5. mars. Teophilus, deyður umleið ár 200. Embætismaður í Kesarea. Navnið merkir hin guðelskandi. Niels Juel Arge, útvarpsstjóri, doyði hendan dagin í 1995. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
23. februar. Papias, deyður umleið ár 150. Var biskupur í Hierapolis í Frýgiu í Lítluásiu. Sigst at hava havt samband við ápostulin Filippus. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
síðani verður hildið á heilt fram til 15. august. Miðað verður eftir at 230 børn skulu fara á legur í ár, skrivar kristnastova.dk.
22. september. Mauritius, deyður umleið ár 300. Rómverskur herhøvdingi, sum saman við 6666 hermonnum í liði sínum (tebansku legiónini), ið allir vóru kristnir, varð tikin av døgum. Navnið merkir blámaður
31. januar. Vigilius, deyður ár 405. Kemur ungur til Trient, har hann í 385 gerst biskupur. Tá ið hann á eini trúboðaraferð kollveltir eina skurðgudamynd, verður hann steinaður til deyða.
18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvirmaður í rómverska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Á framsýningini í ár hevur festivalurin fingið bæði roynd listarfólk, so sum Oggi, Eli Smith og Edith Mørkøre og nýggjari spennandi nøvn sum Ruth Mohr í Grund og Astrid Mouritssen.
14. januar. Felix, deyður umleið ár 260. Prestur í Nola, nærhendis Napoli í Italia. Nógvar eru frásagnirnar um hansara lítillátna lív og tær mongu undirgerðirnar hann útinti. Navnið merkir eydnur
19. februar. Ammon, deyður umleið ár 250. Var ein av teimum rómversku hermonnunum, sum við at síggja dirvi og trúarvissu teirra kristnu, sjálvur gjørdist kristin og varð tikin av døgum.
8. juni. Medardus, deyður umleið ár 560. Biskupur í St. Quentin og Tournai í Fraklandi. Í Fraklandi er hann verndari hjá øllum teimum, sum hava víngarðar, og hjá øllum bryggjarum.