Brynhildardóttir Egholm, Eirikur í Jákupsstovu, Hervør Pálsdóttir, Liljan Weihe og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi atkvøddu ímóti. Uppskotið ber í sær, at ikki fullriknir útróðrarbátar í bólki 5 B fáa 750 felags [...] afturat teimum, sum longu eru tillutaðir í ár. Fiskidagarnir hjá bólkinum vóru uppi í august. Sambært meirilutanum í Vinnunevndini hevur miðalavreiðingin higartil í ár verið umleið 440 kilo fyri hvønn fiskidag [...] eina veiðu á umleið 330 tons. Uppskotið hevur fingið nógvar atfinningar í hoyringini. Millum annað hava Havstovan og fleiri feløg í fiskivinnuni mælt frá tí. Víst hevur verið á, at uppskotið víkir frá u
Egholm, Høgni Hoydal, Hervør Pálsdóttir, Liljan Weihe, Eirikur í Jákupsstovu, Ruth Vang, Steffan Klein Poulsen, Jenis av Rana og Sámal Petur í Grund lagt fram uppskot til samtyktar í Løgtinginum. Í uppskotinum [...] er at taka skjótar avgerðir. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí ein partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum, skriva tey í viðmerkingunum. Tey vísa eisini á, at Føroyar nú hava sítt [...] viðkomandi málsøki kunnu verða yvirtikin sambært tilmælinum, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum í februar 2025. Uppskotssetararnir halda, at tað er óheppið, at Føroyar framvegis ikki hava alt lóggávuræði
royndir góðkendar. Eirikur í Jákupsstovu vil harumframt hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at gera undantøk frá 20 BT-kravinum, til dømis fyri útróðrarfólk, sum hava virkað í hárabólmnum sjógvi kring [...] Í grein 52a fyrispurningi spyr hann, hví krav er um, at eitt far skal vera størri enn 20 BT, fyri at siglingstíð við tí kann telja sum góðkend útbúgvingarsigling. Hann spyr eisini, um hetta er ásett í [...] in er eisini, um landsstýrið ætlar at seta onnur átøk í verk fyri at hjálpa ungum útróðrarfólki, sum ynskja at skapa sær eina lívsleið á sjónum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir tingmaðurin á
Um vikuskiftið er Regatta í Sundalagnum, ovastevna í Nólsoy og Ljósfest í Vági, og hetta verða ikki seinastu summartiltøkini í ár. Eftir eru eitt nú Sjómannadagur í Klaksvík, Norð Festivalur á Viðareiði [...] á Sandi, og Heystfagnaður á Eiði. Hyggja vit í skránna fyri Regatta, sum verður í morgin - fríggjadagin hin 14. august - verður tað Eirikur í Jákupsstovu, sum fer at seta tiltakið. Tiltakið verður sett [...] Hósvíkar, verður døgurði í bygdarhúsinum frá klokkan 17-20. Matsmiðjan hjá Ruben Busk fer at borðreiða við mati til regattagestir. Longu klokkan 15 í morgin lata nøkur neyst upp í Hósvík, og her verður
fyrsta mál á dagsskránni hjá Løgtinginum í dag og er til triðju viðgerð. Uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, gevur bátunum í bólki 5 B 750 felags fiskidagar afturat [...] uppskotinum í hoyringini. Landsstýrismaðurin hevur tó hildið fast við, at talan er um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn fyri fiskiárið 2026. Stórur meiriluti í Vinnunevndini Seks av sjey limum í Vinnunevndini [...] hjá bólki 5 B higartil í ár hevur verið umleið 440 kilo fyri hvønn fiskidag. Verða 750 dagar lagdir afturat, svarar tað til eina væntaða veiðu á umleið 330 tons. Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi var einsamallur
gera seg inn á náttúruøki í Kommununi? Vakra og fríða náttúruøkið við Rossagøtuna hevur mong í ár verið eitt fantastiskt stað har reið- og gongufólk í friðsælu hava virkað í sátt og semju. Ikki minst hava [...] Flatnahaga, har vindmyllurnar standa, og inntrivið í náttúruni longu er gjørt. Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð Birgir Nielsen, býráðslimur Høgni Vilhelmsen, býráðslimur [...] Vesturvarða og Rossagøtuna. Borgarstjórin og býráðsmeirlutin í Tórshavnar Býráð virðir við hesi ætlan ikki rossafólk, Yvirfriðingarnevnd og mong onnur í Tórshavnar kommunu, sum ynskja aðra loysn til gagn fyri
dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum hetta kappingarárið. Í teimum trimum innanhýsis dystunum vunnu liðini hvør sín dyst, meðan tann triði endaði við javnleiki. Úrtøkan gjørdist sostatt fýra stig í part [...] part. Innanhýsis málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er javnleikur 3-3. Liðini møttust eisini í einum dysti í kappingini um løgmanssteypið á Skála 16. apríl. Skála ÍF vann tann dystin 1-0. 07 V [...] Simon Jørgensen, br. (61.) 2-1 Effiom Maxwell (74.) Skála ÍF-07 Vestur 1-1 (1-1) - 30. august 0-1 Høgni E. Nielsen (18.) 1-1 Effiom Maxwell (33.) Kelda: FaroeSoccer
eisini tá talan er um maskinur og arbeiði hjá Landsverki. Í sama fyrispurningi spyr Høgni Hoydal, nær arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum fer í gongd, nær tunnilin væntandi verður liðugur, og um støða er [...] Hann hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan grein 52a fyrispurning um kostnaðin av tunnilsbygging á landi. Dalstunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu 18. juli [...] juli. Tað serliga við verkætlanini er, at tunnilsliðið hjá Landsverki bygdi tunnilin. Høgni Hoydal spyr, hvør samlaði kostnaðurin var, og hvussu nógv tunnilin kostaði fyri hvønn metur ella kilometur samanborið
økjunum Føroyum, Grønlandi og Álandi. Limirnir umboða Løgtingið í samstarvinum og taka lut í arbeiðinum í ráðnum. [...] Egholm úr Tjóðveldi sum fastan lim, meðan Høgni Hoydal, eisini úr Tjóðveldi, verður varalimur. Norðurlandaráðið er almenna samstarvsforumið hjá tingunum og stjórnunum í Norðurlondum og sjálvstýrandi økjunum
Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur í minniluta og ávarar um, at avgerðin kann seta størri virðir í vanda. Vinnunevndin hevur nú skrivað álit í uppskotinum um 750 serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri [...] verða uppi aftur Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur minniluti og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Hann vísir á, at upp ímóti 350 bátar hava verið virknir í bólki 5 B í ár. 750 dagar býttir millum [...] fiskiárið 2026. Fiskidagarnir hjá bólkinum vóru uppi í august, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tí skotið upp at lata 750 dagar afturat. Meirilutin í Vinnunevndini – Ben Arabo, Atli F. Johansen, Árni