Gianfranco Zola fór í dag til London, har hann hevur gjørt ein trý-ára sáttmála við West Ham. Zola hevur undan hesum verið U21-venjari hjá italska fótbóltslandsliðnum, men hann hevur nú slept tí sessinum. Fyrrverandi Chelsea-spælarin sigst ætla sær hjálparvenjaran hjá Felipe Colari í Chelsea, Steve Clarke, sum nýggjan hjálparvenjara.