Jacob Zuma varð í dag valdur til formann í suðurafrikanska stjórnarflokkinum ANC og verður tískil næsti forsetin í Suðurafrika Formansvalið var ímillum verandi formannin, Thabo Mbeki, forseta, og fyrrverandi varaforsetan Jacob Zuma, men uppteljingin vísti skjótt, at ANC skuldi hava nýggjan formann.
2.329 av luttakarunum á landsfundinum atkvøddu fyri Jacob Zuma, meðan Thabo Mbeki fekk 1.505 atkvøður.
Forsetaval verður í Suðurafrika í 2009. Stýrisskipanin loyvir ikki Thabo Mbeki at stilla uppaftur, og tí er lítil ivi um, at næsti forsetin í Suðurafrika fer at eita Jacob Zuma.