Holland
Tað gongur við fullari ferð framá hjá Súna Olsen og liðfeløgunum í FC Zwolle. Liðið hevur veruliga fingið ferð á síðani vetrarsteðgin, og úrslitið av hesum speglast eisini aftur á stigatalvuni. Har er Zwolle nú at finna á triðovasta sessinum, og hóast fremsta liðið er nakað burturi, eru nú bert tvey stig upp til næstfremsta sessin. Liðið á næstovasta plássinum er Excelsoir, og tað vóru júst hesir, sum vitjaðu Zwolle um vikuskiftið. Zwolle vann dystin 2-1, men tað var ikki fyrr enn Súni kom á vøllin, at heimaliðið fekk takið a dystinum.
Súni kom á vøllin í 53. minutti, tá Zwolle var aftan fyri 1-0, men við tveimum málum seinasta hálva tíman, fingu teir á heimaliðnum kortini koppað øllum á høvdið.
Við sigrinum styrkti Zwolle sær um sessin í oddinum, og sum støðan er nú, so verða teir millum tey átta liðini, sum fara at kappast um, hvør skal fylgja við vinnararnum av deildini upp í sonevndu heiðursdeildina. Um so er, at hetta eydnast, skrivar Súni Olsen helst føroyska fótbóltssøgu. Higartil hevur bert ein føroyingur spælt í hollendskum fótbólti. Jan Allan Müller leikti við Go Ahead Eagles, men eisini hetta var í næstbestu deildini, so enn hevur eingin føroyingur roynt seg í bestu deildini, sum tó kortini ikki er heilt óføroysk. Marc Nygaard, sum spælir við Roda, er nevnliga hálvur tvørámaður, men tá hann longu hevur verið í dysti fyri danska landsliðið, fáa føroyingar ikki gleði av fótbóltsevnum hansara.