Zuma nevndur í skotbardaga

Tað gekk ikki eftir bókini hjá Sibusiso Zuma, sum í dag skuldi fara úr heimlandinum til Týsklands, har hann til dagligt leikar yrkisfótbólt við Arminia Bielefeld.

Tá ið Zuma var komin á flogvøllin, stóðu suðurafrikanskir myndugleikar og noktaðu honum at fara umborð á flogfarið. Teir hava lagt hann undir at hava verið við í einum skotbardaga, sum fór fram undir einari veitslu fyri tveimum vikum síðani. Sjálvur sigur Zuma, at hann varð álopin av vápnaðum monnum, og at hann bara vildi verja seg.