fyritøkur sjálvar kunnu gera fyri at gagnnýta møguleikarnar í vitlíki, menna neyðugu førleikarnar og standa sterkari í teimum broytingum, sum eru fyri framman. Spurningurin er sostatt ikki longur bara, um vitlíki [...] fara vit at hava tørv á, og hvussu fyrireika vit okkum til eina framtíð, sum í løtuni er trupul at spáa um? Kjakið skal tó ikki bara snúgva seg um, hvat kann henda. Luttakararnir verða eisini bidnir um at [...] r, fyritøkur og politiska skipanin at fyrireika seg? Á Vinnudegnum verður evnið tikið upp til kjak í Norðurlandahúsinum. Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen fara at
limaskap í ES uppaftur. Tað vísa tøl hjá íslendska kringvarpinum RÚV, nú fimm av teimum seks valdømunum eru tald upp. Bert eitt valdømi er eftir, men sambært RÚV skal ja-síðan vinna hetta valdømið við í minsta [...] langa tíð. Í morgun umleið klokkan átta føroyska tíð høvdu 47,5 prosent atkvøtt fyri at taka ES-samráðingarnar uppaftur, meðan 52,5 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Umleið 270.000 fólk hava valrætt í Íslandi [...] Endaliga valluttøkan er ikki kunngjørd, men væntað verður, at hon hevur verið høg. Meira enn 188.000 atkvøður vóru taldar upp fyrrapartin. Ísland søkti fyrstu ferð um limaskap í ES í 2009, árið eftir fíg
onkur er í ferð við at stovna eitt lán í navninum hjá tí, sum verður uppringdur. Samstundis heitir hann á viðkomandi um ikki at sperra kontuna. Síðani roynir hann at fáa fólk at flyta pengar fyri at forða [...] vend móti eldri fólki. Persónurin, sum ringir, tosar danskt og gevur seg út fyri at vera løgreglumaður. Hann sigur seg hava innlit í kontur og peningaflytingar hjá viðkomandi. Fleiri av kontuupplýsingunum [...] forða fyri, at kontoin verður misnýtt, ella at lán verður tikið í teirra navni. Talan kann vera um upphæddir á fleiri tíggjutúsund krónur. Tey fólkini, sum løgreglan higartil hevur tosað við, hava tíbetur
øll, sum hava ans fyri náttúruni. Í sínum lestrum kom prestur eisni inn á, at vit eins og blóman einaferð fara at følna. So er, og soleiðis skal tað verða. Men, hvussu leingi var Adam í Paradísi? Tað er [...] vakurleiki, sum her ræður. Alt í javnvági. Eitt øki sum fær teg hugsa góðar tankar. Ikki løgið, at meginskaldið, Hans A. Djurhuus yrkti "Meg minnist eina mynd" eftir at hava spákað í Trøðum á Sandi. Vatnsoyran [...] at Várharra hevði verið í konufólkaveitslu náttina fyri, hann skapti Sandoynna – so gott var lagið og hugurin hjá honum at skapa eina av okkara vakrastu oyggjum til gleði fyri okkum mannabørn. Tað verður
ber í sær, at ikki fullriknir útróðrarbátar í bólki 5 B fáa 750 felags fiskidagar afturat teimum, sum longu eru tillutaðir í ár. Fiskidagarnir hjá bólkinum vóru uppi í august. Sambært meirilutanum í Vi [...] uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri fiskiárið 2026. 22 tingfólk atkvøddu fyri uppskotinum, eingin atkvøddi blankt, og sjey atkvøddu [...] miðalavreiðingin higartil í ár verið umleið 440 kilo fyri hvønn fiskidag. Teir 750 eyka dagarnir kunnu tí geva eina veiðu á umleið 330 tons. Uppskotið hevur fingið nógvar atfinningar í hoyringini. Millum annað
hátt, at miðlastuðulsnevndin fyri ein stóran part hevur verið óarbeiðsfør. Eitt nú hevur Dimmalætting ikki fingið stuðul fyri verkætlanir, sum vórðu skrivaðar í 2023, ella fyri trimum árum síðani. Avleiðingin [...] Hetta er ikki tað miðlar eru settir í verðina til. Nú Fólkaflokkurin fekk landsstýrismannin í mentamálum, vónaðu vit, at hendan høpisleysa skipanin varð avtikin beinanvegin. Men tað sær tað ikki út til - [...] koma at tal við Bárð á Lakjuni, men tað sær ikki út til, at hann hevur áhuga at tosa við okkum. Í øllum førum eru boðini, at verandi skipan verður ikki broytt í ár, og tí skulu privatu miðlarnir framvegis
Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Øll, sum ikki hava rokkið fólkapensjónsaldri [...] eftirlønarveitara við heimstaði í Føroyum. Spyr um íløgur og gjøgnumskygni Helgi Abrahamsen spyr, um reglur eru fyri, hvørjar íløgur pensjónsfeløgini kunnu seta pengarnar í. Hann vil eisini vita, um krøv [...] fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á fjølmiðlaumrøðu í juni um, at LÍV-samtakið skuldi hava mist 174 milliónir krónur við einari íløgu í eitt felag, sum ikki megnaði at vinna pening. Sambært somu umrøðu varð
sterk, er styrkin, vit finna í okkum sjálvum, í samanhaldinum, í mentan okkara, søgu okkara og í felags trúnni upp á, at framtíðin er nakað, vit sjálvi skapa. Donald Trump segði í samrøðu við miðilin Real [...] – USA skal ikki ráða yvir okkum. Tað megna vit sjálvi, skrivar Jens-Frederik Nielsen á Facebook. Við støði í upplivingum frá vikuskiftinum, har hann bæði hitti fyrsta grønlendska yrkisfótbóltsleikaran [...] slíkar útsagnir koma. – Vit skulu ikki lata okkum kúga. Vit hava livað við hesum trýstinum í 20 mánaðir, og vit skulu halda fast við samskifti, samstarv og virðing fyri fólkarættinum og altjóða lóg, skrivar
væntar, at nýggja kommunulæknaviðtalan verður sett í starv, og um arbeitt verður fyri, at skipanin eisini skal fevna um ein kvinnuligan kommunulækna. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Jóhannis Joensen [...] nýggja kommunulæknaviðtalu í Vágum. Kommunurnar hava gjørt hølini klár, men arbeiðið er framvegis ikki komið so langt, at viðtalan er tikin í nýtslu. Hann vísir eisini á, at í dag eru tveir mannligir k [...] at vita. Hann hevur tí sett landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, skrivligan fyrispurning um nýggju kommunulæknaviðtaluna í Vágum. Hann spyr, nær landsstýriskvinnan væntar
gávur, áhugamál og ikki minst ymiskan máta at læra uppá. Kortini hava vit skipanir, sum í ov stóran mun vænta, at øll skulu mennast eftir sama leisti. Hetta gagnar summum, men als ikki øllum. Her er tað [...] serliga fólkaskúlin, sum hevur eina týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning at børn duga øll tey gr [...] læra og ikki minst gera mistøk. Tað er júst á hendan hátt, at tey vaksa. Foreldur hava sjálvsagt høvuðsábyrgdina av uppalingini. Men tá børnini brúka ein stóran part av degnum í dagstovnum og í skúla, hava