Zola vil hava Bendtner

Gianfranco Zola, sum er venjari hjá enska felagnum West Ham, vil hava klørnar í danska framherjan Nicklas Bendtner, sum spælir fyri Arsenal. Zola skal verða sinnaður at lata verjuspælaran Mathew Upson fara til Arsenal, og so vil hann hava Bendtner og ein posa av pengum afturfyri. Einki verður sagt um, hvørt Arsenal er áhugað í einum slíkum handli.