Sibusiso Zuma, sum í fleiri ár var álopsfelagi við Toda Jónsson í FCK, fer nú heim til Suðurafrika at spæla. Síðani 2005 hevur hann spælt í týska Bielefeld, men nú gongur leiðin til heimlandið. Kicker skrivar, at Zuma hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við Memelodi Sundowns. Ein sáttmáli, sum sambært týska blaðnum ger Zuma til best lønta spælaran í suðurafrikonskum fótbólti.