sosialum tíðarskeiðum. Greinin er íkast í orðaskiftið um familju og kyn (gender) í Føroyum og roynir at nýhugsa nakrar ráðandi stereotypar [...] viðurskiftini við pápan, hvat teir hava tikið við sær yvir í sín egna pápaleiklut og greiða frá framhaldi og sliti millum millum ættarliðini. Í seinna spurninginum vórðu menninir bidnir um at lýsa seg sjálvar
juli sama ár var fólkafundur í Reynsmúlalág. Á hesum báðum fundum varð ein samtykt, sum varð send Løgtinginum. Har stendur millum annað: ”Í øllum almanna barnaskúlum í Føroyum skal lærumálið vera føroyskt [...] samfelagslig viðurskifti. Í 1901 vóru Sólarmagn og Kunoyarfelagið á fundi. Í blaðnum Fuglaframi siga feløgini millum annað: “Ungmannafeløgini venja limirnar til at hugsa og til at útføra í lagaligum orðum tað [...] at finna loysnir. ##med4## Um Sólarmagn varð sett á stovn í dag, høvdu tað verið aðrar avbjóðingar í samfelagnum, ið stovnararnir høvdu havt í huga. Kanska náttúra og umhvørvi høvdu verið ein teirra. Tí
Stórur tørvur er á bústøðum í Føroyum, og leigumarknaðurin er lítið mentur í mun til grannalondini. Í slíkari støðu skuldi tú hildið, at kommunurnar gjørdu alt, tær eru mentar, fyri at útstykkja til bæði [...] kapital. Tá er ikki neyðugt, at Bústaðir skal eiga bygningarnar, sum leigumálini eru í og harvið binda kapitalin í húsaognunum. Í staðin kunnu lidnu bygningarnar verða seldir til íløgufeløg, eitt nú pensiónsfeløg [...] bæði eigara- og leigubústaðir, og at almennir og privatir byggiharrar stóðu í kø at sleppa framat at byggja leigubústaðir, nú eftirspurningurin eftir bústøðum er so stórur. Men tað er ikki støðan. Tvørturímóti
Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetrið eiga í felag. Føroysk gransking hevur verið í eini rúkandi menning síðan aldaskiftið, og endamálið við umskipanini av útgávuvirkseminum var at stovnsfesta tað. [...] stovnandi partarnir mettu, at samstarv kravdist fyri at menna og tryggja, at vísindaligar útgávur í Føroyum hildu eitt altjóða stig. Tey 20 árini hevur universitetsforlagið Fróðskapur útgivið út við 100 bøkur [...] Eisini eru útkomnar 25 bøkur í røðini Supplementum til Fróðskaparrit, sum eru ritgerðir á hægsta vísindaliga stigi, so sum doktararitgerðir. Harumframt eru útkomnar 46 bøkur í ritrøðini Onnur rit. Hetta
morð hava rakt bæði á høgru og vinstru. Í USA varð forseti John F. Kennedy myrdur í 1963, og borgararrættindaleiðarin Martin Luther King Jr. varð myrdur í 1968. Í Skandinavien má nevnast Olof Palme, svenski [...] harrin, sum varð myrdur í 1986. Slíkar hendingar skakaðu heil samfeløg og vórðu orsøk til sorg, ótta og djúpar politiskar gjógvar. Í dag síggja vit eitt líknandi rák, serliga í USA, men eisini Europa, [...] vikurnar, tá ið “Free Palestine”-viðhaldsfólk etapu eftir etapu hava lopi á í “Vuelta a España” og hava sett bæði súkklarir og starvsfólk í vanda, hetta fyri at staðfesta ein boðskap. Hetta er ikki rætti hátturin
Verður spurt í mun hvar í landinum fólk búgva, verður úrslitið hetta: Norðoyar Eysturoy Norður-streymoy og Vágar Tórs-havnar Kommuna Sandoy og Suðuroy Tórs-havnar Kommuna Restin av Føroyum Ja 52% 47% 48% [...] seg ikki vita. Av veljarunum hjá flokkunum á tingi eru tað bara veljarar hjá Fólkaflokkinum, sum eru í móti uppskotinum. Har siga Fólkaflokkurin: 35% ja 49% nei 16% veit ikki Sambandsflokkurin: 53% ja 31% [...] ikki Framsókn: 61% ja 24% nei 16% veit ikki Miðflokkurin: 55% ja 38% nei 7% veit ikki Býta vit upp í samgongu og andstøðu er býtið hetta: Samgongan: 69% ja 17% nei 14% veit ikki Andstøðan: 44% ja 40% nei