Zwolle við fullari ferð

Øll oddaliðini vunnu í hollendsku Toto-deildini, har FC Zwolle framvegis er á odda

Holland

Felagið hjá Súna Olsen, FC Zwolle, er framvegis á odda í næst bestu hollendsku deildini, eftir at teir fríggjadagin vunnu á enn eini stórari forðing.
Zwolle átti heimadyst ímóti Emmen, sum undan dystinum var á fimta plássinum. Seks stig aftan fyri Zwolle.

Brotsspørk avgjørdu
Soleiðis var talan um ein torføran dyst á pappírinum, og tað skudli eisini vísa seg, at Emmen veruliga gav Zwolle mótstøðu.
Bert 10 minuttir vóru leiktir, tá tað eydnaðist gestunum at leggja seg á odda, og størsta partin av fyrra hálvleiki var líkt til, at hetta skuldi gerast í øllum førum hálvleiksstøðan.
Fimm minuttir undan steðginum fekk Zwolle tó brotsspark, sum Roelofsen sendi í netið, og tá hann var enn einaferð tryggur, tá dómarin bert tveir minuttir seinni aftur peikaði á 11-metra blettin.
Soleiðis ráddi um hjá Zwolle at binda fyri í seinna hálvleiki. Størsti denturin varð lagdur á verjupartin, og tó at Emmen royndi at trýsta, so var líkt til, at tað skuldi eydnast oddaliðnum at halda fast. Og í seinasta minutti hendi so tað, sum so ofta hendir í slíkum støðum. Í royndunum at javna tveitti Emmen nógv fólk fram á vøllin, og so kundi Zwolle svara aftur, tá Booscaart í einum skjótum mótálopi bendi allan iva um úrslitið til viks.

Oddurin vann
Sum sagt, so ber sigurin hjá Zwolle við sær, at teir framvegis halda fast um ovasta sessin, sum teir vunnu sær fyri viku síðani ognaðu sær. Men munurin niður til næstu liðini er framvegis lítil.
Trý tey næstu liðini á stigatalvuni vunnu øll sínar dystir, so enn er so langt ífrá sloppið hjá Zwolle. Fyri framman bíða nú tveir útidystir, sum báðir eru móti liðum, sum eru stødd niðarliga á stigatalvuni, men slíkir dystir eru altíð sera torførir móti kappingarenda, tá hesi stríðast fyri lívinum.