Zorbing á ovastsevnu

Sum nakað spildurnýtt verður høvi hjá fólki at royna Zorbing ? ella rullibólt ? í Føroyum. Zorbing er í veruleikanum ein yvirvaksin bóltur, har eitt fólk í senn krýpur inn í, og so verður bólturin antin trillaður oman eina undanbrekku, ella runt á einum fløtum øki.

Hetta er sum nevnt ikki roynt í Føroyum áður, men er væl kent uttanlands. Og tey, sum hava roynt hetta siga, at tað er ein sannur stuttleiki at verða mældur soleiðis runt.

Sambært skránni verður bert møguleiki hjá fólki at royna »rullibólt«, sum sambært fyrireikarunum er føroyska heitið á Zorbing leygardagin frá klokkan 15.

Rullibólturin fer fram úti Lágabø, úti móti bøgarðunum, har passaligt hall er á, so fólk fáa sum mest burtur úr. Hetta er kortini ein hugnaligur spákingartúrur fram við Prinsessutoftunum, sum liggja miðskeiðis millum Klivar og bøgarðarnar.

Í hesi fyrstu royndini hevur ovastevnunevndin fingið til vega ein rullibólt, men sambært fyrireikarunum veðrur hetta uttan iva nakað, sum fer at gerast fastur táttur, ikki bert á ovastevnu, men á føroysku stevnunum yvirhøvur.