Í Hollandi eru teir nú farnir undir seinnu hálvu av kappingarárinum, og ikki kann sigast annað enn, at Zwolle hevur fingið eina stak góða byrjan.
Hetta vikuskiftið spældu Súni og teir á útivølli móti Heracles, og annan dystin á rað eydnaðist Zwolle at tryggja sær øll stigini.
Súni Olsen kom á vøllin stutt fyri hálvleik, men leingi var líkt til, at hann saman við liðfeløgunum skuldi taka til takkar við einum einsamøllum stigi.
Í seinasta minuttinum eydnaðist tó Roelofsen at senda bóltin inn um málverjan hjá Heracles, og sum vera man var frøin stór á leikarunum úr Zwolle. Eftir ein lítlan niðurtúr í heyst var annars líkt til, at teir fullkomuliga høvdu mist oddasessin úr eygsjón, men nú eru bert fýra stig upp til Excelsoir og beinleiðis uppflytingarsessin, og enn eigur Zwolle heimadyst móti Excelsoir til góðar.