undirhald og prát í ymsum útgávum og nógv tíðindi. Men okkara elsti loftmiðil má eisini geva lurtarunum betri innlit í samfelagið, heimin og lívsins mongu spenn-andi spurningar. Hann má upplýsa og ikki bara [...] reklamu, telefoni og kunningartøkni. 4. Millum dalar og fjøll Náttúrupplivingar og arbeiði í náttúruni sigast at stimbra sálina. Útvarpssendingar um evnið hava fyrr ríkað nógv fólk, og onkur sending er [...] frásagnir. 7. Siðir og samtíð Atferð, uppfatanir og moralur broytast, sum tíðirnar broytast, og tað, sum var rætt fyrr, er kanska skeivt í dag. Fólkalívsfrøð-in granskar í hesum viðurskiftum, og tá fólkalívsfrøðingar
dag, er at vera ov góðtrúgvin og breiða disinformatión uttan at vita av, at tað er disinformatión. Tað hendir tíverri av og á. Ofta fer journalisturin og rættar sítt mistak og biður kanska um umbering, men [...] søgur og ósannindi á internetinum partur av veruleikanum í dag. Stóra nøgdin og útbreiðslan av disinformatión er tí nakað, vit eiga at hava eina støðu til, og tí mugu vit samstundis vera umhugsin og varin [...] ógvuslig, og kjakið hevur okkurt eitrandi yvir sær, sum fyllir meira enn virðing og tol, sigur hon. – Kjakið kann til dømis flyta seg frá at snúgva um hugskot og politikk til persónlig mál og álop við eyknevnum
At spæla klassiskan tónleik krevur, at tú venur nógv og fer djúpt inn í hvørja einastu frasu, men tá tú stendur á palli, fer løtan kanska við tær, og tú kanst broyta okkurt, tí tú verður so nógv burtur [...] num Ben-Jamin saman við Benjamin Petersen, Jan Rúna Poulsen og Tróndi Herason Olsen og í tónleikabólkinum Lawetz, sum var við í Prix Føroyar. Eg var ikki komin so langt í sjónvarpskappingini, um eg ikki [...] ongantíð áður fingið so frískan og góðan kritikk. Tað hevur givið mær nýggjan íblástur og innlit í tónleiki, sum eg ikki havi hugsað um áður, bæði tekniskt, tónlistarliga og viðvíkjandi framførslu. Eitt nú
í Danmark. ? Og hesi seinastu árini er lønin í Føroyum bara dragna meiri og meiri. ? Leyðsliga mett er lønin hjá einum føroyskum lækna 10 % aftanfyri lønina hjá einum donskum lækna. ? Og hendir onki munagott [...] trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at lokka yngri, danskar læknar til Føroyar at arbeiða. ? Og tað vísir seg, at tað eisini verður verri og verri at fáa føroyskar læknar hendavegin. ? Avleiðingin av hesum hevur [...] at tað er stórt læknatrot Í Danmark og tí stendur tað ikki á at fáa arbeiði niðri fyri nógv betri løn, og nógv betri umstøður annars, enn teir kunnu fáa í Føroyum. ? Og tí er tað ómetaliga trupult at fáa
nýggja bilinum, og hendan rakettin skal so skjótast upp og møta einum nýggjum rúmdarfari, sum skal lenda í eini oyðimørk í USA við borikjarnunum. ##med6## – Tað er ógvuliga trupult og fer at taka nógv ár [...] Meginparturin av tilfarinum á Mars er basalt og royðugrót eins og í Føroyum. Grótbræðingar og legugrýti minna nógv um tað, ið toymið hevur sæð í Tindhólmi og í Bíggjarskor. - Rúmdarbilurin er lendur í einum [...] av rúmdini, og nú er hann sjálvur sloppin upp í part at royna at avdúka nakrar av loynidómunum. ##med2## - Mær hevur altíð dámt science fiction og fylgt við rúmdarferðum. Jørðin er stór og trupul at skilija
undirvísing og fyrimyndir í skúla og barnagørðum broytast? Fer tað ikki at vera ólógligt at taka ein hjúnalagsform fram um ein annan? Mamma/mamma og babba/babba skal nú javnstillast við faðir og móðir. Fer hetta [...] Sitandi samgonga fer nú ætlandi endaliga at avtaka hjúnabandið sum stovn millum mann og konu og gera tað kynsneutralt! Hetta er nógv álvarsamari, enn fólk kanska gera sær far um, og tað fer at hava sera [...] Okkara møður og fedrar, ommur og abbar, okkara langommur og langabbar, oldurommur og oldurabbar o.s.fr. – okkara fólk hevur verið fast ankrað í kristindóminum – ella í teimum kristnu virðunum – og hesum einfalda
Spillnakin verða vit fødd í heimin, og tá ið vit doyggja, standa vit øll spillnakin framman fyri Gudi. Sálin kemur ekkamóð av drúgvari ferð og stendur frammanfyri tí guddómiliga, og uttan mun til hvat mannabørn [...] forkelaður millum systkinni og serliga millum systrarnar, sum enn eru á lívi. Tey fingu sjey børn, omma og abbi á Marknagili Jústinus og Magnina Ejdesgaard, fimm dreingir og tvær gentir. Nú eru bara gentirnar [...] Esbjerg, og har hon seinni giftist við Sand Kirk og teirra familja hevur tí røturnar í Esbjerg. Hon fer, um Gud vil, at halda sín 90 ára føðingardag seinast í august. Hon er ein myndug madamma og tiltikin
fylgjurnar. Og tað eru einar øgiligar líðingar jødar hava liðið, síðan teir vóru Gudi ólýdnir. Men ein dagin kemur friðurin, tað sigur skriftin og tann dagin leggur Gud sjálvur upp í og fer rættuliga í [...] (myndir) 18 hús eru í Hesti og tólv ættir vóru í Ísrael. Sjey dagar eru í vikuni og hvønn einasta av hesum hugsar Johan í Hesti eitt sindur um Ísrael og hvussu tað gongst Guds fólki. Og hvat er tað so sum fær [...] Her er grønt og fjálgt inni, og konan Hermanda skeinkir kaffi og nýkókaðar kleynur. Niðri í Ramalla á Gaza-geiranum situr Yasser Arafat í húsavarðhaldi. Ísraelsmenn halda vakt uttanfyri og hann sleppur
seinasta freist var millum jól og nýggjár og tí slapp eg frá í ár at kenna svíðandi stingin í flatbróstinum, tá íð bræv kemur frá Mentanargrunninum, sum sigur mær, at eg var vigaður og funnin ov lættur. Eg, saman [...] verða erligt, avdúkandi og djarvt. Tað skal lýsa lívið og okkara umstøður júst sum tær eru, og ikki eina redigeraða behagandi mynd, soleiðis sum fólk ofta vil síggja sítt lív og sína søgu. Tað eru listarligu [...] 185.000 krónur eftir. Siga vit, at rithøvundurin er ærukærur og hevur lagt alla sína orku í bókina, og arbeitt í minst tvey ár við bókini, og hevur hann góðar 92.000 krónur at liva fyri um árið. Hetta
av at brenna á báli fyri lítið og lætt, og meginparturin av avroðunum fara eftir ánni ella verða brend á sama báli. Landið, tað almenna, er bæði vorðið eigari og láns- og stuðulsveitari, samstundis sum [...] yvirræðið ikki nýtt fyrst og fremst til at verja tilfeingið, felagsognina, men í eins stóran mun til at verja fiskimannin og fiskivinnuna. Vit fingu friðað øki og kassar, og ymisk øki vórðu friðað fyri [...] til høldar í so stórari nøgd, sum tað er lønsamt og ráðiligt, so virkið og trygt, sum hetta yvirhøvur kann verða gjørt, og við øllum atlitum til hesa og aðrar felagsognir. Eru vit í Føroyum kappingarførir