Dagurin eitur Mauritius

22. september. Mauritius, deyður umleið ár 300. Rómverskur herhøvdingi, sum saman við hermonnum í liði sínum (tebansku legiónini), ið allir vóru kristnir, varð tikin av døgum. Navnið Mauritius merkir blámaður.

(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Hendingar hendan dagin:

1735 – Sum tann fyrsti forsætisráðharrin í Onglandi
flytir Robert Walpole inn í Downing Strett nummar 10 – fimm minuttir til gongu frá parlamentinum.

 

1862 – Abraham Lincoln, forseti í USA, lýsir allar trælir frælsar at vera frá 1. januar 1863.

 

1921 – Estland, Letlandi og Litavia verða innlimað í Fólkaforbundið.

 

1947 – Á einum fundi í París verður frágreiðingin um Marshall-ætlanina góðkend av teimum 16 samstarvslondunum. Útreiðslurnar til endurbyggingina verða roknaðar til 18,3 milliardir dollarar.

 

1984 – Kríggið millum Iran og Irak byrjar.

 

Nýstovnaða pólska fakfelagsrørslan, Solidaritet, veur Lech Walesa sum sín fyrsta fyrsta formann.

 

1984 – Uffe Elleman-Jensen verður valdur til formann í danska flokkinum Vinstra.

 

Fødd:

1971 – Märta Louise prinsessa av Noreg.

1976 – Brasilski fótbóltsspælarin Ronaldo.