hendi, tá ið ein bilur rendi inn í ein annan á R. C. Reffersøesgøtu í Havn Óhappið hendi í myrkrinum og í nógvu ferðsluni, tá ið klokkan var farin av fýra seinnapartin í gjár. Tá ið slík óhapp henda, verður [...] verður sjúkrabilur altíð biðin um at koma, men í hesum førinum hevði eingin fingið skaða.
Tveir portørar hava í dag verið til koyriroynd í Havn og koyrdu útrykning Eftir nýggju reglunum skulu allir portørar í heilsuverkinum skúlast, og í morgun hava tveir portørar í Sandoynni verið uppi til [...] Áðrenn teir fóru til royndina, hava teir verið á skeið hesa seinastu vikuna. Skeiðið endaði við, at teir í sjúkrabilum fyrrapartin fóru ýlandi gjøgnum býin.
Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini í høllini á Hálsi í Havn. Mótstøðuliðið er Rumenia, ið kappast við Eysturríki at enda nummar [...] nummar tvey í bólkinum aftanfyri Danmark. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 18.45. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
bilførarin ikki, at ein síðulúka stóð opin. Í tí hann fer fram við skúrinum, rakar lúkan í hornið og brýtur fyri sær, m. a. ein rút í skúrinum. Av politstøðini í Havn verður sagt, at talan var um eitt hendiligt [...] hendiligt óhapp. Bilurin var skrásettur í Noreg, og tryggingarviðurskiftini vóru í lagi.
Rættur frídømdi í mánadagin formannin og skrivaran í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hesi vóru ákærd fyri brot á politiviðtøkuna í samband við blokaduna á Eystaru Bryggju í Havn tann 4. juni í fjør. Rætturin [...] Rætturin fríkendi báðar teir ákærdu, samstundis sum statskassin er dømdur at rinda sakarmálskostnaðin. Í tíðindaskrivi sigur Havnar Arbeiðsmannafelag seg fegnast um dómin. Sagt veðrur,
Vestmanna. Johnny tók læraraprógv í Havn í 1967. Hann starvaðist í Nunnuskúlanum 1967-70 og síðani í Vestmanna Skúla. Tvær ferðir hevur hann verið á ársskeiði í Danmark, í 1972-73 og 1991-92. Hann er giftur
í dag, 12. mars, verður Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn fýra ár. Í hesum sambandi verður skipað fyri føðingardegi í dag klokkan 15, tá Jákup Lindenskov leggur fyri. Sangbólkurin í Tilhaldinum fer at syngja
Lærarafelag hevur aðalfund 16. apríl í Læraraskúlahøllini í Læraraskúlanum á Frælsinum í Havn, standa tveir nevndarlimir fyri vali. Teir eru Andrea á Rípuni, skrivari í Føroya Lærarafelag, og Jacob Eli S [...] ar á aðalfundinum verða Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum, og Annika Sølvará, forkvinna í Heimi & og Skúla.
Politiið sigur nú, at maðurin, sum varð funnin deyður í viðarlundini í Havn, neyvan hevur verið nakrari brotsgerð. Hvussu gamal maðurin var, og hvaðani hann var, fæst framvegis ikki at vita. Nær hann er [...] er deyður, veit politiið ikki enn, men hann hevði helst ligið í viðarlundini í nakrar tímar, tá ið hann var funnin klokkan 8.16 í morgun.
Í kvøld hevði Tórshavnar Sløkkilið eina venjing á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn. Boðini vóru, at onkur lá inni í roykinum. Hans David Hansen, innsatsleiðari sigur, at venjingin gekk væl. Sta [...] ini dugdu væl at handfara støðuna. Sløkkiliðið hevur áður havt venjing í herberginum, har tað ikki er ósannlíkt, at eldur kemur í av eitt nú sigarettum.