bert fyri seg sjálvan. Hann róði fyri allar Føroyar, sigur Birgir Andreasen. Heima í Føroyum var móttøkan í Nólsoy í september 1986. Birgir Andreasen gav Ova Joensen eitt 25 kilo tungt silvursteyp á marmorfóti [...] hjá Ova Joensen í roynd hansara at rógva til Langelinje í Keypmannahavn. - Eg minnist tann dagin so væl tá ið Ovi á fyrsta sinni fór avstað 1984. Vanliga var stúgvandi fult av fólki í handlinum ein leygardag [...] strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie í Keypmannahavn og skrivaði seg inn í føroyska søgu. - Eg minnist enn tann dagin, sum var tað í gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi
Tjóðsavnið fór fyrr í vikuni undir umvælingararbeiðið á Skansanum í Havn. Arbeiðið er neyðugt, tí partar av gamla múrverkinum, serliga í innara skansavollanum, eru í so ringum standi, at vandi er fyri [...] fyritøkan Basalt stendur fyri sjálvum múraraarbeiðinum. - Í sambandi við fyrireikingarnar hevur Hans Chr. Frederiksen frá Nordisk Konservering verið í Føroyum og lagt lag á, hvussu arbeiðið skal gerast, og hvussu [...] inntriv framd. Leysar fugur verða tiknar burtur, og hol í múrverkinum verða fylt við hóskandi gróti og klípum, og nýggjur mørtil verður lagdur í fugurnar. Sagt verður, at ein hydrauliskur kálkmørtil, sum
súkklað í Havn. Kappast bleiv í Vágunum ídag. Teinurin, ið bleiv súkklaður var millum FK í Miðvági og Flogvøllin. Flatari teinur, og betur teinur til Einkultstart, finnist næstan ikki í Føroyum. Súkklarar [...] Vágunum, í morgin í Norðoyggjum. Kappingin í morgin byrjar klokkan 18, og í morgin verður súkklað úr Klaksvík, til Viðareiði, til Árnafjarðar, til byrgingina til Haraldsund, og so á mál við Effostøðina í Klaksvík [...] sum í dag gjørdist Bergtór Thorsteinsson. Tættari var millum silvurið og bronsuna. Andrass Joensen gjørdist nummar trý, og munurin millum Bergtór og Andrass var ein góður hálvur minuttur. Í dag í Vágunum
at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá [...] barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum [...] børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. Góð ráð og venjingar eru at finna á www.rff.fo . Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan súkkluhjálm, og í heyst fáa
ætlaðar í Havn í 2026, men sambært upplýsingum hjá Tórshavnar havn eru fimm vitjanir avlýstar. Verða eingi fleiri avboð, verða sostatt 47 vitjanir í ár. Eftir vitjanina hjá Norwegian Star í dag standa í minsta [...] Norwegian Star kom á Havnina klokkan í morgun og liggur við bryggju til klokkan 20.30 í kvøld. Tor Shipping er umboð hjá skipinum í Føroyum. Norwegian Star er eitt av teimum størri ferðamannaskipunum, [...] ferðafólkum, tá tvey fólk búgva í hvørjum kamari, og manningin telur um 1.031 fólk. Sostatt kunnu tilsamans meira enn 3.300 fólk vera umborð. Skipið varð bygt í 2001 og seinast umvælt í 2021. Ferðin hjá Norwegian
seg heiðurliga og hava tapt tepurt í fleiri dystum. Føroyar vunnu á Finnlandi í fyrsta dystinum, og megnaðu javnleik móti Eysturríki og í fyrru uppgerðini móti Póllandi í millumumfarinum. Móti krútsterku [...] mesta nakrantíð hjá nøkrum føroyskum leikara í einum EM ella HM-endaspæli. Í EM-endaspælinum í 2022 skoraði systkinabarnið hjá Boasi, Óli Mittún 80 mál. Í dagsins dysti skoraði Boas 11 mál. Teitur Poulsen [...] gevur Føroyum eitt sonevnt "Wild Card", ella um eitt landslið úr einum øðrum heimsparti gevur avboð til endaspælið. Tað er komið fyri fyrr. Føroysku U18-mennirnir taptu í dystinum um 15. plássið í U18
nógvum føroyingum. Tá eingin fiskur var í sjónum, var fuglurin ein týðandi føðslukelda. Í 1900 vórðu 200.000 lundar tiknir í Føroyum, í 2000 var talið 95.000, men í dag verða bert nakrir hundrað lundar fleygaðir [...] føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av granskingarverkætlanini LostToClimate , som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis [...] fuglaveiða altíð havt stóran mentanarligan týdning. Fólk í hesum oyggjum hava havt holla vitan um fuglastovnar, veiðihættir og matgerð, sum nú er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tá umstøðurnar broytast
føroysku arbeiðsmegini í 2021, tá kanningin varð gjørd. Úrslitini vísa eitt greitt samband millum kropsliga krevjandi arbeiði og pínu í lendum og nakka: Jú størri ergonomiska tyngdin var í teirra arbeiði, tess [...] knýtt at pínu í nakkanum. Hetta var galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Heilsustarvsfólk, lærarar, námsfrøðingar og fólk í kropsliga krevjandi størvum høvdu sum heild meira pínu enn fólk í leiðslu- og [...] Hendan fyrsta kortleggingin av ergonomiskum arbeiðsviðurskiftum og pínu millum arbeiðstakarar í Føroyum skapar eitt grundarlag fyri bæði framtíðar gransking innan økið og vísir á ein tørv á miðvísum
Føroyska lóggávan um rúsandi evni byggir í dag millum annað á donsku lógina um euforiserende stoffer , sum fyrstu ferð varð sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan í 1956. Lóggávan er síðani broytt fleiri [...] Danmark. Tað stendur í lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027. Málsøkið er í dag felagsmál, hóast tað verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað [...] verða sett á listan yvir evni, ið einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Heilsu- og orkumálaráðið sigur seg hava royndir við, at tað tekur sera
kvøldskúla er Filmsfimi nú vorðið veruleiki. „Vit skapa eitt stað, har børn og ung í Føroyum sleppa at royna seg í ymiskum leiklutum í einari filmsframleiðslu – sum leikarar, leikstjórar, fotografar og klipparar [...] teg fram og arbeiða saman við øðrum.“ Filmsfimi heldur til hjá Klippfisk í Ostahúsinum í Tórsgøtu í Havn. Anton Petersen, leiðari í Klippfisk, hevur tryggjað, at útgerðin er nøktandi, tí ætlanin er, at børnini [...] Filmsfimi frá hugskoti til veruleika. Tey fimm eru Barbara Lervig, Anton Petersen, Marjun Niclasen, Eir í Ólavsstovu og Karen Kristianna Hildardóttir Gram, sum er stigtakari. Við ymiskum royndum og førleikum