hava longu verið heima í 14 dagar, og tað er stórbroyting, sigur Páll Danielsen. - Vit búgva í miðbýnum í Århus, og tað, at koma til Føroya kennist eins og tá eg sum smágenta í Havn fór á bygd at ferðast [...] ikki kann breyðføða børnini, sum eg havi sett í heimin, sigur Páll Danielsen, ið kortini viðgongur, at tað liggur nógv á láni, sum hann fegin vildi roynt í Føroyum.T.d. bara tað at sleppa at ?spæla³ á føroyskum [...] til næsti leikur byrjar. - Í Føroyum er nærum bert flakavirkið til at taka. Tað er eisini í lagi, og vit sjónleikarar hava gagn av at royna vanliga arbeiðslívið, men um tað verður gjørt undir trýsti, so fæst
einum manni sum Louis Wilson, leiðara í FISC, stóra tøkk fyri tað lobbyarbeiði hann og hansara felagar hava gjørt. Í fleiri ár hevur verið roynt at loysa marknatrætuna við bretar. Men tað sýnist sum eingin [...] komandi døgunum verður tískil sending í BBC, har journalisturin fer at lata føroyingar koma til orðanna í hesum álvarsmáli, nakað sum ongantíð er hent fyrr í Bretlandi. Við øðrum orðum verður hetta fyrstu [...] eingin loysn er í eygsjón. Nettup í einum slíkum máli er brúk fyri lobbyvirksemi tvs. at tað áttu at verið fólk, politikarar o.o. sum høvdu til uppgávu at kunna bretar um støðu okkara í hesum máli. Eisini j
tykist kortini lítil ivi vera um, at tað eitur maltesararnir, framborið/maltesarinir/. Vanliga verður eisini í hvørjumfalli sagt maltesarum. Men hjá summum tykist tað, sum teir vilja snúra tunguna av lagi [...] a hjá tí føroyska málbrúkaranum. Eitt tað mesta virkna - kanska tað virknasta - eftirskoyti í føroyskum orðum er -ari. Tað hevur frá gamlari tíð verið, og verður enn, natúrliga brúkt til at gera nýggj [...] osfr. Ótryggleikin í málnýtsluni, hvaðan hann so stavar, vísir seg júst í, at summi royna at bjarga sær við at siga russari í eintali og russar í fleirtali. Einki er meira skeivt enn tað, tí her er hurlivasin
stevnubingo verður í bygdarhúsinum. Fríggjakvøldið klokkan 18.00 fer stevnuteitið av bakkastokki. Stevnuteitið verður ført fram í bygdarhúsinum. Seinni um kvøldið verður so dansur í bygdarhúsinum, har tann kendi [...] tøta. Eisini verður ein listaframsýning í skúlanum, við luttøku av lokalum listarfólkum. Í bygdarhúsinum verður matsøla, stevnuteitið og um kvøldið dansur við Black Panters. Í gjaldinum verður barnadiskotek [...] Kappast verður móti Neistanum. Í fimleikarhøllini verður flogbóltur. Við skúlan verður eisini áhugaverd framsýning av ellisakførum. Skipað verður fyri kappsigling. Hvussu hendan kappsigling verður skipað
svimjing sum tað ikki ber til at gera aðrastaðni. Tað sum undrar tey í Svimjisambandinum er, at tey skulu verða tikin til gíslar í einum stríði, tey als ikki eru partur av. Og samstundis er einki í vegin [...] kunnu venja sum vanligt. Seinasti og sera týdningarmikli parturin av venjingini til Oyggjaleikirnar er eftir. Týsdagin fóru svimjararnir sum vanligt at venja í svimjihøllini í Havn, men á hurðini í svimjihøllini [...] ella havt frí í nakrar dagar, men júst nú eru vit í ferð við seinastu venjingarnar áðrenn Oyggleikirnar, og tað er sera umráðandi, at tann venjingini verður gjørd undir teimum umstøðum, sum vit skulu svimja
skiftur út í ár uttan so, at landsstýrið fær eitt tilboð, sum tað ikki ber til at vísa frá sær, sigur hann. Heildarætlan Fulltrúðin í Tinganesi sigur, at at arbeitt verður við at seta eina nevnd, sum skal viðgerða [...] samferðsluspurningin sum heild. Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á arbeiðssetningin hjá nevndini. Tá ið arbeiðssetningurin er góðkendur verður nevndin vald. Arbeiðið hjá nevndini verður rættiliga umfatandi [...] ger, at tað er ikki so átrokandi at skifta hann út, sum hildið av fyrstan tíð. Sigmund Isfeld hugsar sær at Smyril liggur framvegis frammaliga tá ið tosað verður at skifta skip út. Men hann verður ikki
Country- kongur fer at spæla í Havn, á Tvøroyri og aðrastaðni við, hesar dagarnar, hann er í Føroyum. Møguliga verður hann at hoyra á Vestanstevnu. Men tað, sum liggur fast, er, at í annaðkvøld, og leygarkvøldið [...] leygarkvøldið, fer hann at spæla í Hollywood í Havn. Og tað liggur eisini fast, at hann fer at spæla á Jóansøku á Tvøroyri. Tað verður í klubbanum og tá fær hann báði Sólvu og Bergmenn at hjálpa sær. Eina fløgu [...] Í hesum døgum er ein íslendskur kongur í Føroyum og vitjar. Ikki ein rættiligur kongur. men ein tónleikakongur. Tað er íslendski tónleikarin við klingandi navninum, Johnny King, um er í Føroyum. Tonleikurin
fyri sítt spæli bæði í út- og sjónvarpi og hevur sum solistur ferðast víða um í og uttan fyri Europa. Høvið til hetta serliga samarbeiði millum nevndu tónlistafólk er tað, at tað í ár eru 350 ár síðan [...] songrødd og gomlum ljoðførum, men í nútíðar tónabúna hesum gomlu sálmunum ein heilt serstakan dám. Hesir sálmar bera í sær ein frið og eina tign, sum ikki eru so algongd í dag, ein longsul, sum ber móti tí [...] hann, sum er við á hesar konsertvitjan til Føroya. Roar Engelberg eitur maðurin, føddur og uppvaksin í Romedal í Hedmark, og ljóðføri hansara panfloytan man teljast millum tey mest upprunaligau í tónleikasøguni
Sambandsfloksins í hesum máli er, at skipið eigur at verða gjørt liðugt, tí tað er tað, sum er búskaparliga best forsvarligt. Hetta snýr seg als ikki um at verja nakran, um tað er tað, ið róð verður uppundir [...] lufti til nýtt vaktarskip, tað halda vit fer ill at bera til. Men gera vit skipið í standi, so fáa vit eitt gott skip í 10-15 ár, sum er á sama støði, sum Tjaldrið. Skipið verður betri enn ætlað Atli Hansen [...] fer at henda í málinum um Nólsoyar Páll. Málið hevur verið fyri í samgonguni, og Atli Hansen fer at biða um at fáa málið fyri aftur í samgonguni, tí hann er ikki nøgdur við tað, sum hent er í málinum. Eftir
61 mió. kr. í meðal um mánaðin. Meðal kommunuskattaprosentið er tað sama í ár sum í fjør: 19,85. Rakstrar- og íløguútreiðslurnar eru hækkaðar úr 411 mió. kr. í 1996 upp í 444 mió. kr., sum avsettar eru [...] flokkaranir, sum hava verið í hesum samgongum, kunnu óræddir leggja náddu úrslitini fyri veljaran. Tað, sum veljarin skal taka støðu til, er ikki, um tað hevur gingist væl í hesum valskeiðnum - tí tað er eyðsæð [...] Vøksturin í ár verður meir enn 500 fólk. Í áttatiárunum var miðalvøksturin 450 fólk árliga. Arbeiðsloysið minkar. Í 1993 var tað eini 20-25%, í fjør 11,6%, og seinastu upplýsingarnar siga 9% í ár. Skattatrýstið