Eyðgerð Mørkøre Kruse, lesandi
----
Í desember mánaði 2012 hoyra vit í tíðindunum um, at Bjørn Kalsø hevur valt nýggja Málráðið, sum skal avloysa Føroysku málnevndina. Tað nýggja ráðið hevur ellivu limir í mun til fimm. Málráðið fer til verka fyri at fremja arbeiðssetningin, sum teimum er álagt. Í november 2013 er greitt, at ein meiriluti í Málráðnum heldur, at tað føroyska stavraðið skal verða óbroytt. Nógv kjak var um hetta mál. Minnilutin greiddi frá sínum sjónarmiðum um at loyva t.d. x, z og q við í stavraðið og mong nýttu høvi at gera sínar viðmerkinga til, hvørt tey vóru samd við meirilutanum ella minnilutanum í hesum máli.
Hetta kjak, sum so mong onnur fjaðraði burtur og tískil skuldi man trúð, at hetta var tað. Stavraðið er óbroytt og soleiðis verður tað, inntil møguliga onkur tekur málið uppaftur í nevndini til viðgerð seinni. Men soleiðis skuldi ikki verða.
Tríggjar mánaðir seinni og sum eitt annað jólatrøll kemur málið um stavraðið fyri á tingi. Kjakast verður aftur um hesar somu stavir og fólk geva aftur til kennar, um tey eru samd ella ósamd við Málráðnum ella ikki.
Uttan at taka støðu til um hesir umrøddu stavir eiga at sleppa inn í bókstavaraðið ella ikki, so er tað ótrúliga løgið, at málið verður tikið upp nú fleiri mánaðir eftir, at Málráðið er komið við sínari niðurstøðu. Tað undrar meg.
Eitt annað sum undrar meg er, at tað í heila tikið verður tikið upp, sum mál á Føroya Løgtingi. Hetta sama Løgting hevur samtykt eina lóg í 2012 um at seta eitt Málráð, og endamálið við lógini er týðiligt. Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum, og at áseta føroyska stavseting.
Málráðið tekur við tann 1. januar 2013 og hevur bert virkað í eitt ár. Tað hevur tikið støðu til stavraðið við heimild í lógini, sum tað er sett at virka undir. Tískil seti eg spurnartekin við, hví tað er so umráðandi at fáa málið um stavraðið fyri tingið nú? Og um so er, at tingfólk halda, at tað er so umráðandi at hava t.d. x, q og w við í tað føroyska stavraðið, so áttu tey at tikið støðu til hetta, áðrenn lógin um Málráðið varð samtykt og ráðið varð valt. Tað gevur ongan meining at seta eitt Málráð, har man ikki fylgir málsligu ráðunum frá tí.
Tíbetur eru tað fleiri enn eg, sum hava sett spurnartekin við, hví málið er lagt fram á tingi, og landsstýrismaðurin, sum sjálvur hevur sett ráðið heldur ikki, at stavraðið eigur at verða viðgjørt á Føroya Løgtingi.
Vit eru ikki altíð samd í Føroyum, og tá tað kemur til málið, sýnist tað sum um, at kjakið fer av sporinum til tíðir. Nógvar kenslur eru tengdar at málinum, og tað er uttan iva ein av orsøkunum, at eg ofta havi ilt við at fylgja við í hvat liggur til grund fyri kjakinum.
Ein av orsøkunum til at vit halda, at okkara egna mál er so avmarkandi kann vera, at vit brúka alt ov lítið teir møguleikar/orðingar, sum finnast í málinum, og tað liggur ofta til okkara lyndi at síggja avmarkingar heldur enn møguleikar. Óansæð, so er stavraðið ikki eitt mál, sum eigur at verða viðgjørt á tingi, tá eitt Málráð er sett at røkja sama endamál.










