hevur eisini mint á, at borgarligu flokkarnir lógu aftanfyri í veljarakanningunum undan valinum í 2022, men kortini endaðu við at vinna. – Vit lógu undir í øllum kanningum seinast, eisini á sjálvum valdegnum [...] Sviar skulu á ríkisdagsval 13. september, og valstríðið er nú av álvara farið í gongd. Støðan sær í løtuni trupul út hjá borgarligu stjórnini hjá Ulf Kristersson, forsætisráðharra. Nýggj veljarakanning [...] eftir valið í 2022, tá borgarligu flokkarnir saman við Sverigedemokraterna fingu meiriluta. Nú kann hon vera á veg aftur. ##med2## Liberalerna kann fella úr Ríkisdegnum Ein serligur trupulleiki hjá stj
kinesisku myndugleikarnir hava upplýst, at trý fólk eru deyð. Ein talsmaður fyri løgregluna í Nepal væntar, at talið fer at hækka. – Tað fer at hækka, nú vit hava tikið leitingina uppaftur, og væntandi verða [...] útlendingar eru millum tey 826 fólkini, sum eru saknað í Nepal, upplýsa løgreglan og ferðavinnumyndugleikarnir í landinum. Tey saknaðu ferðafólkini koma úr meira enn 20 londum. Teirra millum eru 177 úr India [...] fólki, sum kunnu vera á lívi, og til at sleppa neyðhjálp niður til fleiri túsund fólk í rakta fjallaøkinum við markið millum Nepal og Tibet. Í dag er talið av deyðum komið upp á 165. Nepal hevur boðað
av dygdunum hjá Johann Asmundsson fram - á sín egna hegnisliga, funky máta. Hans Petur er jú ein meistari á sínum øki, so eg kundi ikki annað enn minnast aftur á konsertina í 2017, tá Jonas Wall legði sína [...] sum eisini her var væl og virðiliga á hædd við tað, vit kenna Fridrik Karlsson fyri. Slagverkið og trummuspælið hjá Rógva og James helt so sanniliga støðið, sum vit kenna teir fyri, tí tað hevur altíð [...] bíleggja okkum báðum hvør sítt atgongumerki. Eg visti, at hetta koma at borga fyri góðum, tí hetta eru tónleikarar á sera høgum støði, og so eri eg nokk eisini ikki sørt fjeppari av tónleikinum hjá Mezzoforte
síni skapandi evni. Við stuðli frá Betri-samtakinum og Tórshavnar kvøldskúla er Filmsfimi nú vorðið veruleiki. „Vit skapa eitt stað, har børn og ung í Føroyum sleppa at royna seg í ymiskum leiklutum í einari [...] leiðari í Filmshúsinum. Tilmeldingin letur upp mánadagin 24. august. Nærri kunning fæst á heimasíðuni filmsfimi.fo og á sosialu miðlunum. [...] toymi av fimm kreativum fólkum, sum saman hava ment Filmsfimi frá hugskoti til veruleika. Tey fimm eru Barbara Lervig, Anton Petersen, Marjun Niclasen, Eir í Ólavsstovu og Karen Kristianna Hildardóttir
følsku sms-boðini. Nú álopini eru vorðin so umfatandi, standa peningastovnarnir, Talgildu Føroyar og politiið saman um at ávara allar føroyingar. – Vit heita staðiliga á øll um at steðga á og hugsa seg um [...] i hjá Føroya Politi. Steðga á – Hugsa teg um – Spyr Peningastovnarnir og politiið heita á allar føroyingar um at vera ansnar og fylgja hesum ráðum: - Steðga á: Trýst ikki á leinki í sms-boðum, og lat ikki [...] rnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr. Alsamt fleiri verða rakt Síðani í februar í ár er talið á følskum sms-boðum
um tørvur er á serligari lóggávu, avmarkingum ella forboði í ávísum støðum. Løgmaður vísir á, at snildbrillur eins og onnur tól, sum taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu verða nýttar á ein hátt, sum [...] Brillurnar eru ikki ólógligar Snildbrillur og líknandi tól eru ikki ólóglig í sjálvum sær. Tað kann nýtslan av teimum hinvegin vera. Sambært løgmanni er tað tí av stórum týdningi, at fólk sjálv eru varug við [...] revsilóggávu. – Vandi kann eitt nú vera fyri, at viðkvæmar persónligar upplýsingar verða tiknar upp og deildar uttan samtykki, eins og vandi kann vera fyri, at brot verður framt á rættindi hjá tí einstaka til
framleiðsla eru ikki mótsetningar. Tey eru ymiskir partar av sama máli. Skulu Føroyar gerast meira matsjálvbjargnar, hava vit tørv á fólki, sum duga at velta til sín sjálvs og sínar familjur. Vit hava tørv [...] tørv á felagsskapum, har vitan og royndir verða bornar víðari. Vit hava tørv á at verja ta jørð, sum kann brúkast til matframleiðslu. Og vit hava tørv á sterkum føroyskum grønmetisbóndum, sum kunnu framleiða [...] hevur nú skipað seg við Elisabeth Skarðhamar Olsen sum forfólki, Birgith Lassen sum kassameistara og Honnu á Reynatúgvu sum skrivara. Gunnar Bjarnason og Katrin Dalsgaard Nolsøe eru nevndarlimir. Á aðalfundinum
verður til tað, ætla vit at fáa bæði fakfólk, politikarar og almenningin at vera við. Millum annað kundu vit hugsað okkum at fingið ein lækna at greitt nærri frá CP, og hvussu vit á besta hátt fáa hjálpt [...] Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum og monnum. Kyndil er umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst. Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin [...] Faxe Kondi-kappingini gjørdu teir bart, og í báðum førum var tað Kyndil, ið bjóðaði av. Sum vanligt, eru dystirnir um Lionsbikørini hjá kvinnum og monnum samstarv millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club
innanfyri gøtuna um Vesturvarða. Nú oyggjaleikir aftur nærkast, hevur Sersambandið fyri súkkling og triathlon havt ynski um eina hóskandi oyggjaleikabreyt og tí at gera fleiri breytir á økinum innanfyri gøtuna [...] breytin varð flutt niðan til har, sum vindmyllurnar eru, tí tey mettu, at lendið har er so nógv ávirkað av vindmyllum frammanundan, og tí hevði minni ávirkan á økið. Hoyringsfreistin til tilmæli frá yvirfri [...] avgerð enn, men er komin við einum tilmæli, sum er sent pørtunum til hoyringar. Partarnir hava gjørt viðmerkingar til tilmælið. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu vísti í viðmerkingunum á, at av tí at nógv
tóku tey eisini ein serligan part av søguni við sær. Á einum stórum kalendara standa nøvnini á øllum børnunum, sum eru fødd á deildini í ár – og tey eru longu farin at nærkast 200. Í Sosialinum greiða starvsfólk [...] starvsfólk frá stóra flytingardegnum, nýggju umstøðunum og broytingunum, sum hava verið á føðideildini gjøgnum árini. Vit hitta eisini ein av teimum seinastu nýføðingunum, sum kom í verðina í gomlu hølunum [...] vikuskiftið. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.